leygardagur 10. november 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001
3
21
2
Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001
C
M
Y
K
20
FYRI 25 ÁRUM
SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
»Hetta tvætlið er at síggja
ymsa staðni í Havnini, og
tað eru vaksin fólk, sum
hava skrivað tað ella latið
tað skrivað og ikki smá-
børn, sum ein kundi hildið
eftir málberingini at døma.
Tí tað sum hesir góðu
menn meina er, at tað skal
parkerast hvørgu megin,
men tað tykjast teir ikki at
duga at siga, og tí koma
teir við hesum tvætlinum.«
Hesa viðmerkingina
hevði Marius Johannesen,
fyrrverandi háskúlastjóri, í
Sosialinum 10. november
1976.
Orsøkin var tann, at
Tórshavnar býráð hevði
tikið stig til at fáa bilbukt
við vaksandi parkerings-
óskilinum, men málbering-
in á skeltunum var heldur
»óheppin«.
Tað segðist eisini, at ein
ávísur sakførari í Havn fór
í rættin við eini parker-
ingsbót, hann hevði fingið,
tí hann hevði bert parkerað
í aðrari síðuni…
– Vit umhugsa at selja
skipini, segði Ejler Jacob-
sen, formaður í felagnum
Nótaskip, sum um hetta
mundið hevði fund við
landsstýrið. Felagið ynskti
at fáa eina kvotu afturat
upp á 5.000 tons.
– Sum støðan er nú, um-
hugsa fleiri skipaeigarar at
selja skipini, segði Ejler
Jacobsen við blaðið.
Formaður í Búskapar-
ráðnum um hetta mundið
er Johan K. Joensen. Hann
sigur, at árið 1976 helst fer
at roynast betri enn síðstu
tvey árini: – Útflutningurin
er í ár vaksin lutfalsliga
meira enn innflutningurin,
men vegna stóru skipaíløg-
urnar verður tó helst hall á
gjaldsjavnanum, segði
hann.
Grikkaland er hernaðar-
stýrt, og Sosialurin hevur
stóra mynd av Mikis Theo-
dorakis, kenda sangara-
num, sum luttók í politikki
í kommunistiska flokki-
num. Hann fer at flyta
aftur úr Grikkalandi, tí
hann og familjan eru hótt
við lívinum. Hetta er eitt
av mongum dømum um, at
alt ikki er, sum tað eigur at
vera í Grikkalandi, stað-
festir Sosialurin.
Sjónleikarhúsið í Havn
er í føðingardagshýri, tí
27. november í 1976 fyllir
felagið 50 ár. Skitsutekn-
ingar eru góðkendar av
byggimyndugleikunum, og
felagið fer nú undir út-
bygging, so skjótt sum
fíggingin er greið.
Fótbóltsárið er endað –
og TB vann FM-heitið fyri
fyrstu ferð í 25 ár. Fót-
bóltsdeildin hjá FSF hevur
ársaðalfund leygardagin og
sunnudagin. Á skránni eru
m. a. broytingar í kapping-
arreglunum. Formaðurin í
fleiri ár, Poul Michelsen,
tekur ikki við afturvali.
Óli Jacobsen, formaður í
Fiskimannafelagnum, sigur
á landsfundi felagsins, at
dentur má leggjast á fjar-
leiðirnar. Hann heldur eis-
ini, at tankin um foredling
av freimleiðsluni ofta
verður gjørdur ov einfald-
ur.
Útvarp Føroya fer nú
aftur at leingja um sendi-
tíðina. Nú fer at verða sent
til kl. 21 hvørt kvøld, og í
longdu skránni verða m. a.
tónleikasendingar og
endursendingar.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TAÐ
Kavin í vikuni kom óvart
á børn og vaksin, bilar og
skip, krov og runnar. So-
leiðis tykist at vera á
hvørjum ári.
Fólkatingsvalið kom
óvart á politikarar og kon-
ur, pressu og valnevndir,
teg og meg. Soleiðis tyk-
ist vera hvørja ferð.
So løgin eru vit menn-
iskju gjørd, at sjálvt tað
sum vit vita og hava vitað
leingi kortini kemur óvart
á okkum.
At eg skuldi skriva
henda greinastubba kom
óvart á meg, hóast eg havi
vitað tað í einar tveir
mánaðir.
Um tað er rætt, at sjálvt
tað, sum vit vita fer at
koma, ikki kemur, fyrr
enn tað kemur av óvart,
so er spuningurin, um vit
skuldu lagt á annan bógv
og lagt tíðina betur til
rættis. Pappírskalendarin
er uppfunnin, men alt ov
ofta er eingin lummi tøk-
ur, har kalendarin kann
vera í. Júst tá avtalan skal
skrivast inn, liggur ka-
lendarin heima, tí jakkin
ella skjúrtan var skift tann
dagin.
Fartelefonirnar kunnu
setast at ringja, men tá tær
bibba ella spæla »Ormin
langa«, ja, so er tað tí
battaríið er um at ganga
undan.
