fríggjadagur 7. august 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 7. august 2009
Dramatiska hæddar
punktið í dystinum
millum KÍ og HB var,
tá Hanus Thorleifsson
ímóti endanum boksaði
bóltin beint framman fyri
KÍmálinum og síðani
hælaði hann inn – og fekk
málið viðurkent…
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– Eg haldi, at tað var bara eitt
refleks, sum gjørdi, at eg leyp upp
og sló bóltin. Tá eg fann útav, hvat
eg hevði gjørt, ivaðist eg ikki í, at
dómarin fór at døma fríspark til KÍ. Í
irritatión inn á meg sjálvan, tí eg
hevði brúkt hondina, smekkaði eg
hælin eftir bóltinum, sum endaði í
málinum. Men eg trúði ongantíð, at
tað skuldi blíva viðurkent sum mál.
Soleiðis greiddi Hanus
Thorleifsson eftir dystin í Klaksvík
frá hendingini, tá hann brádliga
gjørdist miðdepil í óvæntaðum
dramatikki, sum endaði við, at hann
gjørdist málskjútti og HB vann 2-0.
Nokk so sigandi fyri støðuna var
eisini, at Hanus einki gjørdi
burturúr, tá bólturin var endaður í
málinum. Heldur sá hann út til at
vera foyur og ikki sørt illa við av
støðuni.
Men dømt er dømt, og beint eftir
dystin vóru eisini aðrir spælarar
samdir um, at dómarin í Klaksvík,
Petur Reinert, hevði avgreitt
støðuna við rættiliga óhepnari
hond. Men hinvegin, so ber ikki til
hjá honum at døma annað enn tað,
ið hann sær.
»Øll sóu tað«
– Eg sá, at Hanus tamdi bóltin við
bringuni og at Jákup kom út. So
veit eg ikki, um hann sló bóltin ella
hann kom í hondina á honum. Men
eg ivaðist so ikki í, at bólturin kom í
hondina á honum, og tað er spell,
segði Andrew av Fløtum, sum fáar
minuttir frammanundan var blivin
avloystur á vøllinum av júst Hanusi.
Spælandi venjarin og
málmaðurin hjá KÍ, Jákup
Mikkelsen, var somuleiðis ivaleysur
í, at Hanus sló bóltin og at KÍ fór at
fáa fríspark:
– Hatta var ein hondbóltur ella
kanska ein flogbóltur, tí hann sló ið
hvussu er bóltin upp um meg og
inn í málið. Øll sóu tað, uttan
dómarin og hjálpardómarin. Og um
tú spyrt Hanus sjálvan, sigur hann
nokk tað sama, at bólturin kom í
hondina á honum, segði málverjin,
ið eisini helt, at brotssparkið til KÍ í
fyrra hálvleiki var ein dómarafeilur,
tí Fróði Benjaminsen skuldi havt
tveitt seg:
– Eg segði eisini við dómaran, at
hann floytaði av ov tíðliga, tí hevði
hann spælt eina løtu aftrat, hevði
hann kanska fingið »hattrick«, segði
Jákup Mikkelsen, ið somuleiðis
umrøddi Petur Reinert sum ein
»órutineraðan dómara«.
Óheppin í Klaksvík
Dómarin sá annars út til at standa
rímiliga væl fyri, tá alt hetta við 2-0
málinum hendi, men onkursvegna
kann hann ikki hava sæð tað, tí
hann dømdi so mál, hóast tað
rættasta hevði verið fríspark til KÍ
og í øllum førum gult kort til Hanus
Thorleifsson.
Heldur ikki var líkt til, at
hjálpardómararnir, Jan á Líðarenda
og Jan Skoradal, sóu sjálva
hendingina, tí so høvdu teir væl
gjørt vart við seg beinanvegin.
Eftir stendur, at tað verður
neyvan úr Klaksvík, at Petur Reinert
fer at hava síni bestu dómaraminni
hetta kappingarárið, tí tá KÍ og EB/
Streymur spældu hóskvøldið 21.
mai, yvirsá hann eitt brotsspark til
Sorin Anghel hjá EB/Streymi, ið
hann tvørturímóti takseraði til
filming, sum gav Sorin gula kortið
fyri.
Eftirfylgjandi fekk táverandi
venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður
Clementsen, karantenu í tveir
dagar, tí hann í samrøðu við Rás 2
beint eftir dystin millum annað
brúkti orðið »fanansaktigur« um
dómaran.
Eftir at hava sæð
sjónbandsupptøkur av hendingini
nakrar dagar eftir dystin, viðgekk
Petur Reinert, at hann hevði sæð og
upplivað støðuna øðrvísi, enn hann
nú sá hana á sjónvarpsskíggjanum:
– Eg skal vera tann fyrsti at
viðganga tað, tá eg geri ein feil, og
hetta er ein av teimum stóru, segði
Petur Reinert ta ferðina.
Við óhepnari hond
Fleiri KÍ-arar royndu at
mótmæla hjá dómaranum
eftir »hondbóltin«. Fremstir
standa Hjalgrím Elttør, Jákup
Mikkelsen og Atli Danielsen
í orðaskifti við Petur Reinert,
meðan Høgni Madsen og Hanus
Thorleifsson, ið átti hondina á
bóltinum, aftanfyri standa og
kjakast í sínum lagi
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir