Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001 7 25 6 Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001 C M Y K 24 - Viðmerkingar til fyrr- verandi ríkisumboðið um føroyskan kjaksið í Dimmalætting 25. ok- tober 2001. »....sig mær fáa vit føroy- ingar ongantíð frið« Kári P. KRONIKK Kim Simonsen Vit skilja danskt sum før- oyingar, men vit skilja ikki alt sum liggur aftanfyri og ikki minst mátan danir siga ávís ting. Tað sama er galdandi fyri danir. Teir kunnu læra at skilja før- oyskt, men oftani tekur tað nærum eitt heilt lív, áðrenn danir veruliga skilja føroy- ingar. Reint leksikalt skilja danir, og aðrir útlendingar, ið duga føroyskt, hvat vit meina við, men teir vanta kenslurnar við orðunum, og skilja tí heldur ikki alt tað, sum er púra innfor- staðið og kontekstuelt. Teir vanta mangan kunnleika um føroyska mentan, ser- liga kanska tað vit eru uppvaksin við í fjølmiðl- unum innan tónleik og mentan. Mál er royndir, praksis og felagsskapur. Tú skalt gera royndirnar, upp- liva málið í praksis og liva teg inn í felagsskapin, ella ert tú bert uttanfyri. Mál er ikki reinur logikkur, har týdningur kann týðast beint yvir. Sjálvandi vísir málið mangan, við øllum teim tilvildarligu orðunum, aftur á ein felags veruleika og víst er veruleikin fel- ags. Ein kann bara ikki uppliva eina mentan uttanifrá. Er man innan- fyri, so kann ein ikki long- ur siga, hvussu tað er at vera innanfyri, tí tað er nærum ógjørligt at vera re- fleksivur og umhugsa, hvussu mentanin finst í einum. Hvat er mentan og hvat er ein sjálvur? Skal man trívast, so er neyðugt at liva seg inn í mentanina og syngja sangirnar, liva við siðunum og tosa við í øllum tí hini tosa um. Vibeke Larsen og donsk semjumentan Fordómar eru hesar mis- skiljingar, ið stava av at hava ymiskar referansur. Sum nýggjur borgari í Før- oyum fær ein góður nýfør- oyingur ella fremmandur eitt slag av dupultum sam- leika við tveimum málum, tveimum referansum og tveimum mátum at hugsa uppá. Men mangan er in- tegratiónin ikki so væl- eydnað, tí ein sær altíð nýggja landið við eins egnu mentan í mentu. Alt verður vent og dragað frá einum skeivum sjónarmiði, har mentanir verða saman- bornar. Einki er galið við samanberingum, men tá tann eina og minna ment- anin verður við undirlutan vegna fordómar og mis- skiljingar, so er okkurt gal- ið. Hetta ger seg galdandi í samrøðuni við fráfarandi ríkisumboðsmannin, Vi- beke Larsen. Hon hevur púra rætt í at føroyskur politikkur mangan er borin av einum hørðum orða- skifti, har tað heldur eru persónarnir farið verður eftir enn sjálvt kjakið. Men so er tað, at tað gongur púra galið. Hon trýr, at ein donsk ’kensensus’ ella semjumentan bara soleiðis skal innflytast til Føroyar. Men hvat er hetta fyri nak- að? Jú, danir hava ta kjak- mentan, har formurin nær- um er líka, ella meiri um- ráðandi enn innihaldið. Skal ein t.d. vinna frama millum danir, er neyðugt at duga at argumentera á teirra hátt. Tað nyttar einki at langa sína meining á borðið við tað sama — dønum dámar ikki væl, at fólk eru fýrakantað sum teir siga. Rætti hátturin er at nevna dømi fyri og ímóti eini , og so kanst tú siga tína meining (líka mikið hvussu langt úti hon er) – úrslitið er tað sama, men mátin er heilt ymisk- ur, og tað er mátin, ið er umráðandi fyri danir. Onk- ur meinar, at hetta