Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti Nr. 148 • 7. august 2009 Tey vánaligastu ummælini eru tey lunkaðu, tá ummælarin av eini ella aðrari orsøk ikki ynskir ella torir at koma út við sínum meiningum, sum allíkavæl eru har onkrastaðni millum reglurnar so týðuliga, at eingin lesari er í iva um, hvat ummælarin í veruleikanum meinar um listaverkið, sum ummælið snýr seg um. So lat meg bara beinanvegin koma út við tí, at Ólavsøkuframsýningin við heitinum LANDSLAG.FO/09 AVMYNDAN – UMSKAPAN – AVSKAPAN er ein vánalig og einkisigandi listaframsýning við einstøkum verkum inni í millum, sum áskoðarin óivað hevði lagt betri til merkis á eini betri framsýning, um betri var sáldað frá og um sloppið var undan fjákuta framsýningarevninum, sum beinleiðis leggur upp til pseudo- og fiduslist, og sum næstan bert Ole Wich tykist hava trivist við. Meginparturin av framsýndu verkunum hava heilt einfalt ikki støðið, sum skal til fyri at luttaka á eini framsýning á okkara tjóðarlistasavni – ein slitin setningur, men hann hevur sína heimild, so leingi sum listasavnið heldur á við at framsýna vána- list. Støðið er kanska hægri enn á framsýningini hjá Lions Club, men munurin millum ta ósensureraðu framsýningina hjá Lions Club og ta sensureraðu Ólavsøkuframsýningina er alt í verðini ov lítil. Darvandi skuggar Framsýningarhølini eru víðkað, og hetta kemur kanska onkrari framtíðar framsýning til góða. Fyri ársins Ólavsøkuframsýning tykist týdningurin av hesi plássøking heldur avmarkaður. Okkurt keðiligt er hent við ljósinum í tí annars so frálíka framsýningarhølinum, sum er farið at kasta skuggar á skák niður eftir listaverkunum. Áður hekk eitt tunt, gjøgnumskygt klæði fyri loftsvindeyguni fyri at spjaða ljósið, men hetta klæðið er nú burtur. Trupulleikin við grefligum skuggum er gjøgnumgangandi á framsýningini, men sæst kanska serliga týðuliga á stóru myndini hjá Edwardi Fuglø, sum hongur á sama veggi, sum tey á Grafiska Verkstaðnum plagdu at hanga prentini, av tí at ljósið var so gott júst har. Skuggarnir ørkymla, og tað er tí av stórum týdningi, at Listasavnið fær hongt klæði upp aftur fyri takvindeyguni sum skjótast. At herma ella ikki at herma... Darrandi ovursjónir Arnold Vegghamars plagi eg at gleða meg til, men í ár tykjast tær ikki eins sterkar, og tær hava verið áður. Tann eina “Brimstrond” minnir heilt nógv um Mikines bæði myndevnisliga og stilist- iskt. Annars eru myndevnini afturvendandi av bygdalagi, og eyðkendu monumentalu fjalla- síðurnar hevur eingin málað so ekstatiskt sum Vegghamar uttan sjálvandi Steffan Danielsen. Litavalið er í støðum broytt úr reinum litum til pastel, har litirnir eru blandaðir við hvítum. Hetta gevur í summum førum eitt heldur veikt og løgið, men ikki heilt óspennandi litspæl. Amariel Norðoy er eitt av etableraðu listafólkunum, hvørs myndir á framsýningini tykjast av handahógvi merktar. Tú kanst ikki siga, at Amariel hermir eftir nøkrum, tí til tað er hann ov egin, men kanska ber tað til at siga, at hann er farin at herma eftir sínum egnu myndum, sum hann málaði í áttatiárunum. Myndirnar hjá Eyðuni av Reyni eru fínar og nokkso meinlíkar myndunum hjá Ingálvi av Reyni. Áhugalistin Amatørlistin hevur altíð verið vælkomin á Ólavsøkuframsýning- ini, sum í mongum førum hevur verið karmur um allarfyrstu royndirnar hjá ungum og/ella óroyndum, sum í summum førum fara víðari við listini, í skúla osfr. Hetta er sera sympatiskt, men á ársins Ólavsøkuframsýning er heilt einfalt so nógv av amatørlist, at tú ikki fært eyga á teir møguligu óslípaðu diamantarnar. Astrid Macdonald hevur áður sýnt fram sama slag av langleiddum, naknum menniskja- figurum, sum eru dugnaliga gjørdir uttan serligar listarligar intentiónir fyriuttan nøkulunda naturalistiska endurgeving. Standmyndin við heitinum "Konan við leyvuni" er øðrvísi og kundi verið eitt boð uppá, hvagar Macdonald skuldi leitað, um hon ætlar nakað seriøst við listini í framtíðini. Samansetingin millum grova pappmasjéfigurin og fína readymadelutin, sum hann stendur á, er stuttlig og óvæntað, eins og dentur verður lagdur á tað vulgera og primitiva, sum er í hennara menniskjafigurum frammanundan. – Men hvar er landslagstemaið í hesum lutum? – kundi tann gløggi lesarin spurt og ja, hetta er eitt av fleiri dømum uppá, hvussu meiningsleyst og til tíðir útholað framsýningarevnið er. Yndisverkið hjá børnunum Sum áður nevnt, tykist evnið næstan sum skapt til Ole Wich, sum eisini hevur tríggjar installatiónskendar lutir við á framsýningini. "3-D Dímum" eitur ein stór standmynd, sum er gjørd av tunnum, avrundaðum jarnstongum og gummibandi. Hon minnir eitt sindur um onkran figur hjá Sigmar Polke, kanska uttan tann finurliga humorin, sum vit síggja í t.d. hansara eplahúsi. Men "3-D Dímun" var eftir øllum at døma yndisverkið hjá børnunum, sum áhaldandi mólu inn og út úr Dímunarstandmyndini, og tað LANDSLAG.AJA Óslípaðu diamantarnir drukna tíverri á ársins Ólavsøkuframsýning, ið sum heild er vánalig og einkisigandi Ummæli Kinna Poulsen blaðmaður Ein væleydnað standmynd hjá Astrid Macdonald Ein frísk mynd hjá Anniku Arge Gregoriussen 28