mánadagur 10. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 149 - 10. august 2009
POLITISK
VIÐMERKING
Hanus Kamban
E
in íslendskur mentamaður
helt eina ferð fyri við meg, at
íslendingar vóru heimsins
mætastu nekrolog-høvundar. Eg
hugsaði tá við mær sjálvum, at
hann kendi ikki føringar. Tí í
roynd og veru kundu vit her
heima, hvat ið minningarorðum
viðvíkir, komið í Guinness Book
of Records. Vit hjúkla lítið um
næstan, meðan hann er á lívi,
ikki fyrr enn hann liggur kaldur
undir grønu torvu, koma lovorð
og lovsongur – og tá er einki
óført.
Hetta rann mær í huga, nú tann
mæti danski javnaðarmaðurin og
politikarin Svend Auken andað-
ist. Har komu teir allir á rað,
okk ara heimligu politisku stór-
menni, og orðini vóru so stór og
so mjúkrend, at einum rann tár á
kinn. Millum hesar hálv grátandi
syrgikonurnar sóust eisini okkara
mætastu javnaðarmenn.
Merkiligt og tankavekjandi at
hugsa um, at hetta hendi í júst
somu løtu, sum einasti føroyski
politikari í nýggjari tíð, ið hevur
havt Auken-format, varð trokað-
ur burtur við einum, sum tað
tykist, ódámligum politiskum
kvetti. Var nakar, ið græt? Var
nakar, ið segði seg sakna ta
dugandi hondina, ta blídligu
medferðina, hugsjónarneistan?
Vóru tað ikki júst hesir sorgar-
bundnu Auken-dyrkararnar, sum
feldu Hans Paula Strøm? Og sást
ein einasti javnaðarpolitikari
fella tár, tíansheldur bera fram
eina almenna tøkk til mannin, ið
tænti sínum flokki so væl og so
trúliga?
Míni ørindir eru ikki at lýsa
hetta mál út í æsir, og ivaleyst
kann Hans Pauli vera mína tøkk
fyriuttan. Hann varð, sum vit
vita, trokaður burtur við tí
grundgeving, at hann ikki helt
lógina. Kann vera, og eingin ivi
skal vera um, at lóg skal haldast.
Men mær tykir, at hesin maður
helt ta lóg, sum býður einum
ráðharra, ið varðar av heilsu- og
sosialmálum, at vísa teimum
menniskjum, hann varðar av,
umsorgan og ábyrgd og at siga
kortanei, tá ið stórorðaðir odda-
menn vilja taka av vunnin
rættindir.
Hyggja vit at monnum sum
Høgna Hoydal og at hansara
fylgi, so hava hesi fólk ikki livað
upp til hesa somu skyldu. Við at
minka blokkin uttan at skapa
fyritreytir fyri at fylla í aftur
gloppini, hava hesir menn eina
høvuðsábyrgd av, at okkara land í
dag, í svárari krepputíð, er í
uppisetri við likviditet. Í veru-
leikanum eru tað teir, sum –
saman við teimum flokkum, ið
virka fyri skattalætta og fyri at
starvsbólkar skulu sleppa undan
skattskyldu - hava skapt teir
trupulleikar, sum hava trongt um
okkara peningaligu møguleikar,
eisini á heilsu- og sosialamála-
økinum. Hans Pauli Strøm bleiv,
í hesi merking, revsaður fyri
teirra gerðir.
M
en hetta er ikki tað einasta
áhugaverda aspektið í hesi
sak. Skal ein við fáum orðum
lýsa ráðharran, sum Føroyar nú
hava mist, so kunnu vit siga, at
hann vísti dugnaskap, var
arbeiðssamur og hevði
konstruktivt politiskt hugflog.
Við hesum orðum hugsi eg um
gávuna, tá ið ein tvídráttur tekur
seg upp, at megna at peika á eitt
rúm uttan fyri tvídráttin, eitt
triðja univers, og at finna eina
loysn har, sum mótpartarnir
kunnu góðtaka. Hetta er ein
ógvuliga sjáldsamur eginleiki.
Ráðharrin vísti hann fleiri ferðir,
seinast nú sjúkrarøktarfrøðing-
arnir ikki vildu góðtaka eitt skifti
í bygnaði úti á Landssjúkra húsin-
um. Málið varð loyst, og so
hoyrdist ikki meira um tað.
Men Hans Pauli hevði ein
annan eginleika – gávuna at fáa
fólk at trúgva upp á eina sak og
virka fyri henni við lívi og sál.
Tann, sum hevur ferðast í USA
og sæð skarar av fólki har vagga
vambasíð ella verða koyrd – sum
smærri útgávur av King Kong -
frá einum yvirfyltum borði til tað
næsta, veit, hvat eg hugsi um.
Einki ilt orð um ovát ella um
útsjónd á fólki, men hetta er stór
synd, og hetta er tann størsti
einstaki heilsutrupulleikin í
okkara tíð. Styðjaður av mongum
øðrum røskum fólkum, m.a.
læknum og fimleikalæraraum,
tók ráðharrin málið upp, og
føringar gjørdust eitt gangandi,
súkklandi og rennandi fólk. Hetta
var stórt!
Men hetta – at hava ein
ráðharra okkara millum, sum
hevði veruligt politiskt hugflog
og veruligar politiskar visjónir –
toldi Tjóðveldið ikki. Orsøkin er
sera einføld. Víst hava fólk sum
Annita á Fríðriksmørk og Finnur
Helmsdal, t.d. við teirra virksemi
í sambandi við grein 266b, víst
Tann
føroyski
Auken
Hans Pauli Strøm og
Javnaðarflokkurin
Var nakar, ið græt? Var nakar, ið segði seg sakna ta dugandi hondina, ta blídligu
medferðina, hugsjónarneistan? Vóru tað ikki júst hesir sorgar bundnu Auken-
dyrkararnar, sum feldu Hans Paula Strøm? Og sást ein einasti javnaðarpolitikari fella
tár, tíansheldur bera fram eina almenna tøkk til mannin, ið tænti sínum flokki so væl
og so trúliga?