Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 218 - 10. november 2001 Nr. 218 - 10. november 2001 17 Sethús í Gørðum í Vestmanna til sølu Húsini liggja tætt við skúlan og ítróttarhøllina í einum sera barnavinarligum umhvørvi. Grundøkið er 500 m2 og húsini eru 120 m2 til støddar í trimum hæddum. Í kjallarahæddini eru hjallur, vaski- og fýrrúm, amboðsrúm og restin av kjallaranum er eitt stórt inrætta rúm, sum kann nýtast til fleiri endamál. Í miðhæddini eru gong, wc og baðirúm, tvey kømur, køkur og stova. Í loftshæddini eru gong við køki, wc og baðirúm, trý kømur og stova Tey sum eru áhugaði kunnu ringja á tlf.nr.424615 og 424163. FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Heimarøktin Sundalagið/Eiði Heimahjálpari Søkt verður eftir fólki at arbeiða sum heima- hjálpari á Eiði 25 tímar um vikuna í skiftandi vakt- um at byrja 01. desember 2001. Ynskiligt er, at viðkomandi hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella hevur kunnleika og royndir innan eldrarøkt. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Heilsu- hjálparafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja til økisleiðaran á tlf. 333249. Skrivlig umsókn verður at senda til: Heimarøktin øki 2 Heilsumiðstøðin 370 Miðvágur Umsóknarfreist 26.11.2001. Frá Tvøroyrar Kommunu Skattalistin fyri árið 2000 liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 12. november 2001 til og við mánadagin 26. no- vember 2001. Tvøroyrar kommuna 800 Tvøroyri Søkt verður eftir Handilsfólki Vit sóknast eftir einum handilsfólki til búnýtis- deildina á Hjalla at byrja beinanvegin. Viðkom- andi skal hava áhuga í handilslívinum og vera dugnalig/ur og ágrýtin. Arbeiðið umfatar avgreiðslu av viðskiftafólki, við- líkahald av handlinum og tær dagligu bókføring- arnar fyri deildina. Umsøkjarin skal vera fyrikomandi, hava nakað av royndum við telduarbeiði og vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur hóskandi útbúgving – ella royndir í handilsvinnuni. Umsókn við møguligum prógvum viðmælum skal vera okkum í hendi áðrenn hósdagin 15.nov. 2001. P/F Litaval Box 1019 Tlf. 342500 · Fax 342503 E-mail: bav@litaval.fo 100 Tórshavn Alibrúkið hjá Faroe Salmon á Kunoyar- nesi hevur havt stórt felli seinastu tveir dagarnar. Tí er djóralæknin, sum fríggjamorgunin tók royndir, boðsendur. Stórur illgruni er um, at ILA eisini hevur rakt hetta alibrúkið. Svarið uppá trupul- leikarnar er kopp- seting, metir stjórin ILA Stefan í Skorini Jón Purkhús váttar fyri Sosialinum, at stórur ill- gruni er um, at ILA virusið er í einum av ringunum í alibrúkinum á Kunoyar- nesi. – Stórt felli hevur verið í einum av ringunum, og vit hava illgruna um ILA. Vit boðsendu tí djóralæknan- um, sum skal gera kann- ingar og taka royndir av laksinum. Vit vænta at fáa endaligt svar úr Noregi mikudagin, sigur Jón Purk- hús, stjóri í Faroe Salmon, ið heldur til í Klaksvík. Í Sosialinum fríggjadagin spáddu formaðurin í Hav- búnaðarfelagnum Hans Jacobsen og landsdjóra- læknin Bjørn Harlou, at ILA fór óivað at breiða seg um alt landið. Henda søgan kundi bent á, at spádómar teirra nú gerast veruleiki. Enn er ILA ikki staðfest í ringunum, og bíðað verður eftir endaligum svari. Tað eru starvsfólk av Fiskasjúkutænastuni, ið hava verið og tikið roynd- irnar. Tey vilja ikki siga við vissu, at talan er um ILA, men vilja bíða til tey síggja úrslitið av royndunum úr Noregi. Tað einasta tey hava staðfest higartil er óvanliga stórt felli í einum ringi. Jón Purkhús sigur, at talan bara er um tann eina ringin. Hinir sjey ringarnir í hesum alibrúkinum liggja nakað burturfrá, og hann vónar tí at kunna taka tann laksin. – Laksurin í hinum ringunum er búgvin til tøku, og tí fara vit at taka hann rættiliga skjótt, sigur Jón Purkhús. 500 tons ganga í ring- inum, har stórt felli hevur verið seinastu dagarnar, og hetta er ein stórur ringur. Um teir klára at taka laksin í hinum ringunum skjótt, so verður fíggjarligi missurin ikki eins stórur, enn um talan var um laks, sum júst varð settur út. Koppsetið beinanvegin Jón Purkhús sigur, at alarar ikki kunnu verja seg fyri ILA. – ILA er komið fyri at vera, og tað ber ikki til at verja seg fyri tí. Einasta loysnin er at koppseta laksin, og vit mugu byrja beinanvegin. Hann vil vera við, at um alarar ikki kunnu byrja við at koppseta sum skjótast, so fer tað at hava álvarsamar avleiðingar fyri alarar í Føroyum, og alivinnan fer ikki at hóra undan sjúkuni. – Sleppa vit ikki at kopp- seta, verður lítið av aling eftir um eini trý ár, sigur ein dapurskygdur Jón Purk- hús, sum leggur afturat, at í USA og Kanada eru alarar longu farnir undir at kopp- seta, og tað skulu føroy- ingar eisini. Orsøkin til at alarar í Føroyum ikki kunnu kopp- seta er, at reglur í ES banna hesum, og tá størsti part- urin av fiskinum fer á ES marknaðin, mugu vit boyggja okkum fyri hesum. Illgruni um ILA við Kunoyarnes Alibrúkið hjá Faroe Salmon á Kunoyarnesi er kanska rakt av ILA. Illgruni er um sjúkuna í einum ringi. Royndir verða sendar til Noregs í næstum, og bíðað verður nú í spenningi eftir svarinum, sum væntandi kemur mikudagin Mynd: SáH C M Y K 17 16 Lesið Sosialin -tað loysir seg!