mánadagur 10. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 149 - 10. august 2009
Morskot viknað
Tann tropiska ódnin Morskot, sum herjaði útsynningspartin
av Kina um vikuskiftið, er viknað og er nú flokkað sum ein
tropiskur stormur. Kinesisku myndugleikarnir fluttu næstan
eina millión fólk burtur frá strondini, og sambært fjølmiðl
unum kravdi ódnin eitt mannalív, og fýra fólk fingu skaða.
Meiri enn 2.000 hús eru oyðiløgd, skrivar tann almenna
tíðindastovan Xinhua. Áðrenn ódnin kom inn yvir Kina,
hevði hon herjað Taiwan og elvt til ta ringastu vatnflóðina
har tey seinastu 50 árini. Í Taiwan kravdi Murskot 12
mannalív, og 52 fólk eru ikki komin afturíaftur.
40 doyðu av bilbumbum
41 fólk doyðu, og minst 156 vórðu særd í tveimum bumbu
atsóknum í Irak tíðliga í morgun. Í Mosul har norðuri í
landinum brustu tvær bilbumbur, og sambært myndugleik
unum kravdu tær 25 mannalív, og 75 vórðu særd. Næstan
samtíðis var ein hørð bumbuspreinging í útsynningspartin
um av Bagdad. Her doyðu 16 fólk, og 81 vórðu særd. Hetta
er annar ógvusligi bumbudagurin í Irak ta seinastu vikuna. Í
síðstu viku drap ein sjálvmorðsbumba 38 fólk uttan fyri eina
shiamuslimska mosku í Mosul.
tíðindi
Stóri trubadururin,
Birni Dam, náddi at
ódeyðiliggera seg við
fleiri fólkakærum
slagarum – millum
aðrar Rasmus
– áðrenn hann alt ov
ungur fór higani
TÓNLEIKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Næstseinasta vikuskifti var
Stokkseyra festivalurin hild
in við føroyskum døgum.
Eisini Simme var við í
sambandi við, at tað í ár eru
liðin júst 50 ár síðani hann
á fyrsta sinni var í Íslandi
og spældi.
Høvuðssangurin var Ras
mus, sum longu tá hann
varð spældur inn á plátu í
1958, gjørdist ógvuliga væl
umtóktur í Íslandi.
Tá vit í blaðnum fríggjadag
in skrvaðu, at Simme hevði
gjørt orð og lag til sangin, so
er hetta ikki heilt rætt.
Í 1956 kom Birni heim
úr fjareystri, og vit fylgdust
heim við Tjaldrinum úr
Keypmannahavn. Har um
borð var sum altíð sangur
og skemt, og Birni vildi
syngja ein sang, sum hann
hevði roynt til eina skóta
veitslu, men hann var ikki
liðugur. Vit fóru niðurundir
við gittara, og klokkan 4
um morgunin var hann
borðbarur. Tá ið vit komu
heim, gjørdi eg hann lidnan
millum annað við 3. ørindi,
greiðir Simme frá um
upprunan til Rasmus.
Birni
Dam
lærdi
til
telegrafist og fór útlærdur
burtur at sigla, men spældi
saman við millum øðrum
Simma, tá hann var heima.
Sum nevnt gjørdi Birni
eina røð av sera væl um
tóktum og nú ódeyðiligum
sangum, so sum Eitt sunnu
kvøld í plantasjuni (ið er
valdur til aldarinnar sang),
Á bátadekki, Nú í kvøld,
Hvønn ein mánadag og so
Rasmus í Gørðum saman
við Simma, umframt fleiri
aðrar.
Birna Dam var tíverri
ikki langt lív lagað, og hann
fór higani í 1980, bert 43
ára gamal.
Til Íslands
Eg kom í hóslag við
Connie og systkini gjøgnum
musikkin í 50unum, Birni
spældi av og á í orkestri
saman við mær, og Connie
var uppií sanginum í Tón
leikafelagnum,
sigur
Simme Jacobsen.
Tað var í 1956, at Rasmus
í Gørðum sá dagsins ljós,
og árið eftir gjørdist møgu
leiki fyri at taka upp og
senda víðari.
Útvarpið kom í 1957, í
røttu løtu til at gera innspæl
ingar at varpa út, og seinni at
gera til grammofonplátur.
Vit blivu biðin um at koma
til Íslands í 1959, tí plátan
við Rasmus var blivin so væl
umtókt har yviri. Men tað
visti so illa til, at Birni var
butur, tá ið vit skuldu yvir, so
eg mátti syngja Rasmus. Tað
var við ringum tannabiti,
men tað eydnaðist so væl, at
eg tann dag í dag eri syn
onymur við Rasmus í Íslandi,
sigur Simme Jacobsen.
Nicolina var við í ferðini
og bleiv kend fyri sínar
sangir, harumframt vóru
Jórun Dam, systur Connie,
og Jórun Dam Jacobsen,
systkinabarn Nicolinu, við
í ferðini, og hesar fýra settu
dám á framførslurnar.
