Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 • 7. august 2009 Vikuskifti 6 - Vietnamnesiska kona mín vil gjarna hava børn, og tað vil eg eisini. Giftar- málið kennist ógvuliga væl og kanska eisini eitt sindur eksotiskt. Eg ivist onga løtu í, at vit kunnu geva hvørjum øðrum nakað, sigur Høgni Ki Jacobsen úr Havn, sum giftist í Vietnam í juni Hin 16. juni í ár giftust Høgni Ki Jacobsen, sum er føroyingur og Phan Thi Ngoc Hoa, í Vietnam. Høgni er havnarmaður, sonur Jógvan Jacobsen, róptur Jógvan hjá KI og Winny Jacobsen, sum bæði eru úr Havn. Brúdleypið varð hildið fyri innbodnum á einum av bestu hotellum í vietnamnesiska høvuðsstaðnum, Ho Chi Minh, New World Hotel. Býurin Ho Chi Minh varð áður róptur Saigon, soleiðis sum føroyingar kenna navnið. Kona Høgna rópar eisini býin Saigon, og tí fara vit at brúka gamla navnið, tá býurin verður nevndur í hesi grein. Sosialurin hevði vitjan av havnarmanninum ein dagin, tá hann herfyri var heima ímillum túrar. Høgni, sum er útbúgvin elektrikari og maskinistur, hevur í stívliga 10 ár siglt við LNG- tangaskipum, sum hann rópar tey. LNG fæst við olju og gass, og hetta er eitt felag, sum er partur av A.P. Møller Mæersk. Vinmaður í Vietnam Áðrenn vit fara at gera burtur úr sjálvum brúdleypinum í Vietnam, spurdu vit havnarmannin, hvussu hann og vietnamnesiska kvinnan komu at kennast. - Ígjøgnum mong ár havi eg havt ein vinmann, Ivan Egilsnes, sum er vestmenningur og siglir sum maskinmeistari við norskum trolara. Ivan giftist í Vietnam við vietnamnesiskari kvinnu fyri nøkrum árum síðan. Tey búgva í Saigon, har tey hava bygt sær hús. Høgni sigur, at tá hann fyrstu ferð fór yvir til Vietnam at vitja vinmannin, var tað í fyrsta lagi landið hann forelskaði seg í – og ikki kvinnuni, sum nú er kona hansara. - Kona mín og kona Ivan vóru vinkonur, men tað var ikki, fyrr enn eg var har yviri triðju ferð, at vit bæði hittust fyrstu ferð, leggur hann aftrat. Hann sigur, at í januar í ár var eitt ár, síðan tey bæði hittust fyrstu ferð, og í desember síðsta ár var hon fyri fyrstu ferð í Føroyum og ferðaðist. - Phan Thi Ngoc Hoa, sum er navnið á konu míni, vaks upp úti á landinum í einum minni býi sum eitur Da Nang. Her høvdu amerikumenn loftstøð undir vietnam-krígnum. Fyri 12 árum síðan flutti hon til Saigon, og tað var ivaleyst her, at hon og kona Ivan, sum er uppvaksin í Saigon, Eitt sindur eksotiskt at vera giftur í Vietnam Giftarmál Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo