mánadagur 10. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2009
13
Nú skulu fiskidagar aftur
ásetast og søgan er tann
sama. hvørt ár skerjingar
frá 30-100% Frá fiskifrøð-
ingnum?
Meiningin við fiskidaga-
skipani var at laga dagarnir
eftur fiskarínum. Meira
fiskur at fáa, skuldu meira
fiskidagar blíva. Hví bleiv
hetta ikki so?
Upsin er ein semipelag-
iskur fiskur sum er ca 70%
av tíðini uppi í sjónum og
við øllum stongdum leið-
um, er ongin møguleiki at
yvurfiska nakran upsa. Um
so fiskidagatalið kemur
upp aftur á tað sama sum
bleiv byrja við, men eftur
upsafiskarínum sum var
fra 95 til nu skuldu dagar-
nir 3 ferð sum teir vóru fra
byrjan men har sum for
nogv er lurta eftur fiski-
frøðingnum er galið
allastaðni.
Seinast í 80 ium minkaði
alt fiskaríð.tað var sagt at
alt var uppfiska,men teir
sum sigldu og sóðu ekko-
loddi uppdagaðu at ætið
bleiv vekk áðrenn fiskurin
rímdi og tað gingu nøkur á
við vánaligum fiskaríði so
mitt í 90inum kom ætið og
fiskurin aftur.
Nøkur folk sum hava
verið í norra koma heim og
rópa upp fyri polittikarum
og fjølmilum um at tey
hava gingi 3 ár i skúla og
eru blivin serfrøðingar.Tey
flestu trúgva uppá hesi fólk
tí tey vita ikki annað.
Magnus heinason gerð
yvurlits trolingar sum hesi
fólk ornað fyri. Lemmar
breitlar trol posi umborð so
avstað. Tað hava gjørt tað í
umleið 25 ár. Hvussu sær
út við ætt vindi troli og
lemmun o.a ?. Vita tey
betur enn øll onnur tey
kalla seg sjálvi serfrøíngar.
Vita teir betur enn fiski-
maðurin?
Eg havi roynt at fingi
upplísningar frá folki sum
siglur við magnusi,tey vilja
ikki úttala seg.
Men fólk sum hava siglt
við siga at tað er onki skil
á útgerðini sum teir brúka
til yvurlitstrolingar.
Ja útgerðin hjá Magnus
heinason er ein stórur
feilur.
Tøl frá yvurlits trolingun-
um eru óreel. Hví far magn-
us meira tosk og hýsu enn
upsa? tá er okkurt galið tí
øll vita av at støða er øvugt.
Gamlir og skeivur lemm-
ar sum ongin sum ætlar at
dríva fiskarið vildi fari út
at fiska við. Men tað er
nokk ikki meiningin at
magnus skal fá nakra fisk.
frøðingarnir skullu bara
skerja.
Nú í nøkur ár eru lunda-
pisurnar deygar í hungri og
toskurin er farin at leita
sær arastæðni eftur føði tað
er tí ongin nebbasild hevur
verði. Nú er meira av
nebbasild og toskurin ferð
at koma aftur.
Fyri 5 árum síðan var tað
bara smáður upsi eina tíð
tá bleiv rópt hart um at nú
var alt uppfiska 4 mánaðir
seinri bleiv tann smáði
upsin vekk og tað bleiv
nógvur stórur upsi at fáa tá
segði ongin naka hvar tann
smái upsin for og hvar tann
stóri upsin kom fra.
Allir føringar hava hoyrt
og lisi fleiri 100 ár aftur í
tíðini um fiskaloysið og
hungursneyð og tá var
ongin yvurfisking tad var
ikki sami fiskireiðskapur
sum nú men teir fyngu fisk
tá ið fiskur var og ongan
fisk ta íð onki var at fáa.
So hava frøðingarnir rætt
er øll føroya søga bygd
uppá eina lygn. Politikar-
arnir mugu taka støðu til
hvørjum teir skulu
trúgva.???
Í Føroyum var nær við.
Men tað var EIN MAÐUR
í Tjóðveldinum sum hevði
skil fyri tí sum hann gjørdi
og bjargaði tí stóru
skandaluni.
Fiskdagar og tilmælir
Vestmanna
Eyðun HansEn
Beint áðrenn tingið fór í
summarfrí tók eitt samt
ting undir við, at seta í
gildi ST sáttmála, sum skal
tryggja fólki við breki
javnbjóðis rættindi í sam-
felagnum. Hetta stigið
fegnaðist vit um í MBF, tí
so sømir tað seg einum
framkomnum landi.
Við hesum sáttmálanum
sum grundarlag, sóu vit
fram til eina tilgongd, at
geva øllum borgarum land-
sins líka rætt og javnbjóðis
møguleikar.