Men sum sagt, Birni átti
hugskotið til Rasmus, og
vit samarbeiddu um fleiri
sangir, nakað sum Lennon
Mc.Cartney, umframt at vit
gjørdu sangir hvør sær,
sigur Simme Jacobsen.
Birni eigur Rasmus
Tveir ungir tónleikarar, Birni Dam og Simme Jacobsen
Myndaánari: Simme Jacobsen
Ein ferðsluvanlukka
í Vági fríggjadagin
kravdi eitt mannalív,
og umframt tað
vóru tvey onnur
ferðsluóhapp um
vikuskiftið
POLITIRAPPORTIN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Her í Havn hevur verið
óvanliga lítið at gjørt um
vikuskiftið, sigur vakthav
andi á politistøðini.
Talan hevur í grundini
bert verið um tvær hend
ingar, har serliga hin eina tó
var ógvuliga álvarsom.
Talan var um ein 16ára
gamlan drong, sum hótti
yngri børn at sláa ein 15
ára gamlan, ella skuldi hann
hølva viðkomandi av. Hetta
fekk ein 13ára gamlan at
sláa tann 15ára gamla, sum
umframt sløg og spark fekk
nøsina brotna. Tann 16ára
gamli er handtikin og skuld
settur fyri harðskap og
hóttanir.
Í hinum førinum var talan
um tveir ungar dreingir, sum
koyrdu runt í Havnini í bili
við einari leikaskammbyrsu,
sum
skjýtur
plastkúlur.
Skammbyrsan er gasslødd,
og tí kunnu plastkúlurnar
gera skaða. Hartil líkist hesin
einari veruligari skammbyrsu.
Teir koyrdu fram við einum
pápa sum var gongutúr við
seks ára gamla soninum, og
teir gjørdust sum vera mann
sera
skakkir.
Løgreglan
steðgaði ungu dreingjunum,
sum fingu nøkur álvarsorð
við á vegnum.
Tað, sum fyrst og fremst
hevur eyðkent vikuskiftið,
eru
ferðsluvanlukka
og
ferðsluóhapp.
Fríggjanáttina varð ein
bilførari tikin fyri at koyra
ávirkaður. Hann var komin
úr norðoyatunlinum, men
tá hann skuldi snara oman
til Leirvíkar koyrdi hann
bara beint fram og niðan í
bøin. Løgreglan staðfesti,
at førarin var ávirkaður.
Doyði í ferðsluni
Um 15.30tíðina fríggja
dagin hendi ein ferðslu
vanlukka suðri í Vági, sum
kravdi eitt mannalív.
Ein 77ára gamal maður
kom koyrandi á einum
prutli aftan fyri ein vøru
vogn. Hann hyggur burtur
eina løtu út á fjørðin og
varnast tí ikki, at vørubilurin
steðgar. Úrslitið er, at hann
rennir upp í reyvina á vøru
bilinum og smekkar høvdið
í. Maðurin varð beinanvegin
fluttur á læknamiðstøðina í
Vági, men var deyður, tá
hann kom vegin fram. Mað
urin koyrdi við ongum
hjálmi, nakað sum han altíð
gjørdi.
Seinni fríggjadagin fekk
ein bilførari klipp í koyrikort
ið fyri at yvirhála í Hovs
tunlinum.
Klokkan
5.30
leygar
morgunin varð ein ung
genta tikin í Klaksvík fyri
at koyra við kenning, og
klokkan 4 til 4.10 vórðu
tveir bilførarar somuleiðis
tiknir fyri at koyra við kenn
ing inni í norðoyatunlinum.
Seinasta ferðsluóhappið
hendi
í
vágatunlinum
klokkan umleið 21.45 í
gjárkvøldið, tá ein bilur
rendi inn í tunnilsveggin.
Maðurin varð fluttur á
Landssjúkrahúsið,
men
slapp kortini uttan mein.
Nýttu piparspray
Sum kunnugt hevur árligi
Summarfestivalurin verið í
Klaksvík um vikuskiftið,
og
tað
gekk
rímiliga
friðarliga fyri seg. Bert í tí
eina førinum mátti løg
reglan handtaka ein mann.
Hesin hevði hug at berjast,
og
tá
løgreglan
suldi
handtaka mannin, skræddi
hann seg leysan og rann
burtur. Løgreglan fekk tó
fatur á manninum, sum
gjørdi so nógva mótstøðu,
at løgreglan sá seg noydda
at brúka piparspray móti
manninum.
Hann var kortini ikki liðug
ur at gera um seg, og í politi
bilinnum á veg inn á støðina,
snýsti hann sær í andlitið á
einum av løgreglumonnun
um. So tað er illa hugsandi,
at hann sleppur snikkaleysur
frá tí hendingini.
Men burtursæð frá hesari
álvarsligu hendingini var
bert talan um full fólk í
Klaksvík, og sambært løg
regluni var tað eitt stórt tal
av fólki, sum hevði fingið
nóg mikið innanborða. Tó
fór hetta alt friðarliga fram.
Ferðsluvanlukka kravdi mannalív
Løgreglan hevði lítið at
gera í Havn um vikuskiftið,
men afturfyri hendu fleiri
ferðsluóhapp, har tað eina
kravdi eitt mannalív