fríggjadagur 7. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 148 • 7. august 2009
Føroyingar aftra seg
ikki við at siga sína
erligu meining um
ein sjónleik, teir
hava sæð, og tað er
ein sonn gáva hjá
sjónleik ararum,
halda systkini
Tórgarð, sum júst
hava fingið
Listavirðisløn
Miðlahúsins
Nú Listavirðisløn Miðlahúsins
varð latin sjónleikarasystkinunum
Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð,
vóru tey uttan iva mong, ið vóru
samd við Jan Müller, stjóra í
Miðlahúsinum, í at føroyska
áskoðarafjøldin hevur mangar
ríkar upplivingar at takka teimum
trimum fyri.
Men eisni tey trý kenna seg
heppin at vera partur av sam
pælinum við føroyskar áskoðarar,
sum tey halda vera av einum
heilt serligum slag, sum tú ikki
rættiliga finnur aðrastaðni.
Ongantíð líkaglað
Føroyskir áskoðarar eru nevni
liga ongantíð líkaglaðir, men
hava tvørturímóti altíð eina
meining um tað, tey hava sæð
í leikhúsinum, staðfestir Hans
Tórgarð. Hann heldur, at hetta
møguliga hongur saman við, at
sjónleikaumhvørvið í Føroyum
er so lítið, og krøvini til góðsku
harvið ofta eru høg.
Aðrastaðni hava fólk jú
altíð møguleika at fara í teatur
og síggja onkran líkagyldugan
leik. So hava tey verið eitt kvøld
í býnum, og tað var so tað. Í
Føroyum hava fólk altíð eina
meining um leikin, tey hava sæð.
Her møta vit jú eisini áskoð
arunum allastaðni, og tey aftra
seg ikki við at koma beint yvir til
tín og siga sína hjartans hugsan,
um tað, tú hevur gjørt á palli
eisini um teimum ikki dámdi tað.
Tey siga eisini hví og koma so við
kvalifiseraðum grundgevingum.
Tað er veruliga ein gáva at fólk
tora at vera so erlig, sigur Ria
Tórgarð.
So skal eisini man bara tora
at taka ímóti meiningunum,
sigur Súsanna Tórgarð, sum í vár
ferðaðist kring landið við leikinum
Nordost, og í tí sambandi kom á
tal við nógvar ymiskar áskoðarar.
Tað var ótrúligt at uppliva,
hvussu glað og rørd fólk vóru,
tá tey komu aftaná og takkaðu
fyri leikin. Tað var veruliga eitt
upplivilsi.
Sterka løtan
Júst hetta at koma so tætt at
áskoðarafjøldini er nak að, ið
eyðkennir leiklist ina sum lista
grein, vísa sjón leikara systkinini á.
Søgur kunnu jú sigast uppá fleiri
mátar, men tá tær verða leiktar
á palli virka tær ofta sterkari enn
annars, heldur Hans.
Tað er eisini sjálv løtan,
með an leikurin verður spældur,
sum er so sterk, tí hon er bara
beint her og nú og so er tað
yvirstaðið, minnir Súsanna á.
Tað snýr seg eisini um
hesa beinleiðis samrøðuna við
áskoðaran, ið man hevur sum
sjón leikari, har man fær høvi at
bera tað fram, sum ein rit høv und
ur hevur skrivað, skoytir Ria uppí.
Nettup. Og hesa løtuna
kann man so vóna, at áskoðarin
upplivir, at lívið verður sett í per
spektiv eitt líti bil at tey kanska
síggja okkurt við øðrvísi eygum,
enn tey gjørdu frammanundan, og
at man kanska fær prikað hol á
nakrar fordómar hjá áskoðarnum
og ikki minst hjá okkum sjálvum,
sigur Súsanna.
Byrjaðu sum børn
Slíkar løtur munnu Tórgarð systk
inini eiga nógvar av eftirhondini,
tí longu sum børn byrjaðu tey
at spæla sjónleik. Serliga Ria
minnist væl, tá hon fyrstu ferð
stóð á palli soleiðis ordiliga fyri
vaksnum fólki, sum hon tekur til.
Tað var, tá mamma fór
til Havnar, tí hon skuldi eiga
Hans. Vit spældu leikin "Hans
og Greta", og eg var Greta, og
Súsanna var heksin. Eg gloymi
aldrin ta løtuna, tá teppið fór
frá, og har sótu vaksin fólk og
hugdu og eg var Greta. Tað er
ein kensla, sum hevur fylgt mær,
tað má eg erliga innrømma. Eitt
sindur komiskt, men harragud ...
Hans minnist hinvegin ikki
rættiliga sína byrjan á palli á
sama hátt sum Ria
Tað var í øllum førum ikki eitt
sovorðið fantastiskt "whauw"
upplivlisi, har eg føldi, at hetta
má eg bara gera restina av
lívinum. Tað er meir komið
so líðandi, sigur Hans, sum
grunar, at áhugin nokk stavar
frá at síggja pápan Axel Tórgarð
sita og týða teir heilt stóru
leikhøvundarnar til føroyskt.
Vit eru uppvaksin við, allar
hesar bøkurnar hava staðið á
reolini. Onkuntíð hevur man so
tikið tær niður av hillini og skeitt
í tær, og tað má so hava rinið við
uppá onkran máta.
Dreymarnir ...
Hóast umstøðurnar at arbeiða
sum sjónleikari í Føroyum mang
an eru strævnar og ótakksamar,
forðar tað ikki teimum trimum
í at droyma um eina framtíð í
føroyskari leiklist.
Okkurt bendir á, at vit fara at
fáa fleiri upprunaføroysk leikrit.
Eg kann vist gott avdúka her,
at ein spildurnýggjur leikur hjá
Jóanesi Nilsen verður settur
upp einaferð í heyst. Og eg vóni
veruliga, at onnur skrivandi fólk í
Føroyum skjótt fáa hug at royna
seg við leikritum eisini, sigur
Hans, meðan systurin Ria heldur
ikki er í iva um, hvat hon droymir
um.
. Vit mugu hava eitt leikhús.
Tað nýtist ikki at vera so øgiliga
stórt og ógvusligt, men tað skal
vera eitt hús, sum er Tjóðpallurin
hjá øllum Føroya fólki, har vit
kunnu skapa eitt veruligt leik
listarligt umhvørvið, har tey
fakligu tingini innan okkara yrki
henda, sigur Ria avgjørd.
Og so hevði tað ikki verið so
galið, um vit øll blivu sett í fast
starv, ha? Hvat siga tit til tað?
spyr Súsanna hon og hyggur uppá
systkini.
Tað hevði ikki verið av leið,
heldur Ria
Jú, tað hevði hjálpt, nikkar
Hans.
Fyribils fegnast systkinini
tó um, at Listavirðislønin, tey
júst hava fingið, ikki bara setur
fokus á tey trý sum sjónleikarar,
men á leiklistina í Føroyum
yvirhøvur. Tí vóna tey eisini, at
uppmerksemið kann smitta av á
hægri stað, so at mynduleikarnir
sum játta pengarnar, kanska
fara at skilja, hvussu umráðandi
tað er, at hava eitt vælvirkandi
leiklistalív í einum dynamiskum
nútíðarsamfelagi.
Føroyskir áskoðarar
eru ein gáva
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Virðisløn
Eitt leikhús, fleiri føroysk handrit og fast starv
sum yrkissjónleikari er ovarliga á ynskilistanum
hjá Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð, sum herfyri
fingið Listavirðisløn Miðlahúsins fyri teirra avrik
í føroyskari leiklist