Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 7. august 2009 – Nr. 148 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35 Hentze aftur í B71 Tað verður Eli Hentze, sum skal standa á odda fyri besta mansliðnum hjá B71 komandi mánaðirnar. Tað skrivar Sandoyarportalurin. Fyrr í vikuni varð greitt, at Frankie Jensen ikki helt fram í starvinum. Nevndin hevði ikki funnist at úrslitunum, men sambandið millum venjara og leikarar var ikki nøktandi. - Sjálvandi skal Sandoyggin upp aftur í fremstu deildina, har tað er nógv stuttligari at vera, og har er nógv meira fokus á fótbóltinum, sigur Eli Hentze í stuttari viðmerking við kringvarp.fo. Eli Hentze var millum stuðulsleikararnar hjá B71 í árunum frá 1986 til 2008. Seinast hann stóð á odda fyri liðnum var í farna kappingarári. Fult umfar sunnudagin Sunnudagin verða fimm dystir leiktir í næstfremstu deildini. Oddaliðið VB/Sumba vitjar á Toftum hjá B68, meðan B71 vitjar í Runavík hjá NSÍ. Í Havn bresta næstbestu liðini hjá HB og Víkingi saman. Botnproppurin MB vitjar á niðara vølli í Gundadali, har FC Hoyvík tekur ímóti, meðan TB og Skála hittast á Sevmýri. Leygardagin spæla átta lið – fýra í ovaru og fýra í niðaru helvt – í móti hvørjum øðrum. Mest spennandi dysturin verður helst í Gundadali, har eitt B36 lið í kreppu tekur ímóti sterkum Víkingum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kappingin er tvíbýtt. Fimm lið liggja í ovaru helvt og fimm lið í niðaru. Í gjárkvøldið tjóvstartaðu tey í Klaksvík, har HB vitjaði. Hinir fýra dystirnir verða spældir leygardagin, tá hini liðini í niðaru helvt – AB, B36, ÍF og 07 Vestur – taka ímóti ávíkavist NSÍ, Víkingi, EB/Streymi og B68. Størst spenningur er um dystin í Gundadali, har eitt spert og nakað skert B36-lið tekur í móti Víkingi. Miðverjin Herbert í Lon Jacobsen er nevniliga uttanlands og fær tí ikki spælt. Eisini hava teir báðir álopskenduleikararnir – Jákup á Borg og Dennis Holmberg – havt onkran minni skaða at drigist við, men roknað verður við hesum. Víkingur hevur verið hart rakt av skaðum seinastu tíðina, og leygardagurin er einki undantak. Andreas Lava Olsen, Símun Louis Jacobsen og Martin Olsen eru allir sum ein skaddir. Hetta merkir, at tað verður breiddin, sum kemur at standa sína roynd og at minni royndir leikarar sleppa at royna seg. Eitt nú hevur Jógvan Martin Olsen nýtt bara 17 ára gamla Bárður Hansen í onkrum dysti, og hann hevur roynst væl. Hann sleppur helst eisini at royna seg í móti B36, sum hevur tapt 3-0 tveir dystir á rað. Hjá Víkingi hevur hepnast betri, men tað skerst ikki burtur, at teir hava brúkt ógvuliga nógva orku í hesum dystunum, fyrst í steypafinaluni, síðani í móti AB og seinast í móti B68. Rógvi møguliga við frá byrjan Í Fuglafirði ætla teir sær at koma aftur á beint, eftir at verða útspæld- ir av NSÍ mánakvøldið. Til hesa uppgávu hava teir Alex Jovevic og Nenad Saric tøkar aftur. Harumframt er Rógvi Jacobsen við at vera í so mikið