Men til alla lukku hava
vit telduna, sum hevur eitt
ótal av møguleikum í
Outlook. Her ber til at
skriva avtalur og telefon-
nummur og krevja áminn-
ingar, men teldan er so
illa konstruerað, at hon
altíð stendur í einum øðr-
um rúmi, enn tí man
sjálvur er í.
Ja, hetta kemur óvart á
meg, at tað finnast so
nógvir hentleikar, sum í
roynd og veru, als ikki eru
nøktandi.
Niðurstøðan er púra
greið. Og lat tað ikki
koma óvart á nakran.
Høvdið, við innbygdum
heila, er einasti kalendari,
sum vit altíð hava við
okkum. Men sjálvt um
høvda-kalendarin er við
okkum dagin langan, so
røkkur hann heldur ikki.
Vit mugu helst liva við,
at sjálvt tað planlagda
kemur óvart á okkum.
Mín áminning er bara:
Latið ikki jólini eisini í ár
koma óvart á!!!
»Eingin parkering báðu megin«
Brot úr Sosialinum 10. november í 1976
Av óvart
John Johannessen, skrivar
Árni Joensen:
Tað vakti stóran ans í Svø-
ríki, tá fólk settu seg at
lesa Dagens Nyheter tann
25. oktober. Tann annars
so friðarliga Lisbeth Palme
hevði brádliga játtað at
tosa við ein fjølmiðil um
tann syrgiliga tilburðin fyri
skjótt 16 árum síðani og
tað, sum síðani hendi. Men
tað var ein avgjørd for-
sætisráðharraeinkja, sum
lat frætta frá sær.
Trý ár eftir morðið á
Olof Palme tann 28. febr-
uar í 1986 bleiv Lisbeth
Palme sett andlit til andlits
við ein mann, sum svenska
løgreglan hevði tikið og
skuldsett fyri morðið.
Maðurin æt Christer
Pettersson, og Lisbeth
Palme var ikki í iva um, at
hetta var drápsmaðurin.
Býarrætturin í Stock-
holm trúði henni og dømdi
Christer Pettersson sekan í
morðinum, men tá málið
bleiv skotið inn fyri lands-
rættin, fekk tað brádliga
eina aðra vend. Dómarar-
nir høvdu ikki álit á vitnis-
frágreiðingini hjá Lisbeth
Palme, og Christer Petters-
son varð fríkendur og latin
leysur sum frælsur maður.
Politikkur uppií
Lisbeth Palme hevur ong-
antíð viljað tosað alment
um morðið ella rættarmál-
ið hesi nógvu árini, men í
samrøðuni við Dagens Ny-
heter sigur hon, at eftir
hennara tykki vóru tað
kanska politiskir tankar,
sum fingu dómararnar í
landsrættinum at taka ta
avgerð, sum teir tóku.
Lisbeth Palme vísir á, at
tær politisku andsagnirnar
í Svøríki vóru sera stórar
miðskeiðis í áttatiárunum.
Hvørki rætturin, løgreglan
ella fjølmiðlarnir megnaðu
at standa ímóti trýstinum
frá fólkinum.
-Olof varð forfylgdur
ígjøgnum nógv ár. Eingin
hevur kannað, hvussu
óheftir dómararnir í lands-
rættinum vóru, sigur Lis-
beth Palme við blaðið.
Spurd, um hon við hes-
um sipar til ta politisku
sannføringina hjá teimum
einstøku dómarunum, svar-
ar hon:
–Ja, tað kunnu vit hugsa
um. Forsætisráðharrin hev-
ur tað hægsta politiska
starvið. Tann politiski
spenningurin var ógvuliga
stórur, sigur Lisbeth
Palme.
Hon leggur ikki fingrar-
nar ímillum, tá talan er um
svenska rættarverkið, og
hon harmast um, at málið
ímóti Christer Pettersson
ikki varð lagt fyri hægsta-
rætt.
Sjálv heldur hon fast um
sína vitnisfrágreiðing:
–Eg royndi í mong ár at
goyma myndina í minni-
num. Eg lat meg ikki
freista til at tosa við nakr-
an um tað, sigur hon.
Men dómararnir trúðu
henni ikki. Sjálv heldur
hon ikki, at tað er ein
trupulleiki hjá sær, men
heldur ein trupulleiki hjá
Svøríki sum rættarsam-
felag.
Ikki í iva
Lisbeth Palme minnist, at
hon gjørdist ovfarin, tá hon
á løgreglustøðini skilti, at
maðurin, sum hon hevði
sæð skjóta mann sín, var
svii og eftir øllum at døma
eisini rúsevnismisnýtari.
Men hóast løgreglan gav
henni fleiri menn at velja
ímillum, var hon ikki eina
løtu í iva og peikaði á
Christer Pettersson. Hon
hugsaði seg ikki nóg væl
um, tá hon viðmerkti, at
tað var ikki trupult at
síggja, hvør av monnunum
var misnýtari, tí júst hend-
an viðmerkingin bleiv nýtt
ímóti vitnisfrágreiðing
hennara undir rættarmáli-
num.
