Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001 5 23 4 Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001 C M Y K 22 Hanus Kamban Fisk og flísar í sínum upp- runaliga, ediliga sniði fær ein bara í Onglandi. Longu dagin eftir at eg í miðjum oktober var komin til Lon- don, leitaði eg mær tí nið- an á Odysseus, á vega- mótinum har Oxford Street og Charing Cross Road umskarast. Henda matstov- an kann viðmælast øllum, sum eru svong, ikki hava góða tíð og ikki beinleiðis svambla í pengum. Tú verður blídliga móttikin, og tú situr mitt í býarins hjarta. Gamal matsiður er, at ein tallerkur eigur ikki at vera ov fullur, hetta kann loypa vaml á fólk. Undan- takið er nettupp hesin rætt- urin. Tann ellipsudánaði borðiskurin á Odysseus er rokaður við heimsins leskiligastu skrubbu og epladálum, ið eru gyltir og vælvaksnir og fáa teirra føroysku ella donsku syst- kinabørn at minna um pín- ingar. World Trade Centre Sum ein situr her og gevur sær góðar stundir, og kvøldið, nú seint í troking- artíðini, sendir fossar av vappandi býarfólki út eftir New Oxford Street ella oman móti Leicester Square, slepst ikki undan, at tankin heftir seg við viðurskiftir, sum um varða eitt nú á skíggja ella í fjøl- miðlum. Hinumegin vegin hevjar seg háhúsið Centre Point, bringubrætt sum Bustin í míni heimaoyggj. Við áganginum móti World Trade Centre í huga verður grannalagið alt fyri eitt viðkomandi. Skuldi onkur kemikazesníkur fingið áhuga fyri hesum torninum mitt í sjálvum London, er Odysseus ein greidligur og ivaleysur partur av tí møguliga vanlukkuøki- num. Á flogferðini yvir til London gáaði ein sjálvsagt um, at tað broytta veður- lagið í heimssamfelagnum hevði havt avleiðingar. Floghavnin í Kastrup var fámentari enn vanligt, eftirlit og kanningar vóru ruddiligari enn fyrr, og yv- ir fólki var sum heild ein feril av álvarsemi. Tað var ikki sørt, at ein sat og skimaðist í flogfarinum. Hvar sat tann møguligi ilskufúsi sníkurin, og hvussu hevði hann krógv- að sín døkka samleika? Afghanistan Meðan eg skrivi hesi orð- ini, hava USA og Ongland bumbað Afghanistan í skjótt fýra vikur. Skuldi Taliban-stýrið fallið – sum líkindi eru til – vera tað helst fá vestanfyri, ið hava orsøk til at harmast. Men málið er fløktari enn so. Nøkur hundrað fólk, kanska uppaftur fleiri, sum einki hava gjørt til sakar, eru dripin. Nú tær óhugna- ligu tyssibumburnar (hvør goymir í sínum knøtti 650 spreingiløðingar) sirma niður yvir landslagið, verður mannfallið sjálv- sagt uppaftur størri. Eitt land, sum framman- undan er útpínt og herjað, verður nú tagað uppaftur meira sundur. Fólk í 100.000 tali eru rikin í út- legd, tey, sum ikki orka av- stað, børn, gomul og sjúk, tilsamans fleiri milliónir, standa nú og bíða eftir ein- um hungursvetri. Hvussu kann hetta verjast? Avgerandi er hesin spurningur: Hvat er enda- málið við hesum krígnum? Er tað satt, sum sagt verð- ur, at hetta er eitt kríggj móti altjóða yvirgangi? Ella hevur kríggið okkurt annað endamál? Er tað kanska greipað saman við viðurskiftum, vit einki vita um? Fólkaræði í USA? Áðrenn vit nærkast hesum spurningi, kann vera vert at gáa um, hvussu veður- lagið – mentunarliga og løgfrøðiliga – er í USA í løtuni. Sum dømi kunnu vit taka stríðið móti rús- evnum, sum nógv hevur verið upplýst um í seinast- uni. Til tess at taka um sjálva rótina á hesum trup- ulleika, hava amerikanarar í langa tíð sprænt eitur niður yvir markir og víddir í Bolivia. Atgerðin hevur ongan trupulleika loyst, tvørtur- ímóti, opiumsbøndurnir hava funnið sær nýtt dyrkilendi, og framleiðslan er vaksin. Hinvegin hevur atgerðin skapt eina um- hvørvisvanlukku í Bolivia. Heima hevur USA samtykt og sett í verk eina rúsevna- lóggávu, sum hevur gjørt tað møguligt at handtaka ósek fólk í tíggju, kanska hundrað túsundatali. Fong- slini eru á tremur, og milli- ónir av børnum ganga í foreldraloysi fyri vág og