leygardagur 10. november 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 218 - 10. november 2001
C
M
Y
K
26
Nr. 218 - 10. november 2001
27
27
MENTANAR-
VARÐVEITSLA
Áki Bertholdsen
– Hetta hevur verið ein fín-
ur dagur.
Tað vóru ikki tvær mein-
ingar í sætta flokki í Hval-
ba, tá ið tey eftir loknan
dag sótu við búgvið borð
niðri í køkini í skúlanum í
Hvalba.
Tey høvdu baksast í køk-
ini síðani tíðliga um morg-
unin og nú fingu tey lønina
fyri stríðið. Á borðinum lá
bæði blóðmørður, blóð-
pannukakur, breyð og liv-
ur, og í eini grýtu lá rullu-
pylsan undir kóki.
Tá ið hon varð kókað,
skuldi hon undir farg, so
hana fingu tey ikki smakk-
að tann dagin, men hon
skuldi goymast til eitt
hugnakvøld í flokkinum
seinni.
Í eini aðrari grýtu stóð
súpan úti á.
Alt høvdu børnini gjørt
sjálvi. Tey høvdu havt
heystardag í skúlanum, har
tey skuldu gera ymiskt
burturúr slaktinum, sum
júst varð fingið til høldar.
Og full semja var um, at
hetta var nógv betri enn
ein vanligur skúladagur.
At fletta vóru tey so von
við. Tað var bara tað eina
barnið, har tey ikki høvdu
seyð í húsinum, men
Eleina hevði ofta sæð tey
fletta, so tað var henni als
ikki fremmant fyri tað.
Men tað, sum var teim-
um øllum fremmant, var at
taka slaktið upp og at gera
burturúr og tað var hetta,
tey brúktu hendan dagin
til.
Tey gjørdu bæði blóð-
mørð og blóðpannukakur,
livurpostei burturúr eini
livur og rullupylsu. Aftur-
við høvdu tey epli og
breyð, sum tey eisini
høvdu bakað.
Tey høvdu eisini eina
síðu, sum tey gjørdu rullu-
pylsu burturúr og síðani
kókaðu tey súpan út á
beinini.
Flokkurin varð býttur
sundur tríggjar bólkar, har
hvør bólkur hevði sítt. og
tey høvdu eisini hvør sína
uppskrift, sum vórðu nær-
lisnar og fylgdar út í æsir.
Helst kravdi blóðmørð-
urin og pannukakurnar
mest arbeiði. Fyrst skuldi
vombin vaskast og klippast
sundur. Eleina visti at siga,
at tað vóru fýra indur í eini
vomb: Hegrið, Jaðrið,
Langindur og Stuttindur,
men at tað eisini er vanligt
at koyra blóð upp í Vinst-
urin, Keppin og Langan.
Tá ið vombin varð vask-
að og klipt, vórðu indrini
seymað og so varð deiggið
gjørt klárt, indrini fylt hálv
og so út á at kóka í tveir
tímar.
Tey allarflestu í flokki-
num eru drongir, og sjálvt
tað vanliga ikki eru drong-
ir, sum fáast við slíkt, má
sigast, at huginum at royna
nakað nýtt bilti onki og
arbeiðslagið varð stak gott.
Yvirhøvur tóktist tað at
vera sera stórur áhugi fyri
innløgu í flokkinum, tí tað
allarmesta prátið var um,
veðrar og lomb, seyð og
slakt og tað, sum hartil
hoyrir.......
Ein fínur dagur
Børnini í sætta flokki í Hvalba høvdu ein stuttligan og læruríkan dag í skúlanum í farnu viku. Tey sluppu at gera
føroyskan mat burturúr slaktinum, sum nú er fingið til høldar
Nú stendur so fólkatingsval
fyri durunum, og býurin er
longur avtaglaður við plakat-
um. Bløð koma við postinum
og politikarar eru á gøtuni og
handa út faldarar, rósur og
mín sann eisini mat til tey
heimleysu. Eingin endi sær út
til at verða, hvar markið gong-
ur. Spurningurin er so, hvar
vit útisetar, lesandi eru í øllum
hesum hurlivasanum. Eg havi
altíð sæð tað sum eina sjálv-
fylgju at fara á val. Ein vin-
kona spurdi meg so herfyri,
um eg ætlaði mær á val, og eg
svaraði »sjálvandi, fert tú
ikki?« Svarið var tó ikki, sum
eg hevði væntað, tí hon helt
seg sum lesandi føroying ikki
at vilja blanda seg í donsk
viðurskifti, at hon hevði sum
so einki at gera á valinum. Tað
fekk meg at hugsa, um flestu
lesandi føroyingar hugsa so-
leiðis, ella um vit sum góðir
borgarar í landinum fara á val.
