Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr.218 • leygardagur • 10.november 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo Kvinnuliðið hjá Neist- anum skal sunnu- dagin vísa, um liðið kann verða við í topp- stríðnum. VB skal royna at reisa seg eftir lemjandi tapið seinasta vikuskiftið HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Neistin hevur gott kvinnu- lið í ár, men higartil hevur liðið tapt fyri VÍF og Stjørnuni, sum eru fremstu liðini í deildini. Sunnudagin sleppur Neistin at royna seg ímóti einum av liðnum, sum rokna verður við kemur at blanda seg upp í oddastríð- ið. Hetta verður dystur mill- um tveir av avbjóðaranum hjá VÍF, og Neistin skal nú vísa, um liðið kann verða við í toppstríðnum, ella um liðið má noyðast við eina støðu aftanfyri VÍF, Stjørn- una og VB. Skulu reisa seg Eitt skert VB-lið var fyri stórtapi í Klaksvík farna vikuskiftið, so hetta viku- skiftið ræður um hjá vágb- ingum at reisa seg aftur. Tað skal liðið gera á heimavølli, og tað er ein sannroynd, at fá lið fáa nak- að við sær norðuraftur, tá tey hava verið í Vági og spælt. Dysturin millum VB og Neistan verður sunnudagin kl. 13.45. StÍF stóra mótstøðu StÍF vann seinasta viku- skiftið fyrsta dystin á árin- um, tá uppflytararnir vitj- aðu í høvuðsstaðnum. Kyndlaliðið er komið illa frá byrjan, og StÍF kláraði at koppa teimum. Hesaferð kunnu strand- ingar rokna við harðari mótstøðu, tí Stjørnan kem- ur á vitjan. Stjørnan vann sannførandi á VB seinasta vikuskiftið, og tær elta VÍF í oddinum. Breiddin á Stjørnuliðnum er stór. Nógvir spælarar taka ábyrgd, og stórskjúttin Simona Dzuigyte hevur ongantíð gjørt færri enn 10 mál í dysti higartil í ár. Dysturin millum StÍF og Stjørnuna verður á Skála sunnudagin kl. 14.30. Vestmenningar fingu harða mótstøðu frá H71, men teir kláraðu at halda seg framm- anfyri meginpartin av tíðini og vunnu við trimum málum HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Vestmenningar høvdu ong- an lættan dyst ímóti H71, men hoyvíkingur kláraðu ikki til fulnar at steðga VÍF, og teir taptu tí triðja dystin á rað. Munurin millum liðini var ikki stórur, men tað vóru vestmenningar, sum høvdu munin meginpartin av tíðini. Í fyrra hálvleiki skiftust liðini eitt sindur um at vera frammanfyri, men tá VÍF fór fram um miðskeiðis í hálvleikinum, fekk H71 ongantíð vertirnar aftur. H71 hekk tó í allatíðina, og tá fyrri hálvi tímin var av, var VÍF frammanfyri við trimum málum. H71 hevði tá brent trý av sínum brotskøstum, og tað er dýrt, tá talan er um so tættan dyst. Málríkt Í seinna hálvleiki drógu hoyvíkingur inn á VÍF, og teir kláraðu at javna eftir fáar minuttir. Hesa løtuna tóktist VÍF-liðið sárbart, og tað var næstan sum um teir roknaðu við einum løttum seinna hálvleiki. Men kvøkkurin setti ferð á VÍF aftur, og teir togaðu seg fram um aftur. Mið- skeiðis í seinna hálvleiki økti heimaliðið leiðsluna upp í fimm mál, og tað var lítil ivi um, at VÍF fór at vinna. H71 skoraði nógv mál seinasta partin av dystin- um, men tað gjørdi VÍF eis- ini, og tí endaði málríki dysturin við, at VÍF vann 33-30. H71 uppsteðgað Sigurin hevði við sær, at VÍF tók seg fram um Neist- an, men vestmenningar hava spælt ein dyst meira enn havnaliðið. Um viku- skiftið skal Neistin royna at fáa VÍF aftur. H71 byrjaði árið