Nú ein nýggj tingseta er
byrjað, hevur landsstýrið
lagt ein sokallaðan Ólav-
søkupakka fram á ting. Eitt
av málunum, sum er komið
á løglistan, fær meg at
standa spyrjandi, málið eg
sipi til, er ætlanin at gera
broytingar í lógini um
fyritíðarpensjón.
Verður henda ætlan til
veruleika, so verður tað
ikki til tað betra, so tvørtur
í móti, og er als ikki í tráð
við nýsamtykta ST
sáttmálan.
MBF hevur í nógv ár
arbeitt við at fáa politiska
myndugleikan at fremja
ábøtur á lógina um fyritíð-
arpensjón. Hetta arbeiði
hevur verið drúgt og til
tíðir møtimikið. Men í
2007 legði táverandi lands-
stýrismaður í almannamál-
um Hans Pauli Strøm upp-
skot fram á ting, sum bøtti
munandi um fyritíðarpen-
sjónina. Lægsta fyritíðar-
pensjón skuldi burtur eftir
2 árum og mótroknings-
prosentið varð broytt.
Ætlaða uppskotið sum
nú er stungið í kortið,
sorlar sundur alt arbeiði
sum er gjørt á økinum, og
gevur fyritíðarpensjonini
eitt lemjandi afturstig
Eg skal taka eitt dømi
um hvussu ein persónur er
fíggjarliga fyri um hann
fær tillutað miðal fyritíðar-
pensjón. Eg kann leggja
afturat at tá tú fært miðal
pensjón hevur tú mist 2/3
av tíni arbeiðsorku.
Miðal pensjón er áðrenn
skatt fyri stakan persón
uml. 117.000 kr og giftan
uml. 103.000 árliga. Henda
upphædd skal kompensera
fyri tí mistu arbeiðsorkuni.
Eftir er so 1/3 arbeiðsorka,
sum tú kanst brúka um
møguleiki er at finna okk-
urt at gera sum viðkom-
andi orkar at átaka sær. Tú
kanst forvinna upp til uml.
80.000 kr áðrenn tú missir
av pensjónini.
Um tú fert yvir tað miss-
ir tú 30 kr fyri hvørjar 100
tú tjenar. Ein annar møgu-
leiki sum Almannastovan
hevur er, at um fólk
forvinna stórar upphæddir
við síðuna av pensjónini,
so kann Almannastovan
endurskoða støðuna, um tú
hevur størri arbeiðsorku
enn fyrr mett, ella um sjúk-
an broytist til tað betra, og
tá kann pensjónin leggjast
still sum tað verður kallað.
Uppskotið sum nú er
komið á løglistan er ógvu-
liga ódámligt. Tú skalt
mótroknast við 25% frá
fyrst tjentu krónu. Allir
fyritíðarpensjonistar skorn-
ir yvir ein kamb, óansæð
um tú fært hægstu ella
miðal pensjón ella um tú
fært lønarískoyti frá einum
vardum verkstaði.
Um vit enn halda okkum
til miðal fyritíðarpensjon-
istin, so hevur hann ikki
javnbjóðis møguleika at
forvinna við sínum rest-
arbeiðsførleika, tí tá hann
fer at arbeiða so betalir
hann fyrst skatt eins og øll
onnur sjálvandi, MEN har-
umframt missir hann 25%
av pensjónini, sum skal
kompensera fyri tann part-
in sum er óarbeiðsførur.
Her er okkurt heilt galið í
hugsunarháttinum hjá tí
sum hevur gjøgnumhugsað
uppskotið, tú uppskotið
leggur upp til at ikki øll
verða líka fyri lógini.
Fólk sum fáa fyritíðarpen-
sjón, tey gjalda skatt sum
øll onnur í landinum av síni
pensjón, og gjalda eisini
skatt av tí sum møguleiki er
at forvinna við síðuna av
pensjónini. Hetta eru inntøk-
ur sum landið fær, og sum
skjótt kunnu minka um eitt
tílíkt uppskot kemur ígjøgn-
um. Tí er hetta uppskotið
ikki arbeiðsfremjandi
heldur skerjandi.
Eg fari tí inniliga at heita
á landsins myndugleikar at
taka uppskotið aftur.
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig
forkvinna í MBF
LEiLa
soLmundE
Tað er rættiliga sjónligt, at
leiðslan í Sambandsflokki-
num saman við øðrum,
sum standa flokkinum nær,
hava lagt eina ætlan, har
alt, sum ikki hóvar veljaran-
um serliga væl, tað skal
skuldskrivast hinum báð-
um samgonguflokkunum.
Onkur heldur kanska, at
hetta er gott politiskt
arbeiði, men tað er sera
ódámligt, serliga tá hugsað
verður um, at sami flokkur
hevur løgmann, sum er
leiðari hjá samgonguni.
Seinastu tíðina hava verið
fleiri hendingar, har leið-
andi fólk í Sambandsflokk-
inum tváa sínar hendur og
geva øllum øðrum skyldina
fyri tað, sum hendur.
