fríggjadagur 7. august 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. august 2009 – Nr. 148
Ein dómarafeilur var
orsøk til, at HB vann 2-0
og ikki 1-0, tá oddaliðið í
gjárkvøldið vitjaði KÍ, sum
hinvegin ikki tók av í fyrra
hálvleiki, tá kjansirnir vóru
har
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
At KÍ mestsum altíð spælir yvir evni,
tá mótstøðuliðið er HB, gekk sjón
fyri søgn í Klaksvík í gjárkvøldið.
Enntá løgdu teir bláu so nógv fyri,
at HB ongantíð av álvara fekk víst
nógvar av teimum dygdum, ið
eyðkenna eitt oddalið. HB fekk
snøgt sagt ikki frið til tað.
Samstundis má ásannast enn
eina ferð, at KÍ sjáldan hevur
eydnuna við sær, tá festligir karmar
annars eru um ein dyst. Hesa ferð
Summarfestivalurin, ið saman við
bæði Norðoyastevnu og
Sjómannadegi hevur roynst
norðoyingum væl, men KÍ illa.
Langt var millum sjussarnar hjá
HB, og tað var líka við, at talan
kanska var um bara eina einastu
kvalitetsroynd ímóti KÍ-málinum.
Allíkavæl vann HB 2-0, uttan
nakrantíð at vísa tað stóra.
Ivadómar
Tey bæði málini hjá HB vóru einki at
reypa av. Tað fyrra skoraði Andrew av
Fløtum upp á brotsspark, tá beinini
vórðu tikin undan Fróða
Benjaminsen mitt í fyrra hálvleiki.
Býtt og óneyðugt, men at tað kundi
henda, stóðst fyrst og fremst av, at HB
fekk eitt hornaspark, tá KÍ í
veruleikanum átti málspark.
Og so var tað seinna málið fimm
minuttir fyri tíð, ið veruliga hevði
»Maradona-stíl« – men altso av tí
keðiligara slagnum, ið neyvan hugaði
nøkrum av teimum sera mongu
áskoðarunum, ið vóru til dystin.
Ikki minni í tí førinum bar til at tosa
um ein avgjørdan feil í dømingini, tá
Hanus Thorleifsson fyrst boksaði
bóltin – og sá út til at vænta, at
dómarin fór at floyta fyri frísparki til
KÍ. Síðani hælaði Hanus bóltin í málið
– og sá kanska bilsnari út enn nakar
annar, tá hetta var viðurkent sum
mál!
Tóku ikki av
Munurin, sum annars var á liðunum,
var ikki stórur, men KÍ gjørdi klárt
fleiri feilir enn HB, sum tóktist hava
tamarhald á dystinum. Serliga var
Hans á Lag ein brandur, ið veruliga
vísti, hvussu virðismikil hann er fyri
oddaliðið, tá mest umræður.
KÍ kendi snøgt sagt ikki sína
vitjunartíð, og tá Kristoffur
Jacobsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím
Elttør og Páll Klettskarð ikki fingu
gagnnýtt sínar størru og smærru
kjansir, skal ikki altíð so nógv til, at
tað í staðin endar við tapi – serliga
ímóti einum betri liði.
KÍ, sum hevði sínar bestu løtur í
fyrra hálvleiki og í sambandi við
nakrar av deyðbóltsstøðunum í
seinna, fekk hálvavegna reist seg
aftur eftir smeitin við Margáir. Men
framvegis sær liðið ikki betur út,
enn stigatalvan sigur…
Ikki nøktandi
– Eg haldi, at í løtum høvdu vit
bóltin nógv og royndu at trýsta
teir eitt sindur, og tað var gott.
Men at vit ikki fingu stig, var ikki
nøktandi, tá vit eru í tí støðu, vit
eru í, segði spælandi venjarin og
málmaðurin hjá KÍ, Jákup
Mikkelsen.
Tveir av spælarunum, KÍ
hevur styrkt seg við, Atli
Danielsen og Todi Jónsson, vóru
ikki við frá byrjan. Atli hevur
havt ilt í fótliðinum og vildi
byrja uttanfyri, meðan Todi, sum
annars var við í upphitingini
undan dystinum, valdi ikki at
vera við, tí hann enn hevði
trupulleikar við lúskuni.
