Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 218 - 10. november 2001 Nr. 218 - 10. november 2001 11 Johan Dahl Hetta er tað sum veljarin skal hava í huga nú hann skjótt skal til at seta krossin og velja umboð fyri Før- oyar í Fólkatingið. Sambandsflokkurin er garantur fyri framhaldandi ríkisfelagskapið við Dan- mark og Grønland og er tað tí sera umráðandi at vit fáa umboð okkara aftur á fólkating og harvið fáa tosað søk fólksins eins og vit vilja royna at rættað uppá ta spentu støðuna sum verðandi samgonga so mál- rættað hevur skapt millum Danmark og Føroyar. Eitt ítøkiligt dømi um m.a. trygdina við at verða ein partur av Ríkisfelags- skapinum: Lagnudagurin tann 11. sept. 2001 loypti hvøkk á allan heimin við ræðuligu hendingum í USA og grundvøllurin undir al- heims fíggjarheiminum skelvur. Flogfeløg kring heimin eru í svárari kreppu og mynduleikar hava verið noyddir at stilla trygd fyri flogfeløgum fyri at hesi yvirhøvur skulu sleppa á veingirnar orsakað av skerpaðum tryggingarkrøv- um. Danska stjórnin stillar í einum ávísum tíðarskeiði trygd fyri øllum flogfeløg- um í Ríkinum incl. okkara stoltleika Atlantic Airways - hetta sambært tíðini frá okkara vinnumálaráharra. Støddin á trygdini fyri Atlantic Airways sigst at svara til DKR. 5,8 mia. (milliardir). Hetta er eitt gott dømi um ein av fordeilunum við at verða í einum sterkum felagsskapið, sum tann vit eru ein partur av. Nærmast deyðatøgn valdaði í Sjónvarpi, Útvarpi og bløðunum - hetta skal ivaleyst tigast burtur tí tað passar ikki inn í fullveldis- strategiina. Ein atkvøða fyri Sam- bandsflokkinum er ein atkvøða fyri framhaldandi trygd og frælsi í ríkisfelags- skapinum. SET X tín við SAM- BANDSFLOKKIN ella eitt av valevnum hansara tann 20. november - tað angrar tú ikki. Fólkatingsvalið 2001 Edmund Joensen Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin standa saman. Teir hava boðað frá, at teir halda fram í sam- gongu aftaná løgtingsvalið. Fýra ár aftrat í samgongu, sigur Fólkaflokkurin so er sloppi við loysingini. Tjóðveldi bjóðar seg fram til fólkatingið, at um- boða tey mest víðgongdu loysingarsjónarmiðini úr Føroyum. Fólkaflokkurin við løg- manni á odda á fólkatingi, fer at standa øksl móti øksl við loysingarlandstýrið í Føroyum. Hetta eru sera greið signal frá hesum báðum flokkum, tað má sigast. Tað hevur eydnast hesum somu flokkum, grundiga at brenna brúgvar og forpesta viðurskiftini ímillum Før- oyar og Danmark, seinastu skjótt farnu fýra árini. Tað hevur eisini eydnast sama landstýri í bestu inniløguárum í Føroyum nakrantíð, at leggja fram fíggjarlóg sum fer at geva eitt dundrandi hall fyri komandi ári. Høvuðsorsøkin til støð- una eru óforsvarligar yvir- tøkur fyri umleið 400 mió. kr. og ein ótálma hækking av rakstrinum av sam- felagnum. Kann nakar við sínum fullu fimm hava álit á slíkum umboðum? Hugsi tykkum signal- virðið, um føroyingar nú senda hesar flokkar at um- boða okkum á fólktingi. Hugsi tykkum tann óbóta- liga skaða tað fer at hava fyri allar føroyingar. Tað má ikki henda, at fólka- tingsessirnir verða um- boðaðir av loysingarum- boðum hvørs fremsta upp- gáva er at loysa. At byggja uppaftur álitið Størsta uppgávan hjá einum sambandsumboði verður, at fáa viðurskiftini landana millum at virka aftur, at skapa forstáðilsi fyri- og fáa gongd aftur á málini á felagsøkjunum, sum eru misrøkt ella heilt steðgaði upp. Eisini má sambands- umboðið virka fyri at skapa álit aftur partana millum. Tað er so ómetaliga týdnigarmikið, at umboð við hjartanum á røttum stað verða vald í fólkatingið. Vit í Sambandsflokk- inum fara at umboða tey í Føroyum, sum hava nógv størri visiónir enn loysing og fullveldi rúma. Vit í