Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 148 - 7. august 2009 Verkætlan Í verkætlanini verða mátingar og numerisk model brúkt at greina ávirkanina frá nótum og fiski á vatngóðskuna innan aling á sjónum. Numeriska modeleringin fevnir m.a. um modelering av streymi ígjøgnum og kring alinótir á sjónum, meðan mátingarnar fara fram á sjónum kring eitt alibrúk í Føroyum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fiskaaling og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, har tann PhD- lesandi kemur at arbeiða saman við royndum granskarum í Føroyum og úti í heimi. Ynskiligir førleikar til PhD-lesandi • góða universitetsútbúgving í náttúruvísindi ella verkfrøði, t.d. innan havfrøði, veskumekanikk, alivísind, evnafrøði, lívfrøði, alisfrøði og støddfrøði • áhuga fyri aling og umhvørvi • hegni til projektarbeiði, numeriska modelering, feltarbeiði og greinaskriving • royndir við gransking og menning, góðan mál- og telduførleika Meira fæst at vita um starvið frá Øystein Patursson, granskara, tlf.: 214787, oystein@fiskaaling.fo, Ingolf Joensen, stjóra, tlf.: 214747, ingolf@fiskaaling.fo, ella á www.fiskaaling.fo har m.a. verkætlanarlýsing er at finna. Umsókn Umsókn við ævisøgu (C.V.) og avriti av prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til: P/F Fiskaaling, Við Áir, Att.: Øystein Patursson, FO-430 Hvalvík. Umsóknarfreistin er 15. august 2009. PhD-lesandi Fiskaaling hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til PhD- verkætlanina »Vatngóðska innan aling á sjónum«, og vit søkja í hesum sambandi eftir PhD-lesandi til verkætlanina. Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum arbeiðir við gransking og menning innan alivinnuna og framleiðir tosk, síl og laks til føroysku alivinnuna. Virksemi á Fiskaaling er góðkent eftir ISO 9001:2000 standardinum. Felagið leggur dent á altjóða granskingarsamstarv við granskingarstovnar og vinnulív. Á Fiskaaling starvast 5 granskarar, 2 PhD-lesandi og 12 fólk við royndum innan røkt, lívfiskaarbeiði og framleiðslu. Harafturat eru 2 granskarar uttanlands knýttir at felagnum. Tú lærir at nýta málið sum amboð á ein góðan og føltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislívi Lærari: Lena Reinert Tíðarskeið: 31. aug. - 18. nov. 2009 mánadag og mikudag, kl. 09.00 - 11.30 leygardagin 3. oktober kl. 09.00 - 14.30 Próvtøka: 23. og 25. november 2009 Fortreytir: Skeiðið er ætlað teimum, ið hava føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi Tilmelding: Tilmeldingarskjal finnur tú á www.setur.fo Tilmeldingarfreist: 17. august 2009 Skeiðsgjald: kr. 4.000,00 Næmingatalið er avmarkað. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðsbyrjan Skeiðs- og próvtøkugjald: konto 9870 428.097.1 viðm. navn og skeið Skeiðsstaður: Fróðskaparsetur Føroya Jónas 100 Tórshavn Upplýsing um skeiðið: Setursskrivstovan Tlf. 352500 ella setur@setur.fo Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum Fróðskaparsetur Føroya FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo bjóðar í heyst skeið í føroyskum í Suðuroyar Sparikassa Broncks gøtu 25, 4. hædd Mynd: sxc.hu/profile/chrissi & sxc.hu/profile/demordian Við hesum verður HVS-arbeiðið viðv. umvæling av heimi fyri fólki við autismu í Klaksvík boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um um- og uppíbygging av verandi sethúsum til stovn. Húsini eru 500m2 til víddar og eru í tveimum hæddum. Kjallarin er 255m2 og 1. hædd er 245m2. Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-100 Tórshavn Fríggjadagin 21. august 2009, kl. 14.30. Ástaðarfundur verður fríggjadagin 14. august 2009 klokkan 10.00 Útbjoðingartilfarið kann bíleggjast, við at venda sær til: Landsverk á teldupostadressu: meda@lv.fo og telefon 540 877 Kontaktpersónur, telefonnummar og vinnutal skulu upplýsast. Útboðstilfarið verður bert útflýggja gjøgnum teldupost. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Kelduskákið 2, Klaksvík Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika - uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?