Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 149 - 10. august 2009 Ófriður í París Í gjárkvøldi var ófriðarligt í Bobigny-býarpartinum í París, har ungfólk settu eld á ruskbingjur og bussskýli, samstundis sum tey hóttu løgreglumenninar við jarnrør- um, skrivar AFP. Orsøkin til ófriðin var, at ein 18 ára gamal unglingi doyði, tá hann koyrdi undan løgregluni. Tann ungi maðurin sýtti fyri at steðga, tá løgreglan bað hann, og í royndini at sleppa undan løgregluni rendi hann á eina vegabyrging og doyði. Tilburðurin missir um ein líknandi tilburð í 2005, og ta ferðina endaði tað við ógvu- sligum samanbrestum millum ungfólk og løgregluna. Michael Jackson jarðaður Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at Michael Jackson er jarðaður í Forest Lawn-kirkjugarðinum í Hollywood. Sam- bært blaðnum stúrir familjan fyri, at viðhaldsfólk hjá tí deyða fara at royna at grava hann uppaftur, og at tey um- hugsa at flyta líkið, um almenningurin fær at vita, hvat Michael Jackson er jarðaður. Michael er jarðaður, men burtursæð frá familjuni og starvsfólkunum á kirkjugarðinum veit eingin, hvar hann liggur, sigur eitt starvsfólk á kirkju- garðinum við Daily Mail. Tað hevur leingi verið gitt, at Michael Jackson skuldi jarðast á garði sínum, Neverland. Nú vinnunevnd løgtingsins í morgin fer at leggja fram álit um fiskidagar fyri komandi fiskiár, bendir alt á, at niðurskurðurin í døgum verður 5%. Hetta skjóta samgonguumboðini í vinnunevndini upp. Aftrat hesum verða nýggjar økisfriðingar fyri trolveiði, umframt aðrar avmarkandi ásetingar um veiði á landgrunninum Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag leggur vinnunevnd løgtingsins seinastu hon á sítt arbeiði um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september. Forkvinnan í nevndini er Katrin Dahl Jakobsen, og hon var á veg á vinnu- nevndarfund, tá vit høvdu hana í telefonini í morgun. 5% niðurskurður Einki bendir á, at tað verður ein samd vinnunevnd, sum leggur fram álit í morgin. - Eg vænti, at meirilutin í nevndini, sum er umboðini fyri samgonguflokkarnar, fer at fylgja uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, tó við nøkrum viðmerkingum um fiski- veiðiskipanina. Katrin Dahl Jakobsen væntar ikki, at semja fæst um eitt álit, men vísir á, at umboðini hjá stóra and- støðuflokkinum Tjóðveldi væntandi fara at halda seg til tilmælið hjá Havstovuni um 50% skerjing av fiskidøgum hjá skipum og bátum, sum fiska tosk og hýsu og 20% skerjing av upsaveiðini við troli. - Útgangsstøðið hjá lands- stýrismanninum var, at ongar skerjingar skuldu vera í fiskidøgum fyri kom- andi fiskiár, men í sínum uppskoti til løgtingið skeyt hann tó upp, at fiskidagarnir í øllum bólkum skulu skerjast við 5%, samstundis sum hann mælti til ávísar økisfriðingar fyri trolveiði. Uppskotnu friðingarnar eru í ein útnyrðing úr Mykinesi og í ein landnyrðing úr Fugloyarbankanum – í báð- um føri er talan um friðing- ar, sum skulu verja smáan upsa og smáfisk annars. Katrin sigur, at sambært uppskotinum hjá lands- stýrismanninum halda frið- ingarnar av Føroyabanka fram, samstundis sum vinnulig fiskiveiða ikki verður loyvd nærri enn ein fjórðing úr landi – fyribils í eitt ár. - Eisini skulu línuskip, sum áður høvdu loyvi at veiða inn á 6 fjórðingar úr landi, nú út um 7,5 fjórð- ingar. Aftrat hesum skulu meskarnir í hjáveiðiposan- um hjá trolbátum, sum royna á landleiðini, veksast úr 180 mm. upp í 250 mm. Sum skilst á forkvinnuni í vinnunevnd løgtingsins, fer meirilutin í nevndini at mæla løgtinginum til at samtykkja hesar broytingar, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skot- ið upp fyri løgtinginum. Ótryggleiki Katrin Dahl Olsen skilir væl, at føroyski fiskiskipa- flotin, sum er undir fiski- dagaskipanini, seinastu árini hevur kent ein ótrygg- leika, tí fyritreytirnar undir teirra vinnu alla tíðina vera broyttar. Hetta fer meirilutin vinnu- nevndini eisini at gera sínar viðmerkingar til í álitinum til løgtingið. - Vinnupolitiskt eru nógv- ar broytingar gjørdar í fiski- veiðiskipanini, sum á ymisk- an hátt hava ávirkað grund- arlagið undir skipanini – og grundarlagið hjá okkara fiskiskipaflota. Vinnan sjálv hevur ikki skyld í hesum, og hon hevur krav upp á at vita, hvørjar fyritreytirnar eru upp á longri sikt. Forkvinnan í vinnunevnd- ini heldur, at skipa-og út- róðrarflotin, sum er undir fiskidagaskipanini, ikki framhaldandi skal noyðast at liva í hesi óvissu og hesum ótryggleika um, hvussu grundarlagið nú sær út, tá fiskidagar skulu áset- ast einaferð um árið. Eftirmeting - Vit mugu bara ásanna, sigur Katrin Dahl Jakobsen, at nógvar broytingar eru gjørdar í hesi skipan, sum á ymiskan hátt hava ávirkað veiði og veiðitrýst. Eg haldi tí, at Havstova, vinna og fiskivinnuumsiting áttu at sett seg niður saman og hugt upp á, hvussu fiski- flotin sær út í mun til, tá fiskidagaskipanin varð sett í verk. Tá hevði eisini verið høvi at hugt upp á útrokn- 5% færri fiskidagar næsta ár Enn einaferð kunnu fiski-og útróðrarmenn vænta sær niðurskurðir í fiskidøgum – og hesaferð verður talan helst um 5% í øllum veiðibólkum, umframt aðrar veiðiásetingar á landgrunninum Mynd: Karstin Vang - Vinnan hevur ikki skyld í, at neyðugt hevur verið við tillagingum av fiskidøgum seinastu árini, sigur Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevnd løgtingsins