Sambandsflokkinum fara at umboða teir føroyingar sum ígjøgnum ríkisfelags- skapin vilja hava allan alltjóða pallin at virka á. Lati okkum føroyingar mansterkar geva heiminum hesi signalini ístaðin. - At tey í Føroyum sum hava størstu hugsjónirnar og breiðastu visiónirnar standa saman til fólkatingsvalið. Zakarias Wang Fólkapensiónin í Føroyum er lægri enn í Danmark, og hetta líkist ongum. Hetta hevur einki við tað at gera, at Føroyar eru fátækari enn Danmark. Tað eru vit ikki. Heldur ikki er orsøkin, at tey sum eru í góðum árum, eru lutfals- ligari færri enn í Danmark. Í so máta er tað øvut, tí meðan tað eftir øllum at døma koma at verða so nógv gomul í Danmark, at tað har verður talað um eina "eldrabumbu", sum fer at hava við sær, at sam- felagið skjótt fer at hokna undir byrðuni av teimum gomlu, so hava vit her eitt lutfalsliga ungt samfelag, og hava vit tí nógv betri ráð til at gjalda til okkara gomlu enn danir hava. Men orsøkin til at vit hava eina lægri fólkapen- sión enn í Danmark er púra einføld. Teir politikarar, sum hava havt valdið í Føroyum, hava ikki prioriterað nóg høgt at geva borgarunum góð elliár. Nú verður sjálvandi lagt eftir tí sitandi landsstýr- inum, tí tað ikki hevur gjørt nóg nógv, men orsøkin er djypri enn so. Føroyingar hava í alt ov stóran mun valt flokkar, sum ikki leggja nóg stóran dent á sosiala trygd, og teir flokkar, sum gera tað, hava ikki í nóg stóran mun viljað arbeitt saman. Vit skulu minnast til, at Tjóðveldisflokkurin kom í lag av tí, at Javnaðarflokk- urin í 1946 ekskluderaði Jákup í Jákupsstovu, tí hann helt, at hann sum demokratur ikki kundi annað enn vera fólksins vilja lýðin og seta ta loys- ing í verk, sum samtykt var á fólkaatkvøðuni tann 14. september hetta ár. Hann var framvegis javnaðarmaður, men helt, at tað var tørvur á einum javnaðarflokki, sum dámdi betri demokrati enn danska imperialismu. Tjóðveldisflokkurin gongur tí inn fyri, at vit skulu gerast eitt sjálvstøð- ugt ríki, men at tað ikki skulu vera nøkur fá, sum skulu leggja alt ríkidømi landsins inn undir seg. Um tað síðsta átti tað at verið lætt at samstarva við hin vinstraflokkin, men hvørja ferð, ið møguleiki hevur verið fyri hesum, hevur Javnaðarflokkurin prioriterað fram um alt annað, at vit skulu vraka úrslitið av tí demokratisku fólkaatkvøðuni í 1946. Tí hevur vinstravongurin í Føroyum aldrin staðið saman. Tá hevur ligið væl fyri hjá teimum, sum halda, at nøkur fá skulu hava alt! Tey hava nýtt sína styrki til at lagt tær tyngstu byrðirnar á tey veiku, og teir hava sæð til, at hesi hava fingið sum minst burtur av sam- felagsins rikidømi. Í spurninginum um fólkapensión eru so tvinnir møguleikar hjá okkum. Annar er at halda fram sum nú. Hetta gevur vána- lig útlit fyri fólkapensión. Tá danir fara at minka um sína fólkapensión, slepst ikki undan, at okkara eisini fer at minka. Hin møguleikin er at vit ikki eru heft at dønum og tí ikki fara til botns við teim- um. Sum sjálvstøðugt ríki koma vit at hava lutfalsliga nógv at gjalda teimum gomlu og veiku, og tí fara vit at hava ráð til at hava eina hægri fólkapensión enn tann, sum danir fáa. Av tí at vit vita, at hetta kemur at vera gongdin, dugi eg ikki at síggja nakað forgjørt í, at vit sum skjót- ast seta fólkapensiónina upp um tað, sum hon er í Danmark. Móttøk Hetta dragandi, lokkandi gandakenda orðið, sum sæst í bløðunum við jøvn- um millumbilum. Hetta orðið, sum knappliga fær so ómetaliga stóran týdn- ing. "Móttøka verður mill- um 15.00 og 17.00 fyri samstarvsfeløgum, við- skiftafólki, vinum og øðrum". Inni á elektroniska kalendaranum stendur gandorðið og blunkar. Gott at verða mintur á eitt so álvarsligt mál. So snildis- liga er