er franskur retorikkur frá 17 øld, ið hevur sníkt seg til Danmarkar. Eg haldi tó, at hetta hevur fleiri fadrar og ein er ungdómsuppreistur- in í 1968, ið dyrkaði tað relativa og tað, at øll skuldu siga sína meining. Hesir tankar um tolsemi, demokrati og valdsfrítt samskifti og konsensus – ella semjumentan eyð- kenna (ella gjøgnumsúrga) danir, og hetta er heilt við síðuna av í mun til føroy- ingar. Vit skulu menna okkara egnu kjakmentan, ið er tillagað til føroyska mentan, søgu og samleika. Tað er sum um Vibeke Larsen sær allan føroyska heimin við donskum eyg- um og hevði hon verið innvandrari hevði ein kunna tosað um vánaliga integratión. Vibeke Larsen er illa integrerað í føroyska samfelagið, sum ættarlið av embætismonnum undan henni í 600 ár. Ella vit kunnu tosa um tað imperi- ala eygað, hitt betrivitandi hjálandaeygað, sum skal læra okkum primitivu før- oyingar demokratiskt stev og hetta tykist ikki sørt niðursetandi. Hetta minnir meg um juristin Hjalmar Hammersheimb, sum í 1886 segði, at: »Det går mere og mere op for mig, hvor forkert det er at have embeds- mænd, som hverken vil eller kan forstå færøsk tænkemåde og færøsk åndsliv. De betragter Fær- øerne som et forvisnings- sted og taler næsten ikke om andet end hvor »gyse- ligt« færingerne står til- bage for danskerne i civil- isation. De taler aldrig med »en indfødt« uden i forretninger og omgås ikke engang de pænere og dannede familier her. Det eksklusive princip er strengt gennemført, fordi Føroysk kjakmentan og danskar misskiljingar Vibeke Larsen, fyrrverandi ríkisumboð, sær allan føroyska heimin við donskum eygum. Hevði hon verið innflytari, hevði ein kunna tosað um vánaliga integratión. Vibeke Larsen er illa integrerað í føroyska samfelagið, sum ættarlið av embætismonnum undan henni í 600 ár. Ella vit kunnu tosa um tað imperiala eygað, hitt betrivitandi hjálandaeygað, sum skal læra okkum primitivu føroyingar demokratiskt stev Vibeke Larsen, fyrrverandi ríkisumboð, hevur púra rætt í, at føroyskur politikkur mangan er borin av einum hørðum orðaskifti, har tað heldur eru persónarnir farið verður eftir enn sjálvt kjakið. Samstundis heldur hon, at danska semjumentanin bara soleiðis skal innflytast til Føroyar de står på et for højt dann- elsestrin til at omgås andre end »os selv«. Hjalmar Hamersheimb 1886 Líka so nógv tað fellur mær fyri bróstið at hoyra føroyskt politiskt kjak, líka so stuttligt er tað mangan at hoyra teir kjakast, tí kjakið er beinhart og tí sera sjálvdan keðiligt. Ein orsøk til hetta er, at hin so- nevnda eindarmentanin í Føroyum ikki er ein veru- leiki. Vit føroyingar eru nærum ikki samdir um nakað, annað enn at vit eru ósamdir. Vit hava stórar og ymiskar bólkar í samfelag- inum, ið alsamt vilja vera í svárari andstøðu. Nevnast kann kjak um virði innan kristindóm, innan tjóðskap og altíð livandi kjakið um bygda- og økismenning. Um hetta skrivaði Proff. & dr.med Sk.V.Gudjonsson í 1940: »Færingerne forekomm- er mig mere indesluttede end islænderne, mere mis- tænksomme overfor fremmede (...) Færingerne mangler selvtillid, samm- enhold og social moden- hed (...) De er uenige, og meningerne og interesser- ne lige så delte, som deres øer er spredte i havet. – Færingen er langsom. Liv- et gaar med sneglefart i første gear. De har tid, og nutidens tempo har endnu ikke