fríggjadagur 7. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 • 7. august 2009
Vikuskifti
9
Rasmus Nygaard, sum
fyri fleiri árum síðan
kom í eftirlønaraldur,
brúkar ein stóran part av
síni tíð til at gera lutir,
serliga úr horni. Tað
ringasta er, at eg fái
meg næstan ikki til at
lata teir frá mær, sigur
hann
Um ólavsøkuna var ein sjáldsom
listaframsýning í Tilhaldinum í
Havn. Mánadagin tók lista mað
urin Rasmus Nygaard fram
sýningina niður.
Eitt sindur fekk hann selt á
ólav søku, men ikki tað heilt stóra,
tí langt frá øll vilja gjalda fyri slík
listaverk.
– Tað er ikki tí, at eg havi
roknað mær nakra tímaløn. Tað
er meira putl enn so at fáast við
slíkt, sigur Rasmus Nygaard.
Hann gongur í kjallaranum
í Tilhaldinum og kínur verkum
sínum. Har eru armbond sum
heldir, hálsprýði, horn at drekka
av, oyralokkar, bringuprýði,
skeiðir, saltkør, upptrekkjarar og
mangt mangt annað.
– Eg havi so ilt við at selja
hesar lutirnar, sum eg havi lagt so
nógv arbeiði í, tí eg eri so góiðir
við teir, sigur Rasmus.
Men hann ger tað kortini.
Ein gamal dreymur
Tá ið Rasmus var ungur drongur,
hevði hann ein dreym um at
útbúgva seg til gullsmiðj, men
pápin talaði hann frá tí. Tað
var eingin framtíð í at gerast
gullsmiðjur, helt pápin.
Og sonurin aktaði.
Rasmus, sum fyri júst 50
árum flutti úr Danbmark til
Føroya at búgva, fekk fyri nógv
um árum síðan hugskotið at
fara á kvøldskúla at læra seg
steinslíping og hornarbeiði, og
tá so lærarin gavst, varð Rasmus
biðin um at taka yvir. Hann fór til
Danmarkar á skeið fyri at læra
meira um tilfarið.
Tað man hava verið gamli
dreymurin, sum spøkti aftur,
heldur hann.
Hann hevur undirvíst á
kvøld skúlanum í Havn, á kvøld
skúlanum í Kvívík, á ALV, og
sein asta vetur hevði hann eisini
skeið í Tilhaldinum í Havn.
Á framsýningini á ólavsøku
hevði hann lutir, sum hann
hevur gjørt seinastu nógvu
árini. Lutrirnir vóru úr seyða og
neytahornum og úr kleyvum.
Lætt at fáa horn
– Eg plagi at fara ymsa staðni
um heystið at biðja um at fáa
horn, og tað er leyst og liðugt.
Tey flestu, sum eg fái horn frá,
eru fegin um at sleppa frá at
tveita tey burtur, sigur Rasmus.
Hann byrjaði sum listamaður
við at slípa steinar, og tað var
á eini ferð í Brasilia, at hann
gjørdist so hugtikin av steinum.
Eftir tað gjørdi hann fleiri
smúkkur úr steinum, løgd inn í
gull og silvur. Tað var mest til
stuttleikar.
Rasmus sigur, at tað er tað
er tað órørda tilfeingið í náttúr
ini,sum hugtekur hann so nógv.
Tað eru bæði steinar og horn.
Ætlan hansara nú er at hava
ein temadag fyri lærarum í
evning í fólkaskúlanum fyri at
geva av síni vitan og greiða fra
møguleikunum, sum liggja í at
brúka tilfeingið í náttúruni.
Eitt sindur hevur hann selt her
og har í ymiskum handlum, hann
hevur verið við í Gluggaglæmu,
og hann hevur eisini gjørt
lutir til sølubúðina hjá Føroya
Fornminnissavni í Hoyvík.
Nógvir møguleikar
Rasmus heldur, at møguleikarnir
eru nógvir at evna ymist til úr tí,
sum náttúran hevur at bjóða.
– Um bara hugflogið er har,
er einki mark fyri, hvat vit kunnu
finna uppá at gera, sigur Rasmus.
Tá ikð hann gongur á gøtuni,
hyggur hann altíð eftir, hvat fólk
hava uppi á sær. Soleiðis fær
hann mangt hugskotið.
Nógvir menn hava hug at
dovna, tá ið teir gevast við at
arbeiða, tí teir vita sær einki at
taka sær til. Tann trupulleikan
hevur Rasmus ikki. Hann brúkar
tað mesta av tíðini til sína list.
Eitt deiligt ítriv
Listahandverk
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Rasmus Nygaard heldur tað vera gott at hava eitt slíkt
ítriv, sum hann brúkar nógva tíð uppá
Møguleikarnir eru nógvir, hvat gerast kann úr horni. Her eru nøkur
av listaverkunum hjá Rasmusi Nygaard
Myndir. Beinta Haraldsen