Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 149 - 10. august 2009 Eingin bankapakki afturat Teir seinastu dagarnar hava fleiri danskar fyritøkur mælt stjórnini til at koma við einum bankapakka afturat í heyst, men sambært Børsen sleppa fyritøkurnar at bíða til fánýtis. Lene Espersen, búskapar- og vinnumálaráðharri, sigur við blaðið, at tær fimm milliardir krónurnar, sum eru í tí nýggja kreditpakkanum hjá stjórnini, loysa teir trupul- leikarnar, sum bankapakki II ikki loysti. Tí er ikki tørvur á enn einum bankapakka, sigur hon. Lene Espersen vil tó ikki útiloka, at tað kann gerast neyðugt við enn einum bankapakka, tí taka onnur lond slík stig, má Danmark fylgja við fyri at varðveita kappingarførið. Sparingar fara at svíða Tað er ikki bara samgongan í Føroyum, sum arbeiðir við sparingum á fíggjarlógini. Tað er samgongan í Grønlandi eisini, og tann grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Palle Christiansen, ásannar, at summi fara at kenna sviðan av, at politikararnir tátta fíggjarpolitikkin. Men sam- gongan í Grønlandi ætlar ikki bara at spara. Talan verður eisini um nýggj- ar inntøkur, og teirra millum er eitt avgjald fyri fiskirættindi uttanskers. Eitt annað tiltak er, at samgongan ætlar at steðga tollfríari rúsdrekka- og tubbakssølu eit tíðarskeið fyri at fáa meiri pengar í landskassan. Upp- skotið til fíggjarlóg fyri 2010 kemur tann 30. september. Í annaðkvøld klokkan 19:30 fer franski vara- sendiharrin í Keyp- mannahavn, Thomas Wagner, at halda fyri- lestur í Miðlahúsinum, hann nevnir »Euro­ pean challenges, a  French perspective« Tað er í sambandi við fótbóltslandsdystin millum Føroya og Frak- land á Tórsvølli miku- dagin 12. august 2009, at Thomas Wagner, First Counsellor á fronsku ambassaduni í Keypmannahavn, vitjar Føroyar. Í hesum sambandi skipar franski konsulin í Føroyum, Julianna Klett, saman við Vinnu- húsinum fyri áhuga- verda fyrilestrinum. Fyrilesturin, sum er al- mennur, verður í Miðla- húsinum týskvøld­ið 11.  august kl. 19:30. Um Thomas Wagner er at siga, at hann hevur lisið Political Science og hevur arbeitt innan franska Uttanríkisráðið síðan 1993. Tomas Wagner er serfrøðingur innan trygdarpolitikk og hevur m. a. arbeitt í Chad, við ST í Geneve og í Nato í Brussel. Síðan 2007 hevur hann verið næsti maður hjá franska ambassadørin- um í Keypmannahavn. Fyrilestur Tíðindaskriv Hvør skal strúka skjúrtur- nar, tá maðurin ikki dugir, og konan ikki vil? Hetta er heiti á fyrilestri, sum Kristine Strecker Hestbech heldur fyri Demokratia mánakvøldið 10. august. Fyrilesturin snýr seg um avbjóðingar í mun til javn- støðu, bæði í samfelagnum og heima við hús. Kristine Strecker Hest- bech er útbúgvin gudfrøð- ingur. Hon er 41 ára gomul og hevur verið prestur í 12 ár, bæði í Danmark og í Føroyum. Kristine Strecker Hest- bech var limur í familju- og arbeiðskommisjónini, sum danska stjórnin setti til at gera frágreiðing um javnvág millum arbeiði og familjulív. Hendan javnvág kann vera torfør at raka hjá nógvum, og er ofta orsøkin til, at ser- liga kvinnur, ið hava fam- ilju, ikki átaka sær alt ov stóra ábyrgd í arbeiðslívin- um, eitt nú sum politikarar. Kristine Strecker Hest- bech skipar eisini fyri píla- grímsferðum, bæði í Dan- mark og í Føroyum. Hon er væl umtókt í Føroyum. Hennara tiltøk eru væl vitjað, og hon hevur evnini at bera ein boðskap fram á ein greiðan hátt, so at hann røkkur út til nógv fólk. Hetta kvøldið tosar hon so um avbjóðingar í mun til javnstøðu í sam- felagnum og í familjuni. Hesin fyrilestur er ein av mongum, sum Demokratia skipar fyri fyri at økja um javnstøðu í politikki. Fyrilesturin verður í Løks- høll, Rókavegi 1, í Runavík. Tiltakið er alment og ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Demo- kratia, sum skipar fyri. Avbjóðingar í mun til javnstøðu Evropisk avbjóðing úr fronskum sjónarhorni skrásettir grannskoðarar J.C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 110 Tórshavn Telefon: 309400 Fax: 309409 roknskap@roknskap.fo Roknskaparfelagið Grannskoðan U Ársfrásøgn U Bókhald MVG U Skatt U Ráðgeving Vegna summarfrí er skrivstovan afturlatin frá 10. aug. til 28. aug. 2009 Í løtuni uppliva vit eina sanna innrás av tvístertum. Frægastu ráðini eru at sproyta við eiturevni og ikki at hava gras heilt inn til grundina, sigur Dorete Bloch, lívfrøðingur tvístertuplága Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Eingin veit um so nógvar tvístertur, vespur og onnur ódámligar verur, sum hava gjørt lívið súrt hjá nógvum í summar. Summarið hevur verið so lýtt, og tað er óivað ein orsøkin til, at tað eru so nógvar tvístertur í ár. Van- liga kemur tann stóra inn- rásin av tvístertum ikki fyrr enn í august, men í ár var tvístertan fyrr á veg. Nógv fólk hava gremt seg um nógvu tvísterturnar. Tær eru ikki vandamiklar, og tær býta ikki, men tað er einki serligt at vakna, og tvístertur eru at finna í songini, í klæðum, í skáp- um, í mati ella í borð- lappum. Sambært Dorete Bloch, er tað ikki lætt at halda tvístertunum úti. Plágan er størst í nýggjum húsum og í húsum við flagtaki. Tað besta at gera er fyri at forða tvístertunum í at sleppa inn, er at lata vind- eyguni aftur. Hetta ber tó illa til um summarið, tá ið tað er lýtt, og sólin skínur. Eini ráð eru ikki at hava gras heilt inn til grundina, og at grasið longur burturi frá húsunum er væl sligið. Tað ber til at koyra eitur fram við grundingini, so tvísterturnar doyggja, ætla tær at krúpa inn. Eru fleiri tvístertur komnar inn, kanst tú sproyta tær við eiturevni. Dorete Bloch, leiðari á djóradeildini á Føroya Nátt- úrugripasavni, mælir til at brúka eiturevni við pyrethr- in ell pyrethrum í, tí hesi evni eru tikin úr plantum og eitra bert skordjór. Tvístertur hava smáar veingir, og tað skuldi verið prógv um, at tær kunnu flúgva, sjálvt um fá hava sæð tvístertu á flogi. Hevut tú ikki hug at fara í hernað móti tvístertunum, noyðist tú at brynja teg við toli til í heyst, tá ið tær grava seg niður fyri veturin. Men í mars koma tær aftur. Fólk verða svøk av tvístertum Kelda: Bloch, D. 2006. Føroysk skaðadjór. Tvísterta. Frøði s 24-25. Kristine Strecker Hestbech