naaet disse fredelige øer. (...)Proff. & dr.med Sk.V.Gudjonsson, 1940 Føroyingar hava verið fyri nógvum atfinningum, og vit eru von við, at onnur hava hartað okkum. Vit hava ment eina serføroyska útgávu av føroyskum tjóð- skaparligum undirluta- kenslum, ið snúgva seg um at tiga, at vera trælir altíð undir øðrum á ein ella annan hátt. Retorikkur og kjakmentan At tosa við ein týskara er ein sonn frøi. Teir eru eftir annan heimsbardaga vorð- nir heimsmeistarar í at argumentera (tað var eisini bráðneyðugt at teir lærdu tað). Ein týskari brúkar mangan fýra til sjey pre- missir í einum argumenti, áðrenn konklusiónin kem- ur. Við fransmonnum ánar ein neyvan, hvat teir siga, men tað ljóðaði sum reinur tónleikur. Donsk kjak- mentan er ein blandingur av fronskum effektum og týskum argumentum. Har fronsk kjakmentan er føg- ur og týsk er heimsins mest ratiónella kjakment- an, endar hin danska við at detta niðurfyri sum ein mangan veik og ódjørv kjakmentan. Tær veruligu ósemjurnar tora danir ikki at taka fram, t.d. Tamilsak- in, ið kostaði kanska 20 milliónir. Hon var ikki bert um ein ministari hevði framt nakað ólógligt, men um viðurskifti dana mót- vegis flóttafólki og inn- vandrarum í Danmark. Hetta er síðani komið fram undan kavi við gráum kálvskinni og ikki er hitt danska vantandi tolsemið tespuligt á hesum øki. Føroyskir politikarar brúka ikki danskan retor- ikk, m.a. tí teir eru føroy- ingar og ikki danir. Teir skeldast og bítast á ein annan hátt enn eitt nú dan- ir gera. Men hvat er dansk- ur politikkur mangan ann- að enn vatndeyður greytur og retorisk tómgongd, og hetta sigi eg ikki, tí eg ikki skilji, hvat teir siga, men tí eg meini, at um mátin ein sigur nakað verður meiri umráðandi enn tað ein sigur, ja, so ríkur tað ratió- nella og logiska mangan. Poul Nyrup, Holger K. Nielsen og Helge Adam Møller eru góð aktuell dømi um væl vændar papageykar, ið sum vind- hanar venda við rákinum og ríða á øllum populist- iskum bylgjum, ið finnast. Poul Nyrup er ikki ein per- sónur, hann er eitt sirkus, eitt fjølmiðlasirkus við hópin av ráðgevarum, spindoctors og PR-fólki. Alt, sum hann sigur, er vigað á eini vekt, ið bert tevjar og vigar atkvøður. Nyrup veit t.d., at hann tosar til donsku smálig- heitina og »hin innari svínahundin«, tá hann t.d. hartar Føroyar heldur enn at royna at fremja kjak. Tvangshugna tær – ella halt kjaftin! Antropologurin og blað- stjórin á Weekendavisen, Anne Knudsen, sigur um danir í bókini »Her går det godt – send flere penge«, at teir mangan eru bæði sjálvglaðir og bangnir fyri órógv, og at tað er her frá trongdin til at ’hugna sær’ kemur. Danin dámar ikki, um onkur órógvar hugnan og vil altíð enda í av- dramatisering av øllum tví- støðum, á tann hátt, at tann ella tey, ið ikki passa inn í semjumentanina, vilja verða hildin uttanfyri. Anne Knudsen meinar, at tað er tí, at Danmark er eitt slíkt land fyri feløg, tí um fólk ikki kunnu semjast, so eru tey noydd at gera ann- að felag av sama slag. Í Danmark er demokrati á øllum økjum. Hetta er eis- ini leivd frá andelsrørsluni í 19. øld og frá 1970´in- um, har øll skuldu hava lut í avgerðum og valdi – frá barnagørðum, fólkaskúlum til ellisheim. Men demo- krati hoyrir heima í poli- tikki, og eg haldi ikki, at allur heimurin er politisk- ur. Taka vit eitt nu vísindi, so kunnu