mánadagur 10. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 149 - 10. august 2009
Chávez krevur frágreiðing
Forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, er alt annað enn fegin
um, at USA skal senda fleiri hermenn til Kolombia, og at
amerikanskir hermenn nú skulu manna fleiri kolombiskar
herstøðir. Kolombiski forsetin, Alvaro Uribe, sigur, at ameri
kanararnir skulu hjálpa kolombiska herinum í bardaganum
við rúsevnaharkaliðini, men ta frágreiðingina er Chávez ikki
nøgdur við. Tey suðuramerikonsku londini hava toppfund í
morgin, men Uribe hevur sagt, at hann fer ikki á fund. Tað
er Chávez sera misnøgdur við.
Loynilig dagbók út
Einkjan eftir russiska skaldið Alexanders Solzhenitsyn hevur
gjørt av at geva út loyniligu dagbókina hjá manninum. Tað er
eitt gott ár, síðani Solzhenitsyn doyði í heimi sínum í Moskva,
89 ára gamal. Í samrøðu við eina franska tíðindastovu viðgongur
einkjan, Natalia Solzhenitsyn, at tað var ongantíð ætlanin hjá
manninum, at dagbókin skuldi almannakunngerast, men at hon
kortini hevur valt at geva hana út. Natalia Solzhenitsyn sigur, at
tey, sum fara at lesa dagbókina, fáa innlit í lívið hjá einum
manni, sum ongantíð var í iva um tað, sum hann gjørdi. Gongst
sum ætlað, kemur bókin út í næsta mánaði.
ingar og grundarlag undir
skipanini av nýggjum, so
fiskiskipavinnan aftur kann
gerast trygg.
Hon vísir í hesum sam
bandi á, at Felagið Línuskip
áður hevur ávarað ímóti, at
fleiri línuskip eru komin
inn í flotan aftrat teimum,
sum undan vóru.
Tað vísir seg eisini, at
tað serliga er hesin skipa
bólkur, sum í dag er í stór
um
trupulleikum,
sigur
Katrin
Dahl
Jakobsen,
forkvinna
í
vinnunevnd
løgtingsins.
Tá álitini hjá vinnu
nevndini verða løgd fram í
morgin, fer Sosialurin eisini
at hyggja neyvari eftir,
hvørji tilmælini hjá and
støðuumboðunum eru.
Meðan Havstovan
enn einaferð mælir
til stórar skerjingar
av fiskidøgum fyri
næsta fiskiár, heldur
fiskidaganevndin
ikki, at neyðugt
er við nøkrum
skerjingum
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Havstovan hevur mælt til,
at
fiskidagatalið
hjá
línuskipu, útróðrarbátum
við línu og snellu og
lemmatrolarum
við
maskinorku undir 500
HK verður minka við
50%. Fiskifrøðiligi stovn
urin skjýtir eisini upp, at
fiskidatalið hjá partrol
arum verður minkað við
20%, og at djúpvatns
trolarar, sum ikki eru
undir fiskidagaskipanini,
koma undir somu skerjing
av fiskidøgum fyri næsta
fiskiár.
Havstovan skjýtir eisini
upp, at eingin serlig
toskaog hýsukvota verð
ur
latin
skipabólkum,
sum ikki eru við í
dagaskipanini. Í staðin
eigur at verða ásett ein
mest loyvda hjáveiða av
toski og hýsu upp á 3%
av vektini fyri hvønn túr
sær. Mest loyvda veiðan
av toski og hýsu eigur tó
ikki at vera galdandi fyri
fiskiskap
á
Føroyar/
Íslandsrygginum.
Fiskifrøðiliga ráðgev
ingin skjýtir upp, at eing
in vinnuligur fiskiskapur
verður loyvdur á Føroya
banka á grynri vatni enn
200 metrar.
Mælt verður til, at
serligu gýtingarfriðingar
nar fyri tosk á land
grunninum og upsa undir
Føroyum annars halda
fram.
Stovnurin skjýtir eisini
upp, at eingin vinnuligur
fiskiskapur
við
húki
verður loyvdur innan fyri
3 fjórðingar úr landi, eins
og eingin toskaog hýsu
veiða eigur at verða loyvd
á ávísum leiðum, sum
Havstovan vísir á í skjali.
Havstovan mælir til, at
meskavíddin í hjáveiði
posanum hjá trolbátum á
landleiðini verður økt
upp í 250 mm.
Mælt verður eisini til,
at bert skip og bátar, ið
reka vinnuligan fiskiskap,
skulu sleppa at avreiða,
og allir skipabólkar eiga
at koma inn í fiskidaga
skipanina.
Óbroytt dagatal
Sambært
lógini
um
vinnuligan
fiskiskap,
skulu
Havstovan
og
Fiskidaganevndin
geva
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum tilmæli
um fiskidagar.
Í mun til skerjingarnar,
sum Havstovan mælir til,
mælir fiskidaganevndin
til óbroytt dagatal fyri
næsta fiskiár.
Nevndin hevur einki
tilmæli um Føroyabanka,
tí her hevur eingin veiða
verið, og tí er heldur einki
grundarlag
til
nakra
meting av Bankanum.
Limir
í
fiskidaga
nevndini eru: Óli Samró,
formaður, Dánjal Jacob
sen (partrolarar), Theo
dor Poulsen (trolbátar),
Auðunn
Konráðsson
(Meginfelag
Útróðrar
manna), Hálvdan Gud
mundsen (línuskip) og
Eyðun Johannesen (Fø
roya Fiskimannafelag).
Skrivari hjá fiskidaga
nevndini er Hertha Olsen.
Uppgávan hjá nevndini
er sum nevnt at lata lands
stýrismanninum metingar
um støðuna í botnfiska
stovnunum og tilmæli um
fiskidagar,
og
hvussu
fiskiskapurin skal skipast
komandi fiskiárið.
Fiskidaganevndin hev
ur havt sjey fundir, har
umboðini hava viðgjørt
tilmæli til landsstýris
mannin.
Ymiskar metingar
um fiskidagarnar