mánadagur 10. august 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 149 - 10. august 2009
Ein sera væleydnaður
Summarfestivalur fekk
ein sera hóskandi enda,
tá Chase bjóðaði til
nostalgi rokk-konsert á
Vágsbøi. Við 20 árum á
baki var rokkdinosaururin
vaknaður aftur - og ja,
hann rokkaði bæði væl og
virðiliga.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Eg minnist meg ikki at hava hoyrt
Chase betur enn hetta. Við eini
langari røð av sínum bestu løgum,
spældu Edmund, Niclas, Mikkjal
og James saman við nýggja
manninum Kim Hansen eina fína
rokk-konsert, har allar tær røttu
klisjeirnar vórðu fyltar heilt út.
Eg havi sjálvur eitt serligt
forhold til bólkin, ið framum
aðrar vísti vegin fyri okkum ungu
rokk-tónleikarar fyrst í 90’unum.
Við sínum harða rokki breyt
Chase
frá
hinum
etableraðu
bólkunum, og vísti okkum, at
man gott kundi. Sum ummælari
var hetta somuleiðis fyrsti bólkur
eg ummældi afturi í 1991. So
kenslurnar vóru fjøltáttaðar.
Eftir at seinasta come backið
hjá bólkinum ikki eydnaðist so
øgiliga væl, var eg ein heldur
stúrin ummælari, sum kreyp út í
regnið at lurta eftir teimum.
Serliga
hevur
røddin
hjá
Edmundi ikki altíð verið líka
góð.
Eftir tey bæði fyrstu og heldur
veiku løgini “Lisa Maria” og
“Lygnari”, var eg ikki sannførdur.
Hesi løgini tykjast altíð at vísa
Edmundsa rødd frá síni mest
irriterandi síðu, og tað gjørdu tey
eisini í sirminum sunnunáttina.
Men so sleit í á Vágsbøi, alt
fleiri fólk komu fram til pallin, og
løgini fóru at liggja betur til
røddina
hjá
Edmundi,
og
knappiliga vísti hann, at hann ikki
bara sær betur út, enn hann
nakrantíð hevur gjørt - hann
syngur eisini betur enn nakrantíð
áður.
Edmund hevur slept sær av við
hvølpafitan, ið var eyðkend fyrr.
Hann líkist nú eini rokkstjørnu í
strømmum
kovboykuksum,
sólbrillum og svartari t-troyggju,
og kropsmálið, var fullkomiliga
rock’n’roll.
Hetta
var
so
gjøgnumført, at eg næstan ikki
saknaði fyrrverandi gittarleikaran
Lennerth við sínum Europe hári,
motorsúkklum
og
Whiskey-
fløskum við té-vatni í, sum plagdi
at vera miðdepilin í Chase
framførslunum.
Løg sum “Reckless Life”, “Tú
og
Eg”,
“Two
Hearts”,
“Eingangsknall”, “7 Míl Frá
Hollywood” fingu fjøldina at
syngja og liva við, áðrenn Chase í
besta rokk-klisje stíli rýmdi av
pallinum, fyri at fáa fjøldina at
rópa seg inn aftur at spæla størsta
hittið “Fyrstu Ferð”, og tá fór
Vágsbøur upp at kóka. Ein
nostalgiskur endi á eina sum heild
nostalgiska festivalskrá.
Rock’n’Roll og
nostalgi á Vágsbøi