vísindamenn ikki bert atkvøða um sannleik- an hvørja ferð eitt ókent fyribrigdi skal definerast. Millum fólk er best um ikki alt gerst ein spurning- ur um retorikk, vald, demokrati og pragmatikk, men at veruliga menniskj- að torur at koma undan kavi, við øllum tess ófull- komileika, ósikkurheit og kensluborna lyndi, heldur enn tær vælsmurdu psyko- patisku maskinur, vit síggja í donskum politikki. Danmark er mangan karmurin um føroyska úti- setan, ið kemur niður og skjót lærir, at í hesum landinum tosar man um alt, man setur seg niður (tað er hugnaligt) og kjak- ast (fyri at vinna og fremja semjumentanina), og verð- ur eingin semja, ja so er tað føroyski útisetin, sum mangan gerst hann, sum noyðist at finna sær ein nýggjan bólk, og so byrjar alt umaftur. Somu støðu stendur sjónarmiðið hjá Vibeke Larsen í hesum høpi. Tað er gjørligt, at hon hevur rætt, men hví ólukkan skulu vit taka tað mest tápuliga danska eyð- kenni (at ræðast tvístøður) inn í føroyskan politikk og mentan? Líta vit eftir okkara demokrati, so byggir hetta á eina hugsan, ella sann- leikaástøði, at sannleikin ikki kann vinnast ella finn- ast v.ø.o ein skeptisk teori. Eingin endalig semja er gjørlig, tí er tað at konsen- sus er neyðugt. Hetta kom- promis snýr seg um, at tey, ið eru flest hava rætt, sjálvt um tey fara skeivt. Veikleikin í demokratiska argumentinum er, at sann- leikin var at fólkið t.d. valdi Hitler – men demo- krati er jú ein heilag kúgv, sum eingin vágar sær at finnast at, og so er skipan- in tíverri eisini hin minst ringa vit hava. Í Danmark er trupulleikin mangan, at alt verður blandað saman. Demokrati og politikur eru í øllum, og tað er skeivt. Kærleikin, vinskapur, gleði, sorg og sjálvt lívið eru ikki demokratisk viðurskifti. Vísindi, tað góða, tað sanna og tað vakra, ella sjálvur sann- leikin, er ikki nakað vit kunnu atkvøða um. Demo- krati hoyrir heima innan politikk og ikki sum í Dan- mark, har sjálvt lívið mangan endar sum eitt óendaligt kjak og ein enda- leys atkvøðugreiðsla. Tá demokrati kemur ímillum fólk í gerandisdegnum, byggir hetta á vantandi álit á okkara næsta. Tá danin vil kjakast, endar hann mangan við at grava kjakið niður, at demontera alt tað vandamikla, at skúgva alt undir teppið í gongini, og setur seg niður at drekka kaffi ella øl og hugnar sær, meðan teppið endar við at vera fleiri metrar høgt. Tað er tað ,sum er undir teppi- num, ið er alt tað áhuga- verda. Hetta minnir eisini um vanligt danskt misskilt tolsemi, ið er eitt slag av repressivum tolsemi, ið vil gera øll garvill sjónarmið til hugna, har hvør nazist- ur, barnalokkari og terror- istur fær loyvi at virka og t.d. gera heimasíður. Alt hatta skvaldrið Vi- beke Larsen sigur tørvar okkum ikki. Okkum tørvar at menna okkum frá grundini og at halda á vit at útbyggja tað føroyska og okkum tørvar eina serfør- oyska kjakmentan, ið hóskar til okkara. Okkum tørvar ikki at læra av danskari kjakmentan – teir kunnu sjálvur læra okkurt. Latum okkum heldur lesa Platon, Aristoteles og lat- um okkum læra av the real thing - týskari, enskari og franskari kjakmentan — einki minni. Poul Nyrup er fjølmiðlasirkus við hópin av ráðgevarum, spindoctors og PR-fólki. Hann veit, at hann tosar til donsku smáligheitina og ’hin innari svínahundin’, tá hann t.d. hartar Føroyar heldur enn at royna at fremja kjak