við trimum sigrum á rað, men síðani hava teir tapt tríggjar á rað, og liðið er í løtuni ikki nóg støðugt til at fylgja við VÍF og Neistanum, men talan er framvegis um grundspæl, og støðan kann broytast komandi vikurnar. Dysturin í tølum: VÍF-H71 33-30 (15-12) Málskjúttar: VÍF: Johnny Joensen 10, Sámal Joensen 7 (2), Ingi Olsen 6 (1), Harald Bjørg- vin 5, Daniel Rapa 2, Petur F. Joensen 2, Rógvi Nielsen 1 H71: Bjarni Wardum 8 (2), Finnur Hansson 7 (1), Halgir Dahl Olsen 6, Anf- inn Debes 3, Peter Rouch 2, Hallur Danielsen 1, Peter Rosbach 1, Janus Joensen 1, Johnny Durhuus 1 Brotskøst: VÍF 3, H71 7 Útvísingar: VÍF 2, H71 4 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Trygvi Morten- sen. Neistin skal royna seg í Vági VÍF-H71 33-30 (15-12): VÍF hevði munin VÍF hevði í løtum trupulleikar at basa hoyvíkingum, men tá dysturin var av, vóru føroyameistararnir frammanfyri við trimum málum VB fær sunnudagin møguleikan at reisa seg, tá Neistin vitjar í høllini í Vági 13 12 Nr. 218 - 10. november 2001 Nýggi ríkisumboðs- maðurin í Føroyum er 45 ára gamla Birgit Kleis. Hon væntar, at Føroyar fáa økt sjálv- stýri í nærmastu framtíð, uttan tó at siga nakað um, hvussu karmarnir vera. Hon hevur lagt til merkis, at føroy- ingar eru ógvuilga til- vitaðir um søgu, bak- grund og familju sína RÍKISUMBOÐS- MAÐURIN Stefan í Skorini – Eg havi glett meg nógv at fara undir hetta nýggja starvið, og hetta er ein stór avbjóðing hjá mær, sigur nýggi ríkisumboðsmaðurin. Fyri góðari viku síðani tók Birgit Kleis við starvi- num sum ríkisumboðsmað- ur, ið er fremsti umboðs- maður hjá donsku stjórnini í Føroyum. Hon gleðir seg til hesa nýggju avbjóðing- ina, men enn hevur hon tó ikki sett seg inn í øll viður- skifti viðvíkjandi starvi- num. Hesa fyrstu tíðina á borgini hevur hon roynt at føla seg fram á ymsum økj- um í starvinum. Hon leggur afturat, at umleið helming- urin av starvsfólkunum eru tey somu, sum tá hon var her á fyrsta sinni. Um føroyingar sigur nýggi ríkisumboðsmaðurin, at vit eru ógvuliga tilvitaðir um okkara søgu, bakgrund og eisini um familjuna. Hetta er ein styrki, men er tó ikki vanligt í Danmark. Hinvegin metir hon eisini, at tað er nógv, ið danir og føroyingar hava felags. Tað er tann norrøni felagsarv- urin, sum bæði fólkini hava til felags. Birgit hevur fyrr arbeitt á skrivstovuni hjá ríkisum- boðnum sum fulltrúi. Tað var í tíðarskeiðnum frá 1986 til 1988. Hon kennir tí føroysk viðurskifti, og hon heldur, at tað var ein fyri- munur hjá henni í umsókn- ini til starvið, at hon hevði arbeitt hjá ríkisumboðs- manninum áður. Hon arbeiddi undir Bent Klinte, ið tá røkti hetta starvið. – Síðan eg var í Føroyum í áttatiárunum havi eg altíð hugsað um at koma aftur hendavegin. Hetta var eitt starv, um eg kendi til, og tí var tað upplagt hjá mær at søkja, sigur Birgit Kleis, ið hevur ein trý ára sáttmála. Hon hevði tí ikki torført við at taka av tilboðnum um at gerast ríkisumboðsmaður. Hon veit ikki, um hon fer at halda á, eftir at hetta skeið- ið er runnið, men tann av- gerðin verður tikin seinni. Hon er útbúgvin jurist á Københavns Universitet í 1985, tá hon fekk prógvið. Áðrenn hevði hon tikið matematiskt studentsprógv í danska høvuðsstaðnum, har hon eisini er uppvaksin. Síðani arbeiddi hon eitt stutt skifti hjá