fríggjadagur 7. august 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 • 7. august 2009
Vikuskifti 11
Tað loypti hvøkk á mong tá tað
frættist, at umboð fyri norska
kongshúsið skuldu vera við í stóra
hátíðarhaldinum, nú 150 ár eru
liðin, síðani norska skaldið Knut
Hamsun varð føddur. Ikki tí, tey
flestu eru samd um, at Hamsun er
eitt tað størsta skaldið heimurin
nakrantíð hevur átt. Men hann
hevði eisini eina skuggasíðu, sum
mong helst vilja tiga burtur, og
sum tey undir ongum umstøðum
halda tað vera sømiligt at heiðra.
Fagnaði Hitler
Knut Hamsun duldi nevniliga
á ongan hátt yvir, at hann tók
undir við nazismuni. Eitt nú sendi
hann í 1943 sína Nobel-medalju
til týska propagandaráðharran,
Joseph Goebbels, eins og hann
skrivaði føgur minningarorð um
Hitler.
Mong hava annars gjørt sítt
ítarsta fyri at umbera hesa síðuna
av stóra tjóðarskaldinum, eitt nú
við at royna at prógva, at hansara
hálovan av nazismuni var úrslit av
sinnisjúku og óhepnari ávirkan frá
konuni. Hinvegin ber tað illa til at
lata eyguni aftur fyri, at Hamsun
fór í grøvina uttan hvørki at
angra ella avnokta sínar politisku
sannføringar.
Eftir stendur minnið um
Hamsun sum eitt sár í norska
fólkinum, ið spríkir upp, hvørja
ferð eitt høvi at hátíðarhalda
hann, treingir seg á.
At stríð hevur tikið seg upp
um tað sømiliga í einum stórum
150-ára hátíðarhaldi fyri Hamsun,
undrar tí ongan. Men at sjálv
norska krúnprinsessan, Mette
Marit, hevur játtað at vera verji
fyri hátíðarhaldið er sum at
stroyða eyka salt í sárið, halda
mong.
Sambært Ingar Sletten Kolloen,
sum hevur skrivað ævisøgu
um Hamsun, hevði tað verið
óhugsandi, at drotning Sonia ella
Haraldur kongur átóku sær eina
slíka uppgávu, tí tey sjálvi hoyra
til krígsættarliðið
"Tú kanst ikki biðja eitt offur
stilla seg sum verja hjá einum
bøðli", sum Kolloen segði við
Aftenposten herfyri.
Gøla
Fleiri felagsskapir fyri jødar
finnast nú eisini hvassliga at
norska kongshúsinum. Eitt nú
hevur altjóða Raoul Wallenberg
felagið, ið er uppkallað eftir
svenska diplomatinum, sum
bjargaði túsundtals jødum undan
nazistunum, kallað luttøkuna hjá
kongshúsinum í hátíðarhaldinum
fyri eina stóra gølu.
"Nógvir úrmælingar vóru
nazistar, men eg havi ongantíð
hoyrt um nakran, sum bleiv
heiðraður av einu statsovasta",
segði ein heldur skelkaður
formaður fyri Raoul Wallenberg
herfyri.
Norska kongshúsið verjir seg
hinvegin við at vísa á, at tað ikki
eru politisku sannføringarnar hjá
Hamsun, men hansara ritverk,
sum verður hátíðarhildið. Ella
sum drotning Sonia tók til:
"Tað má bera til at hava tveir
tankar í høvdinum í senn og skilja
ímillum bøkurnar og menniskjað"
Byrjið her
Og tað er so spurningurin, um
tað ber til. Duga vit tað, og savna
okkum um ritverkið hjá Hamsun
sleppa vit afturfyri at kaga niður í
eitt menniskjaligt sálardýpi, sum
ongin annar rithøvundur hevur
megnað at lýst tað. Og vit síggja
ein rithøvunda, sum í sínum
bókum noktaði at lefla fyri fínara
borgaraskapinum og teirra grunnu
tvørleikum og í staðin setti uppá
at tæga menniskjaliga nervalagið
sundur, til blóðið næstan
dryppaði.
Nýggir lesrarar kunnu byrja við
meistarverkinum Sult, ið byrjar
soleiðis:
"Det var i den Tid, jeg gik
omkring og sulted i Kristiania,
denne forunderlige By, som
ingen forlader, før han har faaet
Mærker af den".
Les hana, lat teg merkja av
henni - og tak síðani støðu til,
um nazistiska lyndið hjá Hamsun
eigur at sleppa at skemma
minnið um hansara evni at skapa
skaldskap ...
Hátíðarhald
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hátíðarhald
Stóra hátíðarhaldið byrjaði mikudagin í norðurnorska býnum
Hamarøy, har Hamsun varð føddur og vaks upp.
Millum hæddarpunktini var upplatingin av einum
nýggjum Hamsun-savni. Eisini var ein stór framførsla á
skránni, ið byggir á ritverkið hjá Hamsun, har ein røð av
kendum rithøvundum og øðrum listafólkum tóku lut.
Hátíðarhaldið heldur fram alla vikuna.
Mikið stríð hevur tikið seg upp, nú
norska kongshúsið er við til at heiðra
stóra skaldinum Knut Hamsun, sum
eisin var nazistur
Stríð um
Hamsun
hátíðarhald
Nazistisku sannføringarnar hjá Knut Hamsun kasta skuggar yvir stóra hátíðarhaldið fyri mæta skaldinum
Mikudagin læt upp eitt nýtt og sermerkt Hamsun savn í
Hamarøy, sum arkitekturin Steven Holl hevur teknað