góðari venjing, at tað als ikki er óhugsandi, at hann verður við frá byrjan, tá sundalagsmenn vitja. Tíverri fyri ÍF er Hanus Eliasen framvegis skaddur, og at Áki Petersen eisini hevur fingið trupulleikar við lærinum og ikki er tøkur. EB/Streymur hevur ein setning fyri, og tað er at vinna. Eyðmýkjandi tapið fyri uppflytarunum AB kunnu teir ikki hava sitandi á sær, og tí eru trý stig eitt krav. Hetta skuldi heldur ikki verið ómøguligt hjá teimum, tá allir mans – uttan Pauli G. Hansen – eru tøkir. Jóan Símun Edmundsson leikbann Stóra yvirraskilsi í ár, B68, fær vitjan av uppflytarunum 07 Vestur. Tað einasta sum er vist á Toftum er, at Jóan Símun Edmundsson, sum júst hevur fingið landsliðsboð, er leik- bannaður. Sum skilst hevur Øssur Hansen havt eitt sindur av trupulleikum við knænum, men í B68 vóna tey, at hann verður klárur. 07 Vestur hevur tað trupult – bæði so og so. Hendrik Rubbeksen er skaddur og verður ikki við. Tað sama er galdandi fyri Jovan Panic. Hetta kemur dátt við hjá liðnum, sum einans hevur vunnið ein dyst í ár. Potemkin aftur á vøllin Seinasti dysturin hetta umfarið, verður spældur á Argjum leygar- dagin klokkan 17.00. Heima menn- inir mugu vera John Hansen fyri uttan. Hann er farin av landinum í útbúgvingarørindum. Hesin var við í sigrinum á EB/ Streymi sunnudagin, men AB hevur í mun til tá eitt nú Evrard Blé og Høgna Joensen tøkar aftur. Fyrstnevndi av teimum hevði leikbann síðsta dyst, júst sum Jann Ingi Petersen hevur tað leygar dag- in. Tískil er hann ikki við NSÍ. Tað verður Potemkin hinvegin. Hann hevur vant í vikuni og verður allar helst partur av hópinum, sum fer út á Argir leygardagin. Upptakt: Toppur móti botni Dystir í Vodafonedeildini: Leygardagin, 7. august B36 – Víkingur 15.00 ÍF – EB/Streymur 15.00 07 Vestur – B68 15.00 AB – NSÍ 17.00 Á Argjum tekur AB ímóti NSÍ leygardagin klokkan 17.00 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 18 12 - 5 - 1 45 25 20 41 2 B68 17 9 - 5 - 3 37 27 10 32 3 Víkingur 17 9 - 4 - 4 32 21 11 31 4 NSÍ 17 9 - 3 - 5 38 26 12 30 5 EB/S 16 7 - 4 - 5 32 22 10 25 6 AB 17 5 - 4 - 8 15 22 -7 19 7 B36 16 4 - 5 - 7 20 31 -11 17 8 ÍF 17 4 - 4 - 9 21 27 -6 16 9 KÍ 18 3 - 5 - 10 20 38 -18 14 10 07 Vestur 17 1 - 5 - 11 25 46 -21 8 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 6 4 - 2 - 0 16 9 7 14 2 HB 6 3 - 3 - 0 11 7 4 12 3 EB/S 6 3 - 0 - 3 14 10 4 9 4 KÍ 6 3 - 0 - 3 10 16 -6 9 5 Víkingur 6 2 - 2 - 2 6 6 0 8 6 NSÍ 6 2 - 1 - 3 12 11 1 7 7 ÍF 6 2 - 1 - 3 10 9 1 7 8 B36 6 1 - 3 - 2 6 11 -5 6 9 AB 6 1 - 2 - 3 3 6 -3 5 10 07 Vestur 6 0 - 2 - 4 5 12 -7 2 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 17 10 - 4 - 3 34 25 9 34 2 B71 17 9 - 4 - 4 38 24 14 31 3 HB 17 8 - 5 - 4 36 21 15 29 4 TB 17 8 - 4 - 5 32 29 3 28 5 FC Hoyvík 17 8 - 1 - 8 22 26 -4 25 6 B68 17 7 - 3 - 7 41 31 10 24 7 NSÍ 17 6 - 4 - 7 30 35 -5 22 8 Víkingur 17 5 - 6 - 6 25 25 0 21 9 Skála 17 4 - 3 - 10 18 28 -10 15 10 MB 17 2 - 2 - 13 21 53 -32 8