skipað fyri, at kalendarin aftur og aftur sigur" Minst til móttøku í dag". Snilt, Snilt. Dugi ikki at ímynda mær, at bíðað verður so leingi, so kalend- arin av sínum eintingum skiftir boðskap: "Tú mundi gloymt móttøkuna". Ikki, tá tað snýr seg um ganda- orðið. Hugsi eina løtu um, hvørji tey eru, sum koma undir hesa so vælsignaðu kategori og so trúliga møta, tá kalendarin kallar. Besti Armani ella Boss klædningurin verður kekk- aður kvøldið fyri. Hond- seymaðu Gucci skógvarnir verða pussaðir, og skjúrtan er nýstrokin og so broyskin sum eitt nýbakað rund- stykki frá Frants, so har er eingin trupulleiki. Slipsið verður valt við nógvum umhugsni - fleiri verða tikin fram og løgd á bring- una, áðrenn tað sera týð- andi slipsastigið verður tikið. Jú, tað bleiv tað gull/bláa ríputa silkislipsið frá Cardin hesaferð. Um- ráðandi er ikki at møta í sama slipsi sum til seinastu móttøku. Og ikki at gloyma Calvin Klein boksara- shortsini. Jú, tey eru eisini nýstrokin! Alt er sum tað eigur at vera. Stóð og eygleiddi eitt slíkt tiltak nú ein dagin. Átti kanska at verið farin inn sjálv - eg var eisini eitt slag av samstarvsfelaga, og mín sann, um eg ikki eisini var fyrrverandi granni og skyldfólk hjá ánaranum. Kriteriini vóru so avgjørt í lagi, men hinvegin, so helt eg ikki, at mínir sóljugulu Viking gummistivlar (teir til gott) og fjøsuta, dálkaða joggingsettið, eg var í henda fríggjadagin, hevði ordiliga gjørt seg millum allar hasar øgiliga fínu og hugfarsligu garparnar, sum tyrptust heilt út í tún. Nei, nei. Tað fór aldri at ganga. Grundaði eisini djúpt um, hvar konurnar og børn- ini hjá øllum hesum álvars- ligu, skundmiklu yvir- frakkakløddu monnunum vóru. Kom heilt skjótt til eina logiska niðurstøðu. Tær vóru sjálvandi í SMS, eftir at tær høvdu heintað tey smáu í vøggustov- um/barnagørðum/skúlum! Fríggjadagur var, (hvussu ber tað til, at móttøkur altíð eru fríggjadagar?) og hvat var meira praktiskt, enn at gera alt um eina leið? Konan fór til handils at gera tað heilt stóra fríggja- dagsinnkeypið við børnun- um, og garpurin, ja, hann fór til móttøku. Ein lítlan tíma aftaná hava tey hitst aftur á par- keringsøkinum. At øll hillin við Smarties fór út eftir gólvinum, og at dreingirnir skutu til máls við víndrú- um, so eitt heilt víndrúu- tyssi endaði á høvdinum á einari eldri konu, og at tann 5 ára gamla dótturin ikki vildi sleppa einari eskju við MARS og til seinast setti seg á eskjuna, tað eru jú bara slíkt, ið kann henda, tá ein er til handils. Einki at tosa um. Tað hendir alla tíðina. Á ja. Í næstu viku er kanska aftur ein móttøka. Livst so spyrst. Vit síggast! (til móttøku). Føroyar sum fullveldi ella Føroyar sum framhaldandi partur av ríkisfelagsskapinum Hugsi tykkum signalvirðið Fólkapensjónin Rói N. Andrassen fyrrv. stud. cand. a. kall Keypmannahavn Kristian Magnussen má gerast nýggjur landsstýris- maður í vinnumálum eftir komandi val. Í grein mikudagin við heitinum "Fuppliberalistar" prógvaði hann so dyggiliga, at hann hevur skil fyri at venda vandamiklu gongdini innan telefoni, har vit brúkarar verða fuppaðir við lægri og lægri telefontaksti Í grein síni vísir Kristian á, at Vinnumálastýrið stendur fyri óskilinum. Vinnumálastýrið roynir at fáa fleiri telefonfeløg at virka í Føroyum, fyri at tey skulu kappast. Hetta má steðgast beinanvegin, tí hetta førir við sær lægri telefontakst. Enn størri vandamál er, sum Kristian eisini vísir á, at tað al- menna eigur í teimum feløgum, sum kappast, og at Bjarni nú ætlar at privatisera tey. Kristian í vinnumála- stýrið eftir valið Hetta er farligt, tí privat feløg, sum kappast kunnu fara á heysin, um stjórarnir ikki duga nóg væl at reka tey. Hetta problemið