Tað kann væl vera, at
hetta kann geva nøkur bílig
politisk stig her og nú, men
tað hevur ikki verið vanligt
í Føroyum, at slíkt gevur í
seinasta enda. Undanstøkk-
ing hevur ongantíð verið
ein dygd her á landi.
Vit kunnu taka nøkur
tilvildarlig dømi hesar
síðstu dagarnar:
1. Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna sigur í
fjølmiðlunum, at tað at
mótrokna fyritíðarpensjon-
istar við 25% frá fyrstu
krónu, er henni ein herskin
biti, men tað er ein polit-
iskt semja. Hvør skal siga,
at hatta eri eg bukað til, og
løgmaður hevur als onga
viðmerking!
2. Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður vil frá ting-
sins røðarapalli hava at
vita, hvør tað er, sum hevur
skotið hetta upp viðvíkj-
andi fyritíðarpensjónum,
hóast hansara egni flokkur
umsitur málið. Harvið er
sjálvandi ivin sáddur, og
løgmaður sigur framvegis
einki!
3. Magni Laksafoss,
løgtingsmaður (sum altíð í
andstøðu til samgonguna)
gevur Fíggjarmálaráðnum
av grovfíluni fyri Ólav-
søkupakkan, tí hann er ov
lítið virkisskapandi. Hesin
búskaparligi strategurin hjá
Sambandslokkinum (sum
flokkurin hevur sett til at
umsita mentamál) er náði-
leysur í sínum kritikki av
øllum øðrum. Hetta er so
yvirskriftin nakrar dagar,
og løgmaður hevur onga
viðmerking!
4. Edmund Joensen, løg-
tingsmaður (og hin and-
støðutingmaðurin í sam-
gonguni) gevur samgong-
uni allari ein frammaná,
men tó snildisliga serliga
Fíggjarmálaráðnum, Uttan-
ríkisráðnum, Mentamála-
raðnum og Fiskimálaráðn-
um. Hesi ráð verða umsitin
av hinum flokkunum í
samgonguni og ikki Sam-
bandsflokkinum. Løgmað-
ur hevur framvegis onga
viðmerking!
5. Lisbeth Petersen, fyrr-
verandi formaður Sam-
bandsfloksins gevur Jóan-
nes Eidesgaard, landsstýris-
manni skyldina fyri og
krevur hann eftir einari
frágreiðing, at Demokratia
í Ólavsøkuuppskotinum er
skorið niður í eina helvt,
hóast Sambandsflokkurin
umsitur javnstøðu í lands-
stýrinum!
Tann vakni eygleiðarin
hugsar sjálvandi, at Sam-
bandsflokkurin er illa fyri í
landsstýrinum, um tað er
so, at onnur gera arbeiðið
fyri tey. Tann árvakni eyg-
leiðarin hugsar eisini, at
manningin hjá Sambands-
flokkinum í landsstýrinum
má vera sera veik, tá hon
letur slíkt um seg ganga.
Men lyklapersónarnir
aftan fyri Sambandsflokkin
halda ivaleyst, at fólk
gloypa agninum, at tað eru
øll onnur enn tey, sum hava
skyldina. Men her rokni eg
við, at onkr mistekur seg
stórliga.
Slík framferð ger so í
hvussu er, at møguligar
leys missil gerast uppaftur
leysari og skjóta í allar
ættir. Tá er stevið í sam-
gonguni farið, og spurning-
urin er, um man yvirhøvur
kann rokna við Sambands-
flokkinum.
Sambandsflokkurin rennur aftur undan ábyrgd!
sofus dEbEs
JoHannEsEn
Yvirlýsing frá
Eldradegnum 2009
Eldradagurin 2009 heitir við hesum á landsstýri
og løgting at taka aftur verandi
pensiónsspariuppskot í Ólavsøkupakkanum
2009, tí tað máar støðið undan
fólkapensiónsskipanini og vendir sosialt skeivt.
Sum er, er nettopensiónin undir
fátækramarkinum hjá OECD. Pensionistar ið
bert hava lága inntøku aftur at pensiónini, tola
ikki at missa burtur av inntøkuni, og er
mótrokning við 25% frá fyrstu krónu tí púra
burturvið.
Higartil í ár er longu nógv tikið frá
pensionistunum. Hetta rakar serstakliga meint
hjá pensionistum, sum longu framman undan
eru ringast fyri. Í staðin fyri at taka burtur av
pensiónunum eiga landsstýri og løgting heldur
beinan vegin at hækka útgjaldið úr
Samhaldsfasta, sum politisku flokkarnir áður
hava lovað.
Vit heita á politiska myndugleikan um saman
við umboðum fyri okkum pensionistar at taka
spurningin um framtíðar pensiónsskipan til
víðari viðgerð og vísa størri atlit til fíggjarligu
støðuna hjá pensiónistunum heldur enn til
landsskassan
Soleiðis samtykt av áleið 400 pensionistum
á Eldradegi í Nesvík 08.08.2009
viðmerkingar