fríggjadagur 7. august 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 • 7. august 2009
Vikuskifti
er jú í sær sjálvum ikki so galið
skoðsmál. Í okkara tungu og
hátíðarligu standmyndatraditión
tykist henda standmyndin hjá
Wich deiliga løtt og øðrvísi.
Við støði í mátanum, sum
Mondrian skipaði sínar myndir
við grundlitunum og svørtum
og hvítum, hevur Ole Wich
gjørt nakrar myndir, sum eru
postkort- ella færøkitschkendar
og sum hann orðaspælandi nevnir
Monotóm Mondrian. Hóast
speisku tilgongdina eru hesar
myndir kanska óvæntað vorðnar
nokkso penar og væl seldar eisini.
Eg veit ikki um okkurt skeið hevur
verið um Mondrian, men Jóna
Rasmussen sipar so eisini til
sama kenda hollendska listamann
í síni fullkomiliga einkisigandi
landslagsmynd.
Lovaða landið
Edward Fuglø tykist í síni stóru
mynd "The Promised Land" eitt
sindur meira konseptuellur og
minni illustrativur, enn hann er
vanur, og tað er gott, tí tá ger tað
minni, at hansara málingarlag
kenst stirvið og óhegnigt. Á
myndini síggja vit eitt stiliserað,
horisontalt landslag við eini
ørgrynnu av gulum skeltum við
staðarnøvnum úr Ísrael, sum
samstundis eru nøvn hjá ymiskum
føroyskum samkomum. Boðskap-
urin er kanska ikki tann djúpasti,
men tónin er klæðiliga speiskur.
Ditte M. Joensen er áhugaverd
listakvinna, sum í sínum verkum
sameinir tað fotografiska og
tað konseptuella. Jóhan Martin
Christiansen er eisini konseptu-
ellur í síni listagongd og tó, at
verkini stundum tykjast heldur
tung og óforloyst, eigur hann rós
fyri í so stóran mun at halda seg
til eitt listaslag, sum vit at kalla
onga siðvenju hava fyri í Føroyum.
Skuggar darva myndini hjá Edvardi Fuglø
Framsýningarevnið er sum gjørt til Ole Wich
Ein ekstatisk fjallavisión hjá Arnoldi Vegghamar
Ólavsøku-
framsýningin
eratsíggjaí
Listaskálanum
framtil9.august
29