fer Kristian at loysa, tá ið hann verður landsstýrismaður í vinnumálum, ella kannska løgmaður. Kristian loysir málið við at broyta lóg um telesam- skifti soleiðis, at tað ikki longur skal bera til hjá Hanus og Janus at gera sær telefonvirki. Slíkt liberal- istisk tvætl verður avskaff- að og við lóg verður tele- fonmonopolið endurstovn- að, har tað almenna - líka sum í góðum gomlum døg- um - eigur telefonfelagið. Kapping er nakað lort. Kristian gevur okkum alment monopol aftur Landsstýrismaðurin fer at nationalisera Kall og síðan at niðurleggja hetta felag. Føroya Tele skal ikki longur vera partafelag, men skal gerast til almennan stovn aftur. Á hendan hátt verður tryggjað, at vit sleppa undan kapping frá privatum feløgum. Kristian hevur sagt tað so mangan: "privat feløg kappast og kunnu fara á heysin, meðan almennir stovnar við mono- polið kappast ikki, og kunnu ikki fara á heysin." Soleiðis skal tað verða. Aftaná at hava lisið vísu grein kamerát Kristians, og eftir at hava hugsað djúpan og konsulterað ekspertar í vest og serliga langt í eyst, eri eg komin til ta niður- støðu, at Føroyska Social- demokratiið hevur gjørt ein ræðuligan brølara, sum er, at teir ikki stilla Kristian Magnussen sum number 1, bæði til fólkatingið og til løgtingið í staðin fyri Eidis- gaard. Belisin fólk eru skaðilig fyri landið Sjálvdan fella so stórir og tungir lívsins spurningar upp á pláss, sum tá ið eg lesi og hoyri Kristian Magnussen. Í greinini "Fuppliberalistar" var hann tó betur enn nakrantíð áður, og eg bæði græt og læi av gleði, tá ið Kristina opinberaði fyri mær, hvað- an øll hendan spillan av samfelagi okkara kemur. Ongin kann siga tað greið- ari enn Kristian sjálvur, og vil eg tí endurgeva hann orðarætt: "Liberali tíðarandin og einsporað hægri útbúgving førdi við sær, at vit fingu eina ørgrynnu av ungfólki av lærdum háskúlum, ið bert síggja samfelagið sum eina forrætning. Hesi, ið óivað øll lesa í somu læru- bókum og við somu brill- um, eru farin í holt við at fyrireika liberalisering og privatisering av almennum tænastustovnum" Kristian ger upp við tey studeraðu Undirritaði hevur sjálvur gingið 8 ár í skúla í Køben- havn til cand. merc. Eg eri við at vera liðugur við 2. semestur, so eg kann bara geva Kristian rætt í tí, at øll nýta somu bøkur. Hatta við brillunum veit eg ikki rættuliga, tí eg sjálvur plagi ikki at lána mínar út til onnur. Greinin hjá Kristian hevur tó fingið meg til at taka avgerðina um at gevast at lesa økonomi, og fari eg tí í næsta ár at lesa til sosialráðgeva í staðin. Eg rokni við, at Kristian, tá ið hann kemur í lands- stýrið, fer at geva øllum juristum og økonomum í umsitingini fótin í reyvina, soleiðis at skil kann koma á aftur. Komandi fólkatings- og løgtingsval Samgongan syngur sítt seinasta ørindi, og skjótt fær veljarin høvi til at fella sín lemjandi dóm yvir fuppliberalistarnar, sum ein heldur - eins og Kristian Magnusen - eiga at fáa durafjóringin. Kristian fer at syrgja fyri - og ikki hatta býtta vinnulívssprellið Hendrik Old - at føroyska Socialdemokratiiið fer at taka skortarnar av sam- gonguni. Fyrst á fólka- tingsvalinum og síðan á løgtingsvalinum. Tá ið Kristian er komin til ræði er slutt við fupp- liberalistum. Tá skal góður stalinistiskur vinnulívs- politikkur setast ovast. Fyrst skal alment monopol aftur skipast innan tele- sektorin og síðan kemur túrurin til barberstovur og handil. Fyrimynd um monopol innan handils- vinnuna er Rúsan, sum hevur prógvað, at alment monopol er besti máti at reka handilsvinnu upp á. Eg gleði meg at fara á val at velja Kristian. Hann er eingin fuppstalinist. