Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 149 - 10. august 2009 Ein fantastiskt saman renn­ ing av framúrskarandi før oysk um tónleiki lyfti Summ ar Festivalin á eitt støði, sum hann neyvan hevur verið á áðrenn. Føroys ku tónleikararnir áttu festivalin, meðan tey út lends k u nøvnini, hóast góð, tóktist mest verða upphiting til tey veruligu høvuðs nøvnini hugleiðing Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Hóast eg sannlíkt eri ein tann størsti elskarin av føroyskum tónleiki her á landi, so verið eg framvegis ovfarin av stóra hópi­ num av fantastiskum tón leikar­ um, sum vit eiga her í Føroyum. Hvørt tað var væl samansetta skráin, ella stemningurin í Klaks­ vík sum gjørdi munin, veit eg ikki, men í øllum førum vóru øll trý kvøldini á Summar Festi vali­ num merkt av tí ovurstóra kær­ leika, sum føroyingar hava til føroyskan tónleik. Við Dynamit, Frænd um, Páll Finni Páll, Anfinn og Co., Sámal Ravnsfjall, Tróndi Enni, Faroe5 og einari ørgrynnu av øðrum tónleikarum, var hetta avgjørt besti parturin á skránni hjá Summar Festivalinum, og eisini konsertirnar, sum festival­ gest ir nir fegnaðust mest um. Hóast Nik & Jay og ABBA høvdu góðar framførslur, og megn aðu at fylla Vágsbø, so var tað kortini eingin ivi um, at før­ oyski tónleikararnir veittu tað ber an di undirhaldið í Klaksvík. Túsundtals festivalgestir skríggj aðu við til “Viiiit vilja onnngan tíð doyggja” – “Eg vil liiiiiva” og “ Lat hana faaara av staaað” og eini ørgrynnu av øðr um fantastiskur føroyskum løg um.. So mín niðurstøða er uttan iva, at eingin festivalur í Føroyum hevði verið til, um tað ikki var fyri føroyska tónleikin. Trupult at velja Við stóra hópinum av góðum tón­ leikarum, tóktist kanska mest sum, at fyriskipararnir av SF høvdu trupult við at lata allir bólk ar koma til sín rætt. Skal ein finnast at skránni kann sigast, at Frænd ur, ið framførdu kl. 19.15. leygar kvøldið, fóru nakrir tímar ov tíðliga á pall. Fólkakæru Frænd ur høvdu komið betri til sín rætt nakrar tímar seinni. Tó skal sigast, at teirra framførsla var fram úr, og allir teir túsundtals festival gestir nir fagnaðu teimum á teirra 25 ára hátíðarhaldi. Seinnu tíðina hevur eitt kjak tikið seg upp um, hvørt Páll Finn­ ur Páll kunnu metast at vera teir “nýggju” Frændur ella ikki. Leyga rkvøldið prógvaðu teir í øllum førum, at føroyingar í øllum aldurs bólk um streyma til teirra fram førslur, og allarhelst var størsta mistakið hjá Summar Festi val fyrireikarunum, at Páll Finnur Páll framførdu í Flags­ tjaldi num heldur enn á Stóra palli. Tá ið Páll Finnur Páll trinu á pall stutt eftir midnátt leygarkvøldið, vóru so nógv fólk savnaði í tjaldi­ num, at fleiri hundrað ella túsund fólk stóðu uttanfyri og sungu við, tí tað var ikki rúm fyri teimum í tjaldinum. Eftir hesum at døma má staðfestast, at Páll Finnur Páll av gjørt høvdu megnað at fylt Vágs bø av Stóra Palli. Alt koyrdi bara Við øllum festivalunum, sum hava verið í summar, má Summar Festivalurin sigast at verða tann, ið tykist mest professionellur. Ein fekk eina kenslu av, at hetta ikki bert var frítíðarítriv hjá festival ­ fyri reikarunum, men kanska held­ ur størsti partur av teirra lívið. Um ikki, so duga fyrireikararnir í øllum førum væl at skipa fyri festi valum, og kanska heldur ikki so óvæntað, tí Summar Festi val­ ur in hevur verið afturvendandi nú í seks ár, við somu fyrireikarum alla tíðina. Sum skilst er samstarvið millum tón leikararnir og fyrireikararnir eisini professionelt, tí longu áðr­ enn festivalurin fór av bakkastokki, høvdu allir tónleikararnir móttikið teirra løn. Og hóast tað kann tykjast, sum fyrireikararnir av Summ ar Festivalinum hava lært nak að frá fyrireikarunum av festi­ valinum við Múrin, so er kortini ikki so. Seinastu tvey árini hava tón leikarar móttikið løn áðrenn festi valin, so hetta er ikki íkomið í ár. Heldur kann sigast, at tað neyvan er fyrr enn í ár, at týdn­ ing urin av løn áðrenn framførslu kann virðismetast til fulnar. Gjøgnum allar festivaldagarnir fekk ein eina kenslu av, at hvørt nik og prik á festivalinum ella kanska í allari Klaksvíkini var lagt væl til rættis. Til dømis kann nevn ast, at Føroya Tele, sum held­ ur til inni á sjálvum festivaløkinum, bjóðaðu festivalgestunum at løða fartelefonina ókeypis. Eitt smá­ ting kanska, men kortini kendist tað sum, at alt var so mikið væl fyriskipað, at eingin festivalgestur skuldi merkja nakran trupulleika á festivalinum – ikki eingongd at hava eina útbrenda telefon. Eitt annað, sum takast kann burtur úr mongdini er, at gekk ein frá Stóra Palli til Flagstjaldið, var tónleikur at hoyra allan vegin. Frá øllum sølubásunum frá Stóra Palli til Flagstjaldið, rungaði tónleikur út til fjøldina. Í góðveðrinum í Klaksvík, kendist tað sum at vera á ólavsøku at spáka sær runt á festivaløkinum, og serstakliga, tá ið teir ymisku básarnir høvdu alt frá festivalbúffum til øl og pitsa at bjóða gestunum, sum sanniliga eisini tóku sær stundir at steðga á við teir ymsu básarnir. Summar Festivalurin 09 – framúrskarandi Ja, so einfalt kann tað sigast. Fyri­ reikarar, tónleikarar, starvsfólk, klaks víkingar og allir festival­ gest irnir eiga saman æruna av, at Summ ar Festivalurin var so fan­ tast iskur, sum hann var. – Og so gjørdi góðveðrið eisini sítt til, at Summar Festivalurin bjóðaði eitt magiskt vikuskiftið. Føroysku tónleikararnir áttu Summarfestivalin