leygardagur 10. november 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
18
Nr. 218 - 10. november 2001
C
M
Y
K
18
Nr. 218 • leygardagur • 10. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein fínur dagur
Børnini í sætta flokki í Hvalba
sluppu at gera føroyskan mat
burturúr slaktinum, sum nú er
fingið til høldar
Lesið baksíðuna
Syndafullir tankar
undir Centre Point
Europeiskir statsmenn eiga ikki altíð bara at
akta USA, men eisini viðhvørt, tá ið neyðugt
tykist, at vera tann sissandi og ávarandi
røddin, skrivar Hanus Kamban
Føroysk kjakmentan og
danskar misskiljingar
Vibeke Larsen, fyrrverandi ríkisumboð, er illa
integrerað í føroyska samfelagið. Ella vit
kunnu tosa um hitt betrivitandi hjálandaeygað,
sum skal læra okkum primitivu føroyingar
demokratiskt stev, skrivar Kim Simonsen
Lesið á síðu 4 og 5
Lesið á síðu 6 og 7
MATVANAR
Ingrid Bjarnastein
– Føroyingar hava egnar
matvanar, vil Niels Mort-
ensen, stjóri í SMS vera
við.
– Vit yvirtaka ikki nakað
serligt av donskum ella
øðrum útlendskum mat-
vanum. Nú til jólar er tað
tó dunnan og tann heiti
maturin, sum er merktur av
Danmark, men tá tað kem-
ur til góðgæti er tað mest
enskt góðgæti, ið etið
verður.
Hesa tíðina og fram til
jóla er tað Quality Street
karamellurnar, dunnur,
reyðkál, klementinir, súr-
eplir, rosinur, marsipan og
góðgæti sum heild, sum
verður selt mest av í handl-
unum hjá SMS. Í Keyp-
samtøkunum kring landið
er tað dunnan, sum er
toppskorarin. Sambært
Finni Nielsen, stjóra í Før-
oya Keypsamtøku eru
dunnur tað, ið Keypsam-
tøkan selur mest av. Tó er
Finn Nielsen ikki heilt
samdur við Niels Morten-
sen viðvíkjandi føroyskum
matvanunum.
– Maturin, ið føroyingar
eta til jóla, líkjist nógv
matinum, sum verður etin
uttanlands, sigur Finn
Nielsen.
– Tó brýtur tað ræsta
kjøtið og annar føroyskur
matur frá, men sum heild
líkist tað ógvuliga nógv.
Finn Nielsen sigur, at
sum heild verður meira
etið til jóla enn til aðrar
tíðir, og hetta hevur sjálv-
sagt við sær, at meira
verður selt.
2.041.820 krónur
í karamellum
Quality Street karamellur-
nar hava meira ella minni
fingið eitt statussúmbol
sum »jólakaramellur«.
Matvøruhandlarnir, sum
SMS eigur, tað vil siga,
Miklagarð handlarnir, teir
fýra Bónus handlarnir og
Brotið í Runavík, selja yvir
11 tons av karamellum um
hesa tíðina.
Eisini Keypsamtøku-
ketan selur umleið somu
nøgd av karamellum. Hetta
gevur eitt samanlagt úrslit
uppá yvir 22 tons av Qual-
ity Street karamellum.
Aðrir handlar selja eisini
»jólakaramellurnar«, men
tað hevur ikki verið gjør-
ligt at fáa fatur á teimum
tølunum. So havast skal í
huganum, at tølini helst
eru væl hægri.
Um karamellurnar verða
roknaðar um til pening, so
kostar 1 kg av Quality
Street karamellum umleið
92,81 kr/kg. Hetta sigur so
mikið sum, at føroyingar
brúka 2.041.820 krónur
uppá karamellur um jóltíð-
ir, umframt tað, sum aðrir
handlar selja.
Við hesum tølum ber at
rokna seg fram til, at í
miðal etur hvør føroyingur
umleið eitt hálvt kilo av
karamellum, og brúka vit í
miðal 44, 39 krónur til
karamellur í part.
So føroyingar eru helst
eitt lítið sindur søtari um
jólini enn aðrar tíðir.
Eta meiri enn 22 tons av
Quality Street
Nú stundar ímóti jólum, og tað sæst aftur í teimum ymsu
matvøruhandlunum kring landið. Tær væl kendu og ikki minst væl
umtóktu Quality Street karamellurnar eru komnar á hillarnar, og eisini
eru mandarinir og klementinir komnar á klettarnar. Men hvussu eru
matvanarnir hjá føroyingum nú jólini standa í durunum?
Væl meiri enn 22 tons av Quality Street karamellum verða seld um jóltíðir
Mynd: Jens Kr. Vang