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið Fyrr í ár komu undan kavi søgulig skjøl, ið staðfestu, hvørja ætlan danir í veru- leikanum høvdu við heimastýrislógini á sinni. Meðan føroyingar hildu, at heimastýrislógin var borg- anin fyri støðugt meira sjálvstýri, vísa skjøl úr stjórnarskrivstovum í Keypmannahavn, at enda- málið var at binda Føroyar fastari í ríkið. Danska ætlanin var í fyrsta lagi at heiðra ymsar føroyingar við riddara- krossum og øðrum skreyti. At fáa riddarakrossin skuldi vera ein heiður, ið fekk maktfullar føroyingar at vísa statinum trúsfesti. Men hetta var ikki nóg mikið, helt embætismaðurin í for- sætismálaráðnum Nils Arup. Neyðugt var eisini at spræna pengar inn í føroyska samfelagið, so Føroyar gjørdust heftar av pengunum úr Danmark. Nils Arup nevndi bein- leiðis, at endamálið við pengunum skuldi vera at fáa politiskar flokkar í Føroyum at stríðast um teir. Fólkaflokkurin skuldi verja danskar pengar í Føroyum við teirri grundgeving, at vinnulívið fór ikki at klára seg uttan. Javnaðarflokk- urin skuldi halda um, at uttan danskar pengar kundi ongin tryggleiki skapast í landinum. Hetta eydnaðist alt sera væl. Meira enn 50 ár eftir stendur høvuðsstríðið í Føroyum framvegis um danskar pengar. Blokkurin er á hvørjum munni, og hóast alt fleiri flokkar siga seg vilja hava hann burtur, so verður rinið og hvinið summastaðni, nú komið er til skarpskeringar. Hetta innanhýsis klandur í Føroyum um eina fremm- anda veiting førir ongan veg. Tað skapar ikki semju í landinum. Tað savnar onki fólk. Tað skapar ikki greið- ar linjur í føroyskum politikki. Og tað fær ikki føroyskar politikarar at brúka sína orku upp á at gera tað, teir eru valdir at gera - av fullum huga at virka fyri menning og trivnaði her á sjálvum staðnum. Ætlanin við heimastýris- lógini er avdúkað.Tað nytt- ar ikki at halda fast við hana ella dagføra hana og kalla hana nakað annað. Vit mugu burtur úr henni. Leiðin er, at Føroyar gerast sjálvstøðugar, so Føroyar og Danmark verða javnsett. Forstáilsi eigur at verða skapt fyri hesi ætlan á fólkatingi, og samstarv við danir er nattúrligt. Tjóðveldisflokkurin fer at virka fyri øllum hesum við eini frælsari føroyskari rødd á danatingi. Og hann fer at tala greitt.. X við E. Fólkatingsvalið 2001 Fuppstalinistar Úr heimastýri til sjálvstýri Høgni Hoydal Formaður í Tjóðveldisflokkinum Tjóðveldisf lokkurin undrast á, at løgmaður, sum eisini er samgongu- leiðari, leggur eftir Tjóð - veldisflokkinum í val- stríðnum til fólkatings- valið. Tjóðveldisflokkurin ynskir Fair Play og ikki óregluligar takklingar í valstríðnum og mælir til at savna sjálvstýrisvongin heldur enn at spjaða hann. Í fjølmiðlunum í gjár nýttu umboð fyri fólkaflokkin stóran part av tíðini at viðgera tjóðveldisflokkin í sambandi við fólkatingsval. Harímillum var eisini Løgmaður. Víst er fólkatingsval, og tá verða mangar fintur brúktar. Treyðugt so - og tað tola vit øll. Men tað er harmiligt fyri samstarvið í samgonguni, at Løgmaður og samgonguleiðarin bein- leiðis roynir at seta skeivt spjaldur á Tjóðveldisflokk- in. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki og fer ikki at leggja eftir fólkaflokkinum í hesum valstríði og hevur ikki nevnt fólkaflokkin við einum orði. Tjóðveldisflokkurin hev- ur í øllum samgonguskeið- num arbeitt fult loyalt og hildið allar avtalur, sum eru gjørdar millum flokkarnar. Hetta veit Løgmaður betur enn nakar. Sjálvsagt eru flokkarnir grundleggjandi ymiskir og tað fer sjálvsagt at koma fram í einum valstríði. Men vit mugu hava Fair Play. Tí er mín áheitan, at vit halda eitt siðiligt valstríð, har vit ikki byggja á hugs- anina um at við at niður- gera ein samstarvsflokk, vaksa vit sjálvi. Fair Play í valstríðnum C M Y K 11 10 Í Býin