leygardagur 10. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 218 - 10. november 2001
Flogbóltur: Tey bæði
mest vinnandi feløg-
ini í føroyskum
kvinnuflogbólti,
Mjølnir og Fleyr,
liggja í løtuni ávika-
vist niðast og næst-
niðast í meistara-
deildini. Tí er dystur-
in í dag ikki bert ein
klassikari, men eisini
ein botndystur
FLOGBÓLTUR
Emil L. Jacobsen
Fram til seinasta kapping-
arár høvdu bert tvey feløg
vunnið føroyameistaraheit-
ið hjá kvinnum. Mjølnir
hevði vunnið gull níggju
ferðir og Fleyr seks ferðir,
men í fjør blandaði Dráttur
seg uppí og vann sítt fyrsta
føroyameistaraheiti.
Men tað skerst ikki burt-
ur, at tungvektararnir í før-
oyskum
kvinnuflogbólti
eru Mjølnir og Fleyr. Tí er
tað merkisvert, at hesi bæði
liðini í løtuni eru tey bæði
niðastu í meistaradeildini.
Tað er eisini ein greið
ábending um, at breiddin í
kappingini er størri nú, enn
hon hevur verið.
Dysturin í Havn í dag
millum Fleyr og Mjølnir
hevur stóran týdning fyri
bæði liðini. Um Mjølnir-
kvinnurnar vinna, fáa tær
síni fyrstu stig í kappingini,
og tað er ikki ov tíðliga til
tað! Vinnur Fleyr hinvegin,
økja tær um munin niður til
aftasta pláss og økja enn
meir um kreppuna, sum
gomlu arvafíggindarnir eru
í.
Frammanundan er ikki
lætt at taka dagar ímillum,
hvussu tað fer at ganga.
Bæði liðini fingu eina ringa
byrjan uppá kappingina,
men í seinastuni hava tey
bæði havt í framgongd.
Men stigini eru enn ov fá.
Hin dysturin hjá kvinn-
um hetta vikuskiftið verður
í morgin í Trongisvági, har
suverena oddaliðið TB tek-
ur ímóti ÍF. Sjálvt um TB
bara er tvey stig framman-
fyri ÍF, hava tær víst sera
sannførandi spæl higartil,
og ÍF skal hava ein sera
góðan dag fyri at vinna
dystin í morgin.
Toppur móti botni
Hjá monnunum er oddalið-
ið Fram stórfavorittur til at
vinna móti botnliðnum ÍF í
dag. Fram hevur longu
vunnið móti bæði Mjølni,
SÍ og Fleyr, og við núver-
andi styrkini hjá ÍF í huga
er lítið sannlíkt, at fuglfirð-
ingarnir gera nakað við
formsterka Fram-liðið.
So er hin dysturin í deildini
meira opin. Hvørki Fleyr
ella Mjølnir hava enn víst
tað, sum liðini eru før fyri,
og tey eru jøvn í stigum eis-
ini. Tað kann sigast, at hetta
er ein dystur um triðja pláss
í deildini. Vinnarin hevur
framvegis gott samband við
oddaliðini Fram og SÍ,
meðan taparin verður eitt
sindur afturúrsigldur, ið
hvussu er fyribils. Á papp-
írinum sær Fleyr sterkari
út, og teir hava eisini
heimavøll, so um nakar er
favorittur, má tað vera
havnarliðið. Men tað kann
sum einki verða ein javnur
og spennandi dystur.
Tá hetta umfarið er leikt,
hava øll liðini spælt móti
hvørjum øðrum. Tað kann
geva onkrar ábendingar,
men heldur ikki meir. Tí
grundspælið er ikki komið
longur enn í helvt, og í
endaspælinum telja stigini
so at siga dupult, umframt
at liðini tá eru í betri dystar-
venjing. So tað er enn nógv
eftir at spæla um, hóast
onkrar skriftir so smátt eru
farnar at hómast á vegg-
inum.
Strandingar fáa
sunnudagin vitjan av
Tjaldri, og vinnur
StÍF dystin, leggja teir
H71 aftur um seg
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tveir dystir vera í 1. deild
hjá monnum hetta viku-
skiftið.
Leygardagin fara KÍF og
Neistin at spæla í Vest-
manna. Neistin skal í hes-
um dysti royna at fáa VÍF
aftur, eftir at VÍF vann
dystin ímóti H71 hóskvøld-
ið.
Neistin spældi seinasta
vikuskiftið javnleik ímóti
VÍF, og tað eru tekin um, at
Neistin í ár fer at verða
drúgvur í oddastríðnum.