umboðs- manninum í Fólkatingi- num, áðrenn hon legði leið- ina til Føroyar. Síðan 1988 hevur hon fyri tað mesta starvast í Løgmálaráðnum í Keypmannahavn. Nú er hon so ríkisumboðsmaður, sum almenna heitið er. Mest sjálvstýri Birgit Kleis væntar, at yvir- tøkur og mál viðvíkjandi sjálvstýri fara at upptaka nógv av hennara arbeiðstíð komandi mánaðirnar. Slík mál hava verið ovast á dagsskránni síðan henda samgongan tók við, og upp- gávan hjá Birgit er at sam- skifta við donsku stjórnina um slík viðurskifti. Hon skal tí altíð fylgja við, hvat hendir á tí hermótinum. – Mín høvuðsuppgáva er at flyta áskoðanir og upp- lýsingar millum tey bæði londini, og eg skal vera við til at fáa góð úrslit í sam- ráðingum millum partarnar, sigur Birgit Kleis. Hon dyl- ur tó ikki fyri, at hon er í starvi hjá donsku stjórnini, og tí fer hon altíð at vera á tí síðuni í samráðingum. Hon sigur tó, at hon hev- ur eitt serligt samband við Føroyar og føroyingar. Hon er ikki í somu støðu sum politikarar og embætisfólk. Hon vónar ikki, at hon verður noydd at velja tann eina partin framum hin í samráðingum millum Før- oyar og Danmark. – Eg vænti, at Føroyar fara at fáa økt sjálvstýri á ein ella annan hátt, áðrenn ov long tíð er liðin, sigur Birgit. Hvussu skjótt og hvussu karmarnir fara at vera, vil hon tó ikki spáa um. Fyrimunur at vera kvinna Fráfarni ríkisumboðsmað- urin Vibeke Larsen segði í samrøðu í sjónvarpinum, at tað hevði verið ein fyri- munur hjá henni at vera kvinna í hesum høga og týdnignarmikla starvinum. Hesum hugusnarhátti kann Birgit Kleis taka undir við uttan tó at hava sitið í hesum starvinum serliga leingi. Onkur hevur ført fram, at embæði hjá ríkisumboðs- manninum ikki hevur nakr- an týdning, men bara er kransakøkufigururin hjá dønum í Føroyum. Hesum er Birgit Kleis ikki samd í. Hon heldur, at hetta starvið hevur stóran týdning í samskiftinum millum føroyingar og danir. – Eg haldi, at eg kann geva eitt týdningarmikið íkast við upplýsingum báð- ar vegir, og tí haldi eg ikki, at eg bara eri ein kransa- køkufigurur, sigur Birgit Kleis. Møtti manninum í Mikladali Tað var meðan Birgit starv- aðist í Føroyum, at hon møtti manninum, sum hon er gift við í dag. Hon greið- ir frá, at tey høvdu felags kenningar, og soleiðis komu tey at kennast. Tað var tó á einum túri í Mikladali, at tey bæði komu at kennast væl. Hetta var ein útferð, sum starvs- fólkið á ríkisumboðnum gjørdu. Birgit sigur, at tey bæði síðani hava verið aftur í Mikladali og ferðast. Maðurin hevur arbeitt sum tíðindamaður í Dan- mark seinastu nógvu árini, og tey bæði eiga tvey børn. Drongurin Thomas, sum er sjey ára gamal, er farin í fyrsta flokk í Kommunu- skúlanum í Havn. Tey eiga eisini eina dóttur, ið eitur Maria og er trý ára gomul. – Eg eri ógvuliga fegin um, at eg fekk hetta starvið. Tó vóni eg ikki, at hetta hevur broytt meg sum per- són, sigur Birgit Kleis. Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður: Føroyingar eru tilvitaðir um søguna Birgit Kleis heldur, at føroyingar eru ógvuliga tilvitaðir um søgu og bakgrund sína. Hinvegin líkjast føroyingar og danir eisini á nógvum økjum Mynd: Jens Kr. Vang Nýggi ríkisumboðsmaðurin møtti manninum í Mikladali, og tey hava bæði verið aftur og ferðast har saman Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 12