vind. Hvør fremur yvirgang? Myndin hevur yvir sær ein dám av vitloysi. Tað sama stórveldið, sum setir hampafólk og uppalarar í túsundatali í myrkastovu, hóast tey einki hava gjørt, er ikki ført fyri at verja sítt fólk ímóti nøkrum fáum kemikazebrotsmonnum. Tað er alt so einfalt. Tú keypir tær nøkur rakibløð, fer upp í eitt innanlendis- flogfar og fremur at kalla ótarnaður tína glæsiligu – ella grøtiligu – ætlan. Milliardir fara árliga til løgreglu og loynitænastu. Men tá sníkar herja á, standa stjórarnir sum muur. Lat okkum venda aftur til spurningin um yvir- gang. Hvør er tað, sum fremur yvirgang í heimi- num í dag? Ber til at byggja upp ein stovn, sum kann taka um henda trup- ulleika, kjølfesta eina al- tjóða gylduga løgfrøðiliga siðvenja, fáa tey seku drig- in fyri rættin, skuldsett og dømd? Um so er, at tað ikki ber til, er nakar, ið kann hugsast at forða fyri tí? Eitt ákærurit Framman fyri mær liggur ein bók, lítillátin í vavi og sett við heldur smáum stavum. Bókin eitur The Trial of Henry Kissinger. Tann sum hevur skrivað er Christopher Hitchens, rit- høvundur, blaðmaður og professari í »Liberal Studies«. Høvundsins áskoðan – sum hann undirbyggir við neyvum upplýsingum og strangliga skipaðum próvgrundum – er, at fyrr- verandi amerikanski uttan- ríkisráðharrin eigur at koma fyri rættin, skuld- settur fyri yvirgang ella terrorismu. Millum tær Syndafullir tankar undir Centre Point Europeiskir statsmenn eiga ikki altíð bara at akta USA, men eisini viðhvørt, tá ið neyðugt tykist, at vera tann sissandi og ávarandi røddin Hanus Kamban við ánna Themsen brotsgerðir, ið áttu at stað- ið í einum møguligum ákæruriti, eru hesar: 1.Tilætlað hópmorð móti vanligum borgarum í Indokina. 2.Tilætlað loyniligt sam- starv í hópmorði, og seinni morði, í Bangla- desh. 3.Persónliga at hava goldið fyri og lægt til rættis morð á ein embætis- mann í eini demokratisk- ari tjóð – Chile – sum USA ikki var í kríggj við. 4.At hava verið uppi í eini ætlan at myrða ríkis- ovastan í tí demokratisku Kýpros. 5.At hava eggjað til – og gjørt møguligt - fólka- morð á Suðurtimor. 6.At hava verið uppi í eini ætlan at ræna og myrða ein blaðmann búgvandi í Washington DC. Kambodja og Laos Tað verður ov drúgført á hesum stað at greiða í staklutum frá hesum seks punktunum. Nóg mikið er at minna á, at amerikanski forsetin Richard Nixon og trygdarráðgevi hansara Henry Kissinger í 1969 gjørdu av at bumda tvey uttanveltað lond - Laos og Kambodja – sum USA ikki var í kríggj við. Frá mars 1969 til mai 1970 vórðu tilsamans 3.630 bumbuálop framd móti Kambodja. Mett verður, at í minsta lagi 300.000 borgarar í Laos og 600.000 í Kambodja lótu lív. Milliónir gjørdust flóttafólk. Álopini skaptu eina risastóra heilsuvan- lukku, sum serliga rakti børn, mammur við smáum børnum, gomul og sjúk. René Schneider Fara vit síðani til Chile, so hendi tað har, eftir forseta- valið í september 1970, at ein demokratiskur meiri- luti var fúsur at velja Salvador Allende til for- seta. Hetta útlitið hóvaði ikki tí uttasta høgra, CIA og stórfyritøkum sum ITT, Pepsi Cola og Chase Man- hattan Bank í USA. Nixon og Kissinger gjørdu tí av at forða valinum við at eggja til hernaðarkvett. Men teir rendu seg alt fyri eitt í ein stóran trupul- leika. Chilenski herurin og herovastin René Schneider vóru ímóti at forpurra ta demokratisku manna- gongdina í Chile. So varð gjørt av at eggja til, at Schneider varð rændur og at lata yvirgangskroppum vápn og pengar til at fremja hesa ætlan. Tað lukkaðist at fáa samstarv í lag við ein bólk av chilenskum terroristum við Roberto Viaux her- ovasta á odda. Tann 22. oktober 1970 varð René Schneider rændur og myrdur. Tað gingu kortini 3 ár, til tað eydnaðist, við eini antidemokratiskari ráðagerð, at beina fyri tí chilenska fólkaræðinum. Hvør hýsir terroristum? Seta vit hesar upplýsingar í samband við tey ræðu- ligu álopini