Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 149 - 10. august 2009 Føroya størsti og besti sing-along bólkur spældi á Vágsbø leygarkvøldið, men hóast teir helst eru fólkakærasti bólkurin í landinum, so tóktust Frændur at hava trupulleikar við at fáa sama lag á fjøldina, sum tað vanliga er til teirra konsertir Ummæli Sveinur Dam sveinur.dam@gmail.com At tað vanliga er ein stór fólkaveitsla, tá Frændur hava konsert, er eingin loyna. Tí var eisini væntandi, at teir leygarkvøldið veruliga sparkaðu lív í fjøldina, ið tíverri ikki fylti so nógv á Vágsbø sum man kundi ynskt. Um fólk vóru troytt av at syngja við, eftir Dynamittt veitsluna kvøldið áðrenn, skal eg ikki siga, men tað tóktist, at garvaðu menninir á pallinum høvdu trupulleikar við at náa heilt út til fjøldina, og stórar partar av framførsluni manglaði tann serligi stemningurin, ið vanliga er til eina Frændur veitslu. Ikki fyrr enn Terji Rasmussen kom á pallin, og byrjaði at syngja Eros, kendist tað sum lív kom í áhoyrararnar. Men tó var ongantíð tann serligi veitslurómurin, ið plagar at eyðkenna Frændur. Gott gamalt og nýtt Framførslan var eisini merkt av, at tónleikararnir tóktist eitt sindur troyttir ella so. Kemiin var ikki heilt, sum hon plagar, hóast teir ikki hava spælt so lítið í summar. Møguliga hevur tað havt onkra ávirkan, at framførslan var longu kl. 19.15, og fólkið tískil ikki var Pallurin í Flagstjaldinum var umbygdur til hugna- ligu stovuna hjá Armando, tá Marius og hinir í bólki- num bjóðaðu til hugnaliga tón leikaveitslu Ummæli Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Flagstjaldið er nógv, men hugna­ ligt er tað ikki, og tí var tað heilt løgið at traðka inn har og síggja, hvussu hugnaligur pallurin var, tá Marius og bólkurin spældu leygar kvøldið. Veggir við stríputt­ um tapeti, vóru settir upp, og á palli num var innrættað við leni­ stól um og standilampum. Á vegg­ ju num hekk ein einsamøll LP og ein gittarur millum myndir nar. Frásøgumaðurin Ólavur Pres­ ley var fyrstur á pallin, men har er eing in rødd eftir, so illa hann hev­ ur rópt seinastu dagarnar. Okkurt fullkomiliga óskilligt gralaði úr hon um og áðrenn hann hevði bjóða bólkinum vælkomnum, hevði Armando smitað hann út úr sín ari stovu. Armando vann herfyri fyrstu heiðursløn á árligu yvir skeggj a veitsluni, og í síni Hawai skjúrtu og Bermuda shortsi bjóð aði hann Marius og bólkinum inn til ball hjá Armando. Karmarnir vóru sostatt heldur øðr vísið, til hesa framførsluna enn vanligt er, og tað riggaði væl til nýggju útgávuna av Marius, har ravmagnsrokkurin er skiftur út við kassagittarar, slagverk og harmoni ku. Allir tónleikararnir vóru framúr, og stuttligt var at hoy ra, hvussu væl tað riggaði við rødd unum hjá Hans Mariusi sam­ an við gamla Flux trummu leikara­ Við Marius í balli hjá Armando Frændur rukku ikk