– Atli kom so inn í seinna
hálvleiki, meðan Todi ikki var við
hesa ferð. Honum fáa vit brúk
fyri í komandi dystunum,
staðfesti Jákup Mikkelsen.
hil
Arbeiðssigur
Andrew av Fløtum, sum við
brotssparki legði HB á odda í
fyrra hálvleiki, var væl nøgdur
við bæði úrslit og innsats ímóti
KÍ, hóast tað kanska ikki sá út av
so nógvum:
– Hetta var ein arbeiðssigur.
Vit vistu, at tað fór ikki at vera
nakar lættur dystur og at teir
fóru at koma við øllum, tí KÍ
hevði tapt 7-0 síðsta dyst. Tað
bleiv heldur ongantíð vakurt
spæl, ásannaði hann.
– Í fyrra hálvleiki fluttu vit
spælið væl niðan á teirra hálvu,
og teir spældu upp á sína styrki,
sum er teir skjótu menninir. Í
seinna hálvleiki spældu vit
skilagott og løgdu okkum
aftarlaga at bíða eftir teimum.
Hans á Lag gekk undan fyri HB í
dystinum ímóti KÍ í gjárkvøldið, har Páll
Klettskarð og hinir á KÍ-liðnum ofraðu
seg – men til fánýtis
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
HB trý stig í hondina
KÍ-HB 0-2 (0-1)
0-1: Andrew av Fløtum, 19. (br.)
0-2: Hanus Thorleifsson, 85.
Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda & Jan Skoradal
KÍ: Jákup Mikkelsen – Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Jan
Andreasen, Rudolf Eliasen – Heðin á Lakjuni (Atli Danielsen, 62.),
John Hammer, Høgni Madsen (Niels Pauli Danielsen, 87.), Kristoffur
Jacobsen (Steffan Kalsø, 72.), Hjalgrím Elttør – Páll Klettskarð
HB: Marcin David – Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe,
Poul Thomas Dam – Bjarni Jørgensen (Jógvan Rói Davidsen, 63.),
Fróði Benjaminsen, Milan Kuljic, Páll Mohr Joensen (Kári Nielsen, 59.),
Rógvi Poulsen – Andrew av Fløtum (Hanus Thorleifsson, 81.)
Gult kort: Rógvi Poulsen, Rasmus Nolsøe
FAKTA
Keflavík kjølhálað
Tað hilnaðist illa – heilt illa – tá ið føroyski landsliðsspælarin, Símun
Samuelsen, og liðfelagar hansara í Keflavík í kvøld spældu á útivølli ímóti
Fram. Heimaliðið vann 5-0!, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0.
Málini í 1. hálvleiki vóru bæði skorað fyrsta korterið. Símun Samuelsen var
á vøllinum allar 90 minuttirnar. Hann hevði onkrar skotroyndir, men tað
eydnaðist hvørki honum ella nøkrum av liðfeløgunum at skora mál. Úrslit í
gjárskvøldið: Breiðablik-Fylkir 1-0, Grindavík-Valur 3-1, Stjarnan-FH 1-4 og
Fram-Keflavík 5-0. Støðan: FH 40 stig, KR 27 stig, Fylkir 26 stig, Keflavík 24
stig, Stjarnan 23 stig, Valur 20 stig, Fram og Breiðablik 18 stig, Grindavík 15
stig, ÍBV 14 stig, Fjölnir 12 stig og Þróttur 11 stig.
Niclas Niclasen úttikin
Niclas Niclasen verður við í føroyska
landsliðshópinum, sum mikudagin í komandi viku
fær vitjan av Fraklandi. Verjuleikarin hevur fingið
boðini fyrrapartin. Vagnur Mohr Mortensen gav í
gjár avboð til dystin vegna skaða. Hann hevur
drúgva skaða at dragast við í fótinum. Og 30 ára
gamli Niclas Niclasen, sum ongantíð áður hevur
verið í landsliðshópinum, skal loysa hann av.