á World Trade Centre, standa vit yvir av eini merkisverdari mor- alskari syllogismu. Hann, sum ikki er við okkum í stríðnum móti yvirgangi, er ímóti okkum, sigur am- erikanski forsetin. Og tey, sum hýsa terroristum, eru líka sek sum t.d. Osama Bin Laden. Loypa vit nú tann løg- frøðiliga nettleikan (sum hvørki USA ella Bretland tíma at gáa um)um, so eru menn sum Bin Laden, Milosevic og Kissinger í somu støðu: ákærur um herviligan yvirgang kunnu førast fram í móti øllum trimum. Sostatt hýsir USA, sambært landsins egnu allýsing, í løtuni ein- um av heimsins størstu terroristum. Ikki bara verður einki gjørt fyri at handtaka hann. Hann verð- ur borin á lógvum, dyrkað- ur sum ein hetja og undir- díktur í risastórum pen- ingaupphæddum, bara hann opnar munnin. Er tað ikki makaleyst? Bakslátturin Hesar hugleiðingar hava ikki til endamáls at káva út yvir tann trupulleika, sum eitur yvirgangur. Hesin vandi er veruligur, og hann fer at vaksa í framtíðini, m.a. orsakað av tí vaksandi streyminum av flóttum úr muslimskum londum og tí harðnandi fundamentalist- iska rákinum bæði fyri eystan og fyri vestan. Men sum so mangan fyrr verður spurningurin vestanfyri gjørdur einfald- ari enn hann er, sum var hetta bara eitt kríggj mill- um tey góðu (og kristnu) og tey óndu (og heidnu). Í roynd og veru eru tað vesturheimsins óndu og grimu gerðir, sum nú koma okkum øllum aftur um brekku. Tí ikki bara hava muslimskir yvir- gangsmenn lært av vestur- heiminum, okkara stats- menn eiga eisini sín lut í, at mong muslimsk lond nú leita, ikki tann demokrat- iska, men tann funda- mentalistiska vegin. Tá ið tann demokratiskt valdi iranski statsmaðurin Mossadeq í 1953 fór undir at umskapa Iran til eitt upplýst, nútíðar fólkaræði, vóru tað USA og Ongland sum við ódemokratiskari uppílegging steðgaðu hesi gongd. Er Blair lopin framav? Í tí støðu, sum nú hevur tikið seg upp, kundi Eu- ropa havt leiklutin sum kritiskt, tálmandi vald. Men europeiskir statsmenn hava valt at krúpa og akta – treytaleyst – hvørja ferð tann amerikanski kovboy- forsetin trívir eftir byrsuni. Og tað nýggja Labour í Bretlandi hevur tíverri valt at ganga undan í hesum pínliga undirbrotliga leik- luti. Undan seinasta vali gjørdi The Observer vart við, at Tony Blair nóg illa hevði nortið við tey stór- mál, sum leika á heima: at nútíðargera útbúgving, samferðslu og heilsurøkt. Men nú tað snýr seg um at bumba eitt fátækt, niður- undirkomið land, tykist einki at vera óført. Hvør, kann ein spyrja, fremur yvirgang? Avvarð- andi eftir tey, sum lótu lív í New York tann 11. sep- tember í ár, hava sítt svar. Men nú ein dagin fekk ein mamma í Kabul eina jóla- gávu frá teimum fittu jóla- monnunum Blair og Bush, sum kostaði fimm av hennara smáu børnum lív- ið. Hvat heldur hon um málið? Og hvat halda avvarð- andi eftir tey, sum vóru slaktað í Sabra og Shatilla, av kristnum bølmennum, í september 1983 (meðan Ariel Sharon, sum hevði ábyrgdina, hugdi at) um spurningin? Góðgæti í Charing Cross Road Máltíðin á Odysseus er komin at enda. Centre Point stendur enn. Charing Cross Road liggur í ským- ligari kvøldarglæmu. Tann einsligi ferðamaðurin smýgur ígjøgnum streymin af fólki og kennir seg sum ein óvita av bygd, ið er sleptur inn í ein góðgætis- handil. Her eru allar tær veldugu bókabúðirnar – Foyles, Borders, Water- stone´s og Blackwell´s – og tær flestu teirra lata ikki aftur fyrr enn um átta- tíðina. Fyribils beina vit Bush og Blair og teirra undir- brotligu europeisku jabrøður av heilaskíggja- num. Pinter og Tolkien, Blake og Rembrandt eru hugaligari ferðalag. Kanska kunnu vit hoyra um onkran teirra næstu ferð. Gøtumynd tætt við Piccadilly. Mynd: Hanus Kamban Úr Higngate, Norðurlondon. Mynd: Hanus Kamban Í næstu grein verður farið at vitja í Highgate kirkjugarði, har høvundurin fer at hugleiða um Karl Marx og støddfrøðingin Alan Turing, sum er faðir at telduni.