Umráðandi er tó hjá
havnamonnunum, at teir
vinna allar dystirnar móti
liðunum longri niðri á
stigatalvuni, um teir skulu
fylgja við VÍF.
Dysturin millum KÍF og
Neistan verður leygardagin
kl. 16.00.
Gongur framá
Sunnudagin kann StÍF taka
seg eitt stig longur upp á
stigatalvuni, tá teir fáa
vitjan
av
botnliðnum
Tjaldri. StÍF hevur seinastu
dystirnar savnað sær stig,
eftir at byrjan var eitt sindur
trilvandi.
Tjaldur er einasta liðið í
deildini, sum ikki hevur
fingið nakað stig enn. Í
fleiri dystum hevur liðið
klára at hótt í fyrra hálv-
leiki, men síðani er liðið
dragnað, tá dysturin hevur
liðið móti endanum.
Dysturin millum StÍF og
Tjaldur verður sunnudagin
kl. 16.00
StÍF kann blanda seg
Klassikarin
er botndystur
Neistin má vinna dystin ímóti KÍF, um teir skulu fylgja við
vestmenningum í toppinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
5
5
-
0
-
0
145
94
51
10
2 Stjørnan 5
4
-
0
-
1
149
114
35
8
3 Neistin
5
3
-
0
-
2
121
103
18
6
4 VB
5
3
-
0
-
2
122
122
0
6
5 Sóljan
5
1
-
0
-
4
111
130
-19
2
6 Kyndil
6
1
-
0
-
5
137
171
-34
2
7 StÍF
5
1
-
0
-
4
93
144
-51
2
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
6
5
-
1
-
0
179
140
39
11
2 Neistin
5
4
-
1
-
0
136
126
10
9
3 StÍF
5
3
-
0
-
2
134
128
6
6
4 H71
6
3
-
0
-
3
162
165
-3
6
5 KÍF
5
1
-
1
-
3
122
139
-17
3
6 Kyndil
6
1
-
0
-
5
140
159
-19
2
7 Tjaldur
5
0
-
1
-
4
114
130
-16
1
C
M
Y
K
14
Nr. 218 - 10. november 2001
15
Tað eru kreftir í
Tjóðveldisflokkinum
við so rabiatum
meiningum, at tað
kann oyðileggja
samgongupolitikkin,
um tey verða vald á
Fólkating. Tað heldur
løgmaður, sum stillar
upp til fólkatingsvalið
fyri at tryggja, at
verandi sjálvstýris-
tilgongd kann halda
fram við føroyskum
stuðuli í donskum
politikki
FÓLKATINGSVAL
Edvard Joensen
Tað eru ávísar kreftir í
Tjóðveldisflokkinum, sum
kunnu vera oyðileggjandi,
um tær koma á fólkating.
Tað er neyðugt við einum
fólkatingsumboði, sum vil
luttaka aktivt í donskum
politikki, skal nakað lík-
inda
samstarv
spyrjast
burtur úr, sjálvstýrisgongd-
ini at frama, sigur Annfinn
Kallsberg, løgmaður.
Valstríðið
upp
undir
Fólkatingsvalið er byrjað,
og tveir av samgongu-
flokkunum eru farnir at
kappast um í minsta lagi
annan sessin.
Tjóðveldisflokkurin
hevur stillað upp og boðað
frá, at hann ætlar sær á
Fólkating við teirri stevnu-
skrá ikki at blanda seg upp
í danskan politikk.
– Tað er eingin politikk-
ur, sigur løgmaður, sum
vísir á, at skal nakað skila-
gott fáast burtur úr før-
oysku sjálvstýrisgongdini,
skal samstarv til, og tað
fæst bara við at luttaka
aktivt í teimum avgerðum,
sum tiknar verða á Fólka-
tingi.
– Sjálvstýristilgongdin
skal stýrast úr Føroyum.
Men vit hava stórliga brúk
fyri einum fólkatingslimi,
sum kann og vil samstarva
við landsstýrið, sigur løg-
maður.
Hann vísir á, at tað er
ikki allur Tjóðveldisflokk-
urin, sum hevur hesa á-
skoðan. Flokkurin hevur
boðað frá, at hann fer ikki
at taka lut í donskum poli-
tikki, um hann fær umboð á
Fólkatingi. Og tað eru
partar í Tjóðveldisflokk-
inum, sigur Anfinn Kalls-
berg, sum beinleiðis eru
ósamd við tí sjálvstýris-
politikki, samgongan rekur.
