Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 149 - 10. august 2009 Nú Postverk Føroya hevur fingið navnabroyting til Posta, hava fólk havt úr at gera við at finna nýggj heiti til almennar stovnar. Vit nevna nøkur teirra her. Fleiri eru tikin av Facebook, og tit har heima kunnu heilt sikkurt leggja nógv fleiri afturat Stinka, Lukta, Kukka, Tyrva MBM Mjólka Taks Kradda, Lokka Almannastovan Ridla, Nassa Rúsan Kulka, Tosta, Sutla, Bunkra Fólkaskúlin Skulka, Dumpa, Pisa Frímerkjadeildin Slikka Svimjihøllin Drukna MRCC Søkka Fólkaheilsuráðið Tuska Veðurstøðin Kanska Alv Virka Løgreglan Lurka, Ruska Heilsufrøðiliga Starvsstovan Stongja Líkbilurin Doyggja Fornminnissavnið Dusta Ráðið fyri ferðslutrygd Krasja Mentamálaráðið Køva Strandfaraskip Landsins Spýggja Løgtingsins Umboðsmaður Lurta Brúkara umboðs­ maðurin Brúka Fiskiveiðieftirlitið Fanga Fjarskiftiseftirlitið Avlurta, Lúra, Sneyta Samvit Hvørva Príseftirlitið Dýra, Kosta Vága Floghavn Lenda, Glíða SEV Lýsa, Tendra Skipaeftirlitið Sigla Almannamálaráðið Spara, Pína, Níva Løgtingið Roksa, Sprella, Dolka, Vøsa Matrikulstovan Máta, Strika Ríkisumboðið Bestemma Føroya Rættur Døma Ákæruvaldið Bíða Føroya Kærustovnur Klaga, Grenja Uttanríkisráðið Ridla Kringvarpið Sløkkja er bara byrjanin Lagt til rættis: Heri Simonsen og Rigmor Dam CIA fekk loyniligt avrit Í 1948 gav danska fregnartænastan amerikonsku fregnartænastuni CIA eitt avrit av sínari skjalagoymslu við upplýsingum um danskar ríkisborgarar og teirra politisku viðurskifti. Tað skrivaði Jyllands-Posturin í gjár, og upplýsingarnar hevði blaðið úr einari frágreiðing, sum tann sokallaða PET-kanningarnevndin legði fram tann 24. juni. At CIA fekk eitt avrit komst, at danir vildu tryggja sær eitt avrit, um tað skuldi hent, at danska fregnartænastan bleiv noydd at koyra savnið burtur, um russar skuldu hersett Danmark undir Kalda Krígnum. Kongshúsið fyrimynd Meirilutin av teimum politisku flokkunum í Danmark halda, at kongshúsið eigur at virka sum fyrimynd, nú Danmark er vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnuni hjá ST seinni í ár og skal royna at fáa eina altjóða semju um at tálma avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Ejvind Vesselbo, sum er umhvørvisfrásøgumaður hjá Vinstra, sigur við donsk bløð, at tað hevði gagnað málinum, um kongshúsið gekk undan í hesum føri. Formaðurin í Fólkatingsins umhvørvisnevnd, SF-arin Steen Gade, sigur tað sama, og Sosialdemokratarnir eru av somu uppfatan, skriva bløðini.