Dagens Nyheter spurdi
Lisbeth Palme, hvussu tað
ber til, at hon ongantíð
hevur viljað tosað um
morðið fyri skjótt 16 árum
síðani.
– Eg kann ikki reisa
málið. Eg havi vitnað, og
dómararnir valdu ikki at
trúgva mær. Tað merkir
ikki, at eg havi mist trú-
virðið fyri mær sjálvari. Eg
havi átikið mær mína
ábyrgd. Onnur mugu taka
støðu til, um tey eisini
hava gjørt tað. Men einum
nýtist ikki at rannsaka seg
sjálvan, og tað er eisini tað
lættasta, sigur Lisbeth
Palme.
-Tað var eg!
Vakti samrøðan í Dagens
Nyheter ans, vakti tað ikki
minni ans, tá blaðið Ex-
pressen tveir dagar seinni
almannakunngjørdi eina
váttan frá Christer Petters-
son um, at tað var hann,
sum myrdi Olof Palme
tann 28. februar í 1986.
Orðalagið í váttanini
hevði útvarpsmaðurin Gert
Fylking, sum er vinmaður
Christer Petterssons, skriv-
að, og teir høvdu síðani
báðir skrivað undir. Men
samstundis kom fram, at
Expressen hevði goldið
Christer Pettersson 2000
krónur fyri at skriva undir
uppá, at hann myrdi
Palme.
Í einari útvarpssamrøðu
endurtók Christer Petters-
son, at tað var hann, sum
myrdi Olof Palme. Spurd-
ur, um hann helt, at málið
eigur at verða avgreitt eina
ferð med alla fyri at fáa
endaliga greiði á spurning-
inum, svaraði Christer
Pettersson, at tað visti
hann ikki.
Men hann visti hinvegin
væl, at tað kann gera tað
sama, hvat hann sigur, tí
sambært svenskari lóg
kann hann ikki ákærast,
sjálvt um at játtar seg sek-
an. Lógin krevur, at morð-
vápnið skal vera til taks,
og skammbyrsan, sum
drápsmaðurin hjá Palme
nýtti, er ongantíð funnin.
Tí kann Christer Petters-
son ikki dragast fyri rættin
– sekur ella ikki, og tí fæst
neyvan nakrantíð at vita,
hvør drápsmaðurin veru-
liga var.
Hann myrdi mann mín!
Ja, eg myrdi Olof Palme!
Tað mangan umrødda morðið á svenska
forsætisráðharran Olof Palme fyri skjótt 16
árum síðani kom brádliga framaftur fyri góðari
viku síðani. Fyrst valdi einkjan eftir
forsætisráðharran at tosa um málið, sum hon
ongantíð hevur viljað tosað um, og síðani
váttaði tann fríkendi Christer Pettersson, at tað
var kortini hann, sum myrdi Olof Palme
Hjúnini Olof og Lisbeth
Palme høvdu verið í bio-
grafi hetta kvøldið tann
28. februar í 1986. Film-
urin var liðugur millum
kl. 23.05 og 23.10. Eftir
at hava prátað eina løtu
við sonin Mårten fóru tey
bæði til gongu suður eftir
Sveavägen.
Við Adolf Fredriks-kirkj-
una fóru tey fram við ein-
ari matstovu. Kl. 23.21
komu tey til krossin á tí
vegnum, sum nú eitur
Olof Palmes Gøta.
Á krossinum var ein
handil. Ein av sýnisglugg-
unum vendi út ímóti
Tunnelgatan og Svea-
vägen.
Tá Olof og Lisbeth Palme
fóru fram við handlinum
og út ímóti krossvegnum,
kom ein maður undan
handilshorninum og lat
tvey skot av við einari
magnum-skammbyrsu.
Annað skotið rakti og
drap Olof Palme.
Hitt skotið rakti Lisbeth
Palme, men hon varð ikki
álvarsliga skadd.
Maðurin, sum hevði skot-
ið, rann eystur eftir
Tunnelgatan og niðan
trappurnar til Malmskill-
nadsgatan.
Løgreglan fekk av álvara
áhuga fyri Christer
Pettersson, tá vitni á
heysti í 1986 greiddu frá,
at hann hevði verið uttan
fyri biografin um ta tíð-
ina, tá Olof Palme varð
myrdur. Harafturat fekk
løgreglan at vita, at
Christer Pettersson var
farin aftan á Palme-hjún-
unum eftir Sveavägen og
ímóti morðstaðnum.
14. desember í 1988 tók
løgreglan Christer
Pettersson til avhoyringar.
Sama dag bleiv hann
fongslaður.
29. mai í 1989 varð
Christer Pettersson
ákærdur fyri morð og
morðroynd.
1. juli í 1989 dømdi býar-
rætturin í Stockholm
Christer Pettersson lív-
langa fongsulsrevsing fyri
at hava myrt svenska for-
sætisráðharran Olof
Palme. Men rætturin var
ikki samdur. Løgfrøðing-
arnir hildu hann vera
ósekan og kravdu frídøm-
ing. Í oktober 1989 frí-
kendi landsrætturin
Christer Pettersson. Málið
fór ikki í hægstarætt.
FAKTA