mánadagur 10. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2009
21
Fríggjakvøldið var nógv
umrødda konsertin hjá
legenduni Robin Gibb á
Vágsbø, men eg freistist
at siga, at tað besta við
konsertini var endin. Ikki
tí nakað serligt hendi í
endanum, men bara tað,
at hon endaði, tí ongantíð
havi eg verið vitni til nakað
so tarmslúngandi vánaligt,
sum stórt uppsetta
høvuðsnavni á Summar
Festivalinum
Ummæli
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.com
At grava eitt lík upp
Er ein orðing, man ofta hoyrir, tá
gamlir, avdankaðir tónleikarir
koma hendanvegin. Robin Gibb
var av røttum hann, ið staðfesti
týdningin av orðunum.
Eg loyvi mær at ivast í, um
fyrireikarnir
av
Summar
Festivalinum høvdu gjørt sær
greitt, hvat tað var, teir fingu sær
sum høvuðsnavn, tá teir valdu at
satsa
upp
á
Robin
Gibb.
Framførslan var elendig, hóast
bæði bólkurin og kórgenturnar
gjørdu sítt arbeiði gott. Gamli
Bee-Gees
beiggin
sang
so
ræðuligt, og var bara so heilt
ótrúliga keðiligur at líta á, at best
hevði verið, um hann slett ikki
var á pallinum.
Einki serliga Bee Gees
The Bee Gees vóru ein av størstu
poppbólkunum í søguni, og hava
skrivað
eina
ørgrynnu
av
megahittum, bæði til sín sjálvs og
onnur, men tað sum gjørdi Bee
Gees til tað, teir vóru, var í stóran
mun frálíka falsett røddin hjá
Barry Gibb, saman við einaferð
frálíku røddunum hjá Robin Gibb
og beiggjanum Maurice Gibb.
Tíverri er røddin hjá Robin Gibb
ikki tann sama longur. Heldur
hinvegin. Hann sang so ræðuligt
fríggakvøldið, at eg mundi grátið.
Av fysiskari pínu, altso. Einans tá
hann sang lagið Massachussetts,
var hann so toluligur at lurta eftir.
Annars vóru tær bestu løturnar í
konsertini, tá hann tagdi ella sang
vekk frá mikrofonini, tí tá
hoyrdust
einans
tær
frálíku
kórgenturnar, ið góvu framførsluni
tað lítla bráðið av Bee Gees, ið
var at hóma.
Við sær hevði hann ein bólk, ið
spældi framúr væl, men tað kundi
ikki bjarga framførsluni frá at
vera pínliga vánalig.
Pallframførslan var so keðilig,
at sjálvt Ozzy Osbourne tykist
sum
ein
rein
orkubumba
afturímóti. Rørslurnar hjá Gibb
avmarkaðu seg til at koyra ein
arm upp og koyra mikrofonina
eitt sindur aftur og fram. Tað var
alt. So vil onkur nokk siga, at
maðurin er ikki 30 longur, men
heilt erligt. Sjálvt um tú ert 59 ára
gamal, eigur tú at orka eitt sindur
meir enn tað. Um ikki, so eigur tú
slett ikki at vera á einum palli.
Slett ikki tá tú framførir nakrar av
størstu disko- og poppsangunum í
søguni.
Minnilig framførsla
Talan var hóast alt um eina
minniliga framførslu, tí eg ivist í,
um eg nakrantíð aftur fari at vera
vitni til nakað líknandi. Eg vóni
tað veruliga ikki.
Næstu ferð fyrireikarnir velja at
hava eitt avoldað høvuðsnavn,
vóni eg veruliga, at teir finna
okkurt betri enn Robin Gibb, tí at
bjóða gestunum eina sovorðna
framførslu, er at halda fólk fyri
gjøldur. Fyri tað saks skyld, kundi
teir valt at funnið ein Bee Gees
karaoke bólk, á la Abba The
Show, tí eg havi hoyrt Bee Gees
betur framført á tiltiknu Sam's
Bar í Keypmannahavn.
Wanna Bee-Gees
Credo er kanska mest
lovandi kristni rokk
bólkurin í landinum, og
fríggjakvøldið vís tu teir
góðar takt ir tá teir spældu
í Flags tjaldinum. Við eini
sera massivari ljóð mynd,
gjørdist bein an vegin greitt,
at teir meina tað, hóast
einkult ting kunnu betrast
Ummæli
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.com
Credo hevur verið til í nøk ur ár
eftirhondini, og mong hava stórar
vónir til teirra, so tað var við eini
kenslu av spenn ingi, at farið varð
í Flags tjaldið fríggja kvøld ið.
Tað fyrsta, ein legði mer ki til,
var
sera
massiva
ljóð ið.
Ljóðmyndin var øgiliga ”in your
face”, og hóast hetta á ein hátt er
feitt, gjørd ist tað trupult at hoyra
smá lutir í tónleikinum. Tað var
eitt sindur keðiligt, tí har var ein
telda við ymsum ljóð sporum á
pallinum, ið nær um als ikki
hoyrdist gjøgn um veggin av larmi.
Hetta hevði tó kanska verið betur,
um teir høvdu spælt onkra
aðrastaðni, tí Flags tjald ið tykist
nærum ó møgu ligt at ljóðblanda í.
Glottar, hóast keði-
ligar umstøður
Framførslan var merkt av at fáir
áhoyrarar vóru til stað ar, men
hóast
vantandi
undir tøkuna,
spældu teir fýra yvirbevísandi.
Nokk so sermerkt, er sangarin í
bólki num eisini trummu leikari,
og við trummu setti num fremst á
pallinum, var tað eitt sindur sum
at tað manglaði ein veruligur
front maður. Hetta haldi eg, at teir
skuldu umhugsað at broytt, tí tað
tóktist sum at Hans Andrias Olsen
er ein betri trummuleikari, enn
sangari. Serliga kendist tað, tá
tyngru
pettini
vórðu
spæld.
Røddin hóskaði ikki so væl sum
rokk rødd, hóast hann syngur tey
meira friðar ligu pettini væl.
Bólkurin spældi væl saman, og
tað er týðuligt, at teir hava nøkur
ár á baki. Spæl ið var tight, og
burtur sæð frá introini til síðsta
lagið, var eingin stórvegis feil ur
at hoyra. Men tað hevði ivaleyst
eisini verið ringt at hoyrt, tá ljóðið
var sum tað var.
Skeivur málbólkur
Credo tykist at vera ein spenn andi
bólkur, ið kunnu røkka langt, um
teir broyta nøk ur smáting, so sum
trummu/ sang situatiónina. Fín
framførsla, og eg ivist ikki í, at
teir rigga sera væl á einum palli,
har málbólkur teir ra er betri
umboðaður,
enn
á
Summar
Festival i num. Kundi í øllum
førum hugs að mær at hoyrt teir á
Fjarða Festivalinum, har teir nokk
koma orduliga til sín rætt.
Lovandi kristin rokkur