Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 7. august 2009 47 Samskip søkir hálvtíðar skrivstovufólk til innflutningsdeildina Starvslýsing: Sum skrivstovufólk á innflutnings- deildini hevur tú regluligt samskifti við viðskiftafólk í Føroyum og uttanlands. Tú tekur tær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði, sum í høvuðs- heitum fevnir um fakturering, tollavgreiðslu, innan- og uttanhýsis sølu, eftirlitsuppgávur og arkivering. Førleikakrøv: Fyrimunur er, um tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir. Vit leggja dent á ágrýtni, dugnaskap, nærlagni, miðvísi og tænastusinni, og at starvsfólk okkara ikki lata seg taka av fótum, um stundum trýst er á. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum. Vit bjóða: • Eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv í heimligum og altjóða umhvørvi. • Góðar møguleikar fyri persónligari menning. Setanartreytir: Starvið er hálvtíðarstarv og verður lønt sambært avtalu, sum er treytað av útbúgving og royndum. Viðkomandi kemur at starvast á skrivstovu okkara í Tórshavn. Umsókn: Send umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum til: Samskip P/F Yviri við Strond 23 Postsmoga 3255 110 Tórshavn Merkt: “Umsókn” Umsóknarfreistin er 17. august 2009 kl. 12.00. Starvið verður sett 1. september 2009. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joel undir Leitinum, stjóra, á telefon 23 88 11 Fyrirtøkan Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutnings- fyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í 2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini.. Tvey skip, á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum. Savnvørður Søkt verður eftir avloysara fyri savnvørð á fólkalívsdeildini á Føroya Fornminnissavni við setan skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 30. september 2011. Starvsøki Fólkalívsdeildin tekur sær av fólkalívsfrøðiliga rannsóknar- og granskingarvirksemi stovnsins og varðar av søvnum, ið viðvíkja yngri tíð, miðlingini av virkseminum, herundir framsýn- ingargerð. Starvið umfatar eisini røkt og menning av talgildum skráum og veitan av fakligari ráðgeving til bygdasøvn. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving í fólkalívsfrøði ella søgu. Harumframt vænta vit, at tú: - hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt - ert røkin og hevur evni og vilja at samstarva - ert opin fyri førleikamenning - hevur royndir í savnsarbeiði og miðling - dugir at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum - hevur góðan kunnleika til vanlig telduforrit. Lønar- og setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis- felag. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við skiftandi uppgávum og nógvum samskifti inn- og úteftir. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, ævisøgu (CV) og øðrum skjølum, upplýsingum um royndir og førleika v.m. skal sendast til: Føroya Fornminnissavn Kúrdalsvegur 16 Postrúm 1155 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. august 2009. Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Andras Mortensen, stjóra, á telefon 310700, andrasm@fornminni.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið. SAVNVØRÐUR Føroya Fornminnissavn er stovnur undir Mentamálaráðnum. Fornminnissavnið er skipað í fyrisiting landsantikvarsins, fornfrøðideild, fólkalívsdeild og bygningadeild. Fyrisiting og deildir eru á Kúrdalsvegi 16 í Hoyvík, meðan framsýningarhølini eru i Brekkutúni 6 í Hoyvík. Sí annars heimasíðu savnsins, www.fornminni.fo. STEPHANSSONS HÚS