Eg havi hug at geva henni rætt
í ikki at fara á val, tí eg eri
føroyingur, komi frá eini aðr-
ari tjóð. Eg átti als ikki at havt
valrætt til fólkatingið um rætt
var. Íslendingar, norðmenn,
sviar og allir aðrir útlendingar,
sum eru í Danmark hava ikki
valrætt, bert vit føroyingar og
grønlendingar. Hugsar tú
gjølla um tað, so verða vit
veruliga roknað sum danskar-
ar í tí løtu vit flyta til Dan-
markar. Tað einasta sum skilur
okkum og ein vanliga danskan
lesandi, er føroyafrádrátturin.
Og tað eru enntá fleiri lesandi
sum av eini ella aðrari orsøk
ikki fáa føroyafrádráttin, eru
tey so í roynd og veru dansk-
arar? Eg spyrji bara. Jú meira
eg hugsi um tað, jú minni hug
og rætt haldi eg meg hava at
fara á fólkatingsval 20. no-
vembur. Fleiri danir hava eis-
ini undrast á, at eg sum
føroyingur havi valrætt, spyrja
hvussu tað ber til, tí eg eri jú
føroyingur! Og tað kenst eisini
rættiliga løgið at kunna fara á
val í tveimum londum, tí sum
lesandi hava vit jú rætt at at-
kvøða til løgtingsvalið eisini.
Um vit so hyggja at hvørji
aðalmálini eru hjá stríðandi
flokkunum, so er spurningurin
um vit veruliga hava nakað at
gera á valinum. Útlendingar,
ella innvandrarar og betri
eldrarøkt eru nøkur av høv-
uðsmálunum. Og hví skulu vit
føroyingar búgvandi í Dan-
mark siga nakað um aðrar út-
lendingar í Danmark? Tað er
kanska eitt sindur av lívsins
speisemi, at vit sum føroying-
ar kunnu vera við at avgera
um lógirnar fyri útlendingar
skulu strammast upp. Tí sjálvt
um vit ikki føla okkum sum
danskarar, men sum føroying-
ar ikki heimaverðandi í Dan-
mark, føla okkum sum útlend-
ingar, so eru vit ikki útlend-
ingar á pappírinum, rætt og
slætt eru vit danskarar á papp-
írinum.
Eg sá í eini tíðindasending
herfyri, at eitt enskt blað hevði
gjørt eina heilt serliga útgávu
um Danmark. Tosað var eisini
við ritstjóran og hann lovprís-
aði Danmark, dønum og ser-
liga danska matinum. Eitt sum
hann framhevjaði var, at Dan-
mark var so kompakt, alt var
so tætt, um sæð var burtur frá
Grønlandi! Eg meini so við, í
mínari verð hevur Grønland
ongantíð verið Danmark og ei
Føroyar, men er tað soleiðis
útlendingar síggja okkum?
Eg hoyri ferð eftir ferð før-
oyingar, sum hava verið og
ferðast kring heimin siga, at
tey hava sagt fremmandafólki,
at tey vóru úr Danmark, tí tey
orkaðu/tímdu ikki at greiða
frá, hvørjar Føroyar vóru, tí
eingin visti tað kortini. Einki
løgið í tí um hetta er hugsan-
in, at man orkar ikki at greiða
frá, hvar Føroyar eru, tað er
lættari at siga Danmark, tí øll
vita hvar Danmark er. Tað eru
sjálvandi fleiri, sum vita hvar
Danmark er, enn hvar Føroyar
eru, men hvat so? Nógvir
amerikanarar halda, at Keyp-
mannahavn er høvuðsstaðurin
í Svøríki og undrast á, at tosað
verður so nógv ymisk mál í
Evropa. Eg havi seinastu tíð-
ina eisini tosað nógv við
skiftisnæmingar úr øllum
heiminum á skúlanum, og tey
skiltu væl, at eg segði meg
vera føroying og ikki dansk-
ara. Og sjálvandi sigi eg, at eg
eri føroyingur, uttan mun til
hvussu ofta eg noyðist at siga,
hvørjar Føroyar eru, og hvar
tær liggja. Sum ein úr Hol-
landi segði, mítt land er eisini
sera lítið og tað eru nógv sum
ikki kenna tað, men eg eri enn
úr Hollandi.
Jú meira eg hugsi um støð-
una, jú meiri verði eg sann-
førd um, at eg eigi ikki at fara
á fólkatingsval 20. novembur í
Danmark. Einasta rætta, eftir
míni metan, var um eg kundi
fara á fólkatingsval í Føroy-
um, og harvið valt eina før-
oyska rødd, ið eg føli hevði
umboðað meg betur, sum les-
andi føroying.
Fólkatingsvalið
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Maria Chun Petersen, mariap@kampsax.dtu.dk
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Fremst á myndini eru tað
f.v. Jonhard, Fróði, Eleina og
Heidi, sum strevast við at
gera blóðmørð. Eleina rørir
deiggj, hini trý seyma indur.
Aftanfyri standa f.v. Brian,
Poul og Kenneth
Mynd:Áki Bertholdsen
Frá vinstru eru tað Jón og Trýgvi sum røra deiggj til blóðmørð.
Aftanfyri stendur Jóhan Eli
Mynd:Áki Bertholdsen