mánadagur 10. august 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2009
15
dirvi og hugflog. Men hinvegin –
ikki fá av fólkunum á Tjóðveldi
sins vinstravongi megna ikki at
gera eitt heiðurligt arbeiði, tíans
heldur at lyfta ein ráðharrasess.
Hesi fólk eru – sum vit hava sæð
ferð eftir ferð – konfliktskaparar,
ikki konfliktloysarar. Nøkur
hava, treyðugt so, eitt ávíst undir
haldsvirði sum framleiðarar av
gekkaspæli fyri tann vulgera
smakkin – men eru annars, tá tey
skulu standa royndina, hvøss
sum handabakið.
Stuttligt er at líkna saman
Hans Paula Strøm og Høgna
Hoydal. Báðir eru gávuríkir og
hava politiskt hugflog, men bara
tann fyrri virkar á veruleikans
hermóti. Hugflogið hjá tí seinna
– føroyskt fullveldi – vísir seg
sum tíðin gongur at minna meira
og meira um okkurt forkunnugt
slag av virtual reality, sum – nú
tað veðrast burtur “sum sápu
bløðra” tekur við sær sjálvt
rationalið undir blokkminkanini.
Og fyri slíkan fiktivan spuna
skulu tey veiku, sjúku og
neyðstøddu í Føroyum revsast.
Áhugaverdast, um ein hugsar
um hesa sak, er leikluturin hjá
Javnaðarflokkinum. Hans Pauli
var ráðharri frá 2004, og hann
arbeiddi dúgliga, men –
burtursæð frá onkrum stuttum
lesarabrævi – minnist eg einki
um, at flokkurin, tinglimir ella
onnur í hansara baklandi
nakrantíð komu honum til
hjálpar. Tvørturímóti noyddist
hann, umframt at fylla sín
ráðharrasess, ferð eftir ferð í
bløðini at greiða frá sínum
politikki og lýsa ætlanir og
einstøk mál. Er tað ikki nógv
fyri?
N
akað er í einum politiskum
samfelag, sum eitur
veljararøkt. Tað er umráðandi, at
veljarin veit, at tann flokkur,
hann styðjar, er til, hevur
hugsjónir, ætlanir, politisk og
hugmynda frøðilig mið. Hvat ein
annars kann siga um Tjóðveldið
– hetta, at røkja veljaran, duga
teir. Men nú er tað so, at vit eru
nøkur, sum ikki velja Tjóðveldið.
Og vit noyðast at spyrja: Hevur
Javnaðarflokkurin eina
starvsnevnd? Ein skrivara? Ein
formann? Hevur flokkurin
umboð á tingi? Hevur flokkurin
eina stevnuskrá? Um so er, er tað
væl og virðiliga krógvað fyri
okkum.
Men sjálvsagt – hugtakið
veljararøkt kann ivaleyst
definerast ymiskt, og kanska
hevur Javnaðarflokkurin sína
serligu skilmarking. Undirritaði
fylti fyri stuttum 67. Eg haldi
meg hava tænt mínum landi eftir
førimuni, og Javnaðarflokkinum
haldi eg meg eisini hava tænt,
uttan at eg havi hug at fara í
staklutir við tí. Heilsan er tíbetur
hampulig, so eg gleddi meg til at
fáa gagn av míni lítlu – lutvís
skattliga óskerdu – pensjón. Men
júst í hesi løtu kemur mín for
maður, andbráður og fregin og
neyvan tyngdur av armóð, og
kunnger, at hann ætlar at taka
hetta lítla íkastið frá mær. Er
hetta ikki dømi um glæsiliga
veljararøkt!
F
rá mínum ungdómi minnist
eg, at frá januar 1959 sást eitt
nýtt andlit í Havnar gøtum, ein
maður í svørtum klædningi og
við stavi, kvikgongdur,
málamikil, heilsandi til allar
síður, glógvandi, sprækin av
áræði, orku og hugflogi.
Maðurin, sum eg seinni fekk
høvi til at hitta, æt Petur Mohr
Dam, og tað var hann, sum var
høvuðskraftin, tá ið okkara
føroyska vælferðarsamfelag bleiv
útbygt og nútíðargjørt. Hann
andaðist, virkin og arbeiðsfúsur
til tað síðsta, tann 8. november
1968, og hevði tá aftan fyri seg
tað mætasta politiska lívsverkið í
okkara landi í 20. øld.
Onkuntíð hevur tað hugbitið
meg, at hesin maður – sum
Tróndur í Gøtu á sinni – fór at
ressast og vitja aftur og –
vónandi koma norð um fjørð at
knokkroyta teir menn, sum í dag
í stóran mun manna hansara
flokk, sum hava sett sær sum mið
at syndra hansara verk, og sum
enntá eru so frekir, at teir vága
sær at taka hansara lýsandi navn
í sín munn.
Men eg kvíði fyri, at hann
kemur ikki norð at spøkja. Tí –
hvør skal kunna blása lív í eitt
lík?
- Tjóðveldi toldi ikki, at vit høvdu
ein ráðharra, sum hevði veruligar
politiskar visjónir. Orsøkin er sera
einføld. Tey eru konfliktskaparar og
ikki konfliktloysarar, sigur Hanus
Kamban
Hyggja vit at monnum
sum Høgna Hoydal
og at hansara fylgi,
so hava hesi fólk ikki
livað upp til hesa somu
skyldu. Við at minka
blokkin uttan at skapa
fyritreytir fyri at
fylla í aftur gloppini,
hava hesir menn eina
høvuðsábyrgd av, at
okkara land í dag, í
svárari krepputíð, er í
uppisetri við likviditet.