Hildið verður, at tað gongur
ov seint, og at meira víð-
fevnd tiltøk skulu til.
Tey vilja einki hava at
gera við tann hóvliga poli-
tikkin,
Fólkaflokkurin
stendur sum borgan fyri.
Tey vilja hava konfronta-
tiónir. Og tað førir onga
leið, sigur hann. Tað ber als
ikki til at fara á Fólkating
við tí endamáli yvirhøvur
ikki at diskutera danskan
politikk, sigur løgmaður.
Hinvegin hevur tjóð-
veldisflokkurin á Løgtingi
ásannað, at tað er tann
sjálvstýrispolitikkurin, sum
samgongan, við Fólka-
flokkinum á odda, stendur
fyri, sum er tann berandi
poltikkurin á sjálvstýris-
leið.
Hesum hava politikarar
floksins her heima so valt
at arbeiða undir. Men tað
kann væl henda, at eitt
møguligt tjóðveldisumboð
á Fólkatingi kann fara at
reka ein politikk, sum fer at
senda dønum heilt onnur
signal. Og tað kann gerast
vandamikið.
Fólkaflokkurin er einasta
trygdin fyri føroysku sjálv-
stýrisgongdini, tí tað er
eingin annar flokkkur, sum
kann savna føroyska sjálv-
stýrisveingin, uttan Fólka-
flokkurin, sigur Anfinn
Kallsberg.
Eitt tjóðveldisumboð á
Fólkatingi við kann virka
oyðileggjandi fyri sam-
starvið millum føroyingar
og danir, heldur løgmaður.
Tjóðveldisflokkurin kann
oyðileggja sjálvstýrisgongdina
Løgmaður og varaløgmaður eru nú farnir at kappast um at
sleppa á danating, har annar vil luttaka aktivt, meðan hin als
ikki ætlar at blanda seg upp í tað, danir gera
TÍÐINDASKRIV
Havnarkórið sum hevur úr
at gera við at fyrireika
framførslu
av
Händels
Messias leygardagin og
sunnudagin 1. og 2. de-
sember, tekur sær eisini
stundir
til
frammíhjá
íblástur.
Kórið hevur nú um viku-
skiftið vitjan av gitna
svenska
kórleiðaranum
Robert Sund. Á skránni er
bædi klassiskur og ryt-
miskur tónleikur, við tað at
arbeitt verður vid Bach-
motettini "Jesus, meine
Freude" og við evergreens
sum "With á little help",
That old lucky sun","Blue
skies","The
old
piano
blues" og fleiri av úr somu
skuffu.
Ivaleyst verður hetta ein
heilt serlig uppliving fyri
Havnarkórið og helst eisini
fyri áhoyrararnar á kon-
sertini í Norðurlandahús-
inum sunnudagin kl. 16.00.
Robert Sund vitjar Havnarkórið
TÍÐINDASKRIV
ALMENNUR
FYRI-
LESTUR verður á Fiski-
rannsóknarstovuni
hós-
kvøldið 15. november 2001
kl. 20.00.
Michael Reveal, løg-
frøðingur heldur fyrilestur,
ið hann kallar: American
Workers
Compensation
Law and Other Insurance
Mysteries. Fyrilesturin
verður á enskum.
Michael Reveal er løg-
frøðingur
við
"Juris
Doctor" frá The University
of Hawaii og hevur starvast
sum løgfrøðingur í meira
enn 10 ár. Tey seinastu
árini hevur hann saman við
konuni, Lynn, havt egið
ráðgevingarvirki við løg-
frøði og handli.
Fyrilesturin fer at snúgva
seg um tryggingarskipan-
ina í Amerika, um endur
gjald í sambandi við ar-
beiðsskaðar, um hvussu
tryggingarvinnan er skipað
við atliti at vinnu og
stjórnarvaldi. Hann fer at
tosa um, hvussu endur-
gjaldslógin verður tulkað í
rættinum og fer at taka
fram
nøkur
dømi
úr
rættarsøkum. Hann fer
eisini stutt at nevna sam-
bandið millum trygging og
tryggingarendurgjøld
og
fer at samanbera skipaninar
í Amerika og skandi-
navisku londunum. Til
seinast verður spurning-
urin, hvørt amerikanarir
eru so stevningarhugaðir
sum hildið verður, við-
gjørdur.
Sí eisini heimasíðuna
www.setur.fo/almen.html
Amerikanskur løgfrøðingur
heldur fyrilestur
15