Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31 Reinert viðgongur mistak Petur Reinert var í miðdeplinum á Injector Arena hóskvøldið. Hann bríkslaði ikki fyri frísparki, tá Hanus Thorleifsson nýtti hondina til hjálpar og økti til 2-0, tá HB vitjaði hjá KÍ. Petur Reinert viðurkennir nú mistakið. – Lat meg siga sum er, at eg sá ikki hondina hjá Hanusi við tí seinna málinum. Hetta er eitt grovt mistak frá mær, og tað viðurkenni eg blankt!, skrivar Petur Reinert í skrivi til Norðlýsið. HB vann dystin 2-0 og hóast tað var seinna málið hjá HB, sum varð mest umrøtt eftir dystin, so vildu fleiri klaksvíkingar eisini vera við, at brotssparkið, ið Fróði Benjaminsen fekk í fyrra hálvleiki, var heldur bíligt. Owen ikki úttikin Michael Owen er ikki úttikin til enska landsliðið, sum mikukvøldið spælir venjingardyst í móti Hollandi. Við BBC sigur landsliðsvenjarin Fabio Capello, at Michael Owen skal spæla væl og gera mál, áðrenn hann verður úttikin. Hetta er Owen í fer við í løtuni, tí eftir skifti til Manchester United hevur hann verið rættiliga sannførandi. Ætlanin hjá 29 ára gamla áleyparanum var eisini at vinna sær ein sess aftur á enska landsliðnum, og Fabio Capello ger eisini greitt, at dyrnar framvegis eru opnar fyri Michael Owen. Tá Ransin Djurhuus floytaði dystin í Sørvági av leygardagin, høvdu bæði 07 Vestur og B68 roynt nakað, tey ikki høvdu roynt síðani fjórða umfar í Vodafonedeildini, tí síðani tá hevði 07 Vestur ikki vunnið og B68 ikki tapt – fyrr enn nú FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í fjórða landskappingarumfari gjørdi 07 Vestur ein vørr, tá liðið á heimavølli basti táverandi odda- liðnum í Vodafonedeildini, B36. Síðani hevur staðið fast hjá vága- monnum, og burtursæð frá fimm javnleikum, hevur einki borið til. Tilveran hevur alt kappingarárið verið undir niðurflytingarstrikuni. Kortini hava tey flestu verið á einum máli um, at 07 Vestur hevur ymsar dygdir, ið saktans kundu rættvísgjørt eitt pláss longur uppi á stigatalvuni. Millum annað megnar liðið stórt sæð altíð at skora mál, og í teimum higartil 18 dystunum higartil, hevur liðið eisini skorað í teimum 15. Ironiskt kanska, at tveir av teimum málleysu góvu stig, tí talan var um tvær ferðir 0-0 ímóti Víkingi og AB. Í summarsteðginum er offensivur styrkur komin við tveimum spæl- arum úr Sierra Leone, Tamba Yarjah og Morris Lewis, umframt at Aco Pandurovic er komin til felagið og hevur gjørt verjuna munandi tryggari. Serliga verjuparturin hevur haltað, men tað gjørdi hann ikki í eins stóran mun, tá B68 vitjaði á Valloyruni í Sørvági leygardagin. Uppiborin leiðsla Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgi, og fyrsta korterið hevði B68, sum leingi hevur verið millum oddalið- ini, meiri enn ilt við at fóta sær. Heldur einki var at siga til, at 07 Vestur longu í áttanda minutti kom á odda eftir eitt av fleiri vandamikl- um hornaspørkum. Hesa ferð kom tað innfyri úr høgru síðu, men B68 fekk ikki ruddað bóltin nóg væl burtur, og nakað inni í brotsteig- inum var Milan Pejcic sera av - gjørdur, tá hann smekkaði eitt flatt skot í meskarnar aftan fyri Vlada Filipovic. Hetta var verri enn so einasti møguleikin, 07 Vestur hevði hesa fyrstu góðu løtuna, og við eitt sindur av hepni kundi leiðslan væl verið størri, áðrenn komið var til hálvleiks. Stutt fyri hálvleik hevði Tamba Yarjah enntá góðan møgu- leika at økja, tá hann slapp púra leysur og hevði fría kós ímóti málinum, men hann var óneyvur og helst eisini ov ótolin, og tí fekk Vlada vart fyri. So hvørt sum trýstið frá 07 Vestur hevði hug at dovna, slapp B68 meira við í spælið, og eisini vórðu royndir gjørdar frameftir, har tað ofta var líka við, at okkurt spurdist burturúr. Málslúkurin hjá tofta- monnum, Keita, var í stuttum tjóðri, men so máttu aðrir traðka til. Av teimum hevði helst Jóhan Petur Poulsen besta møguleikan, tá hann fór avstað í høgru síðu og úr 20 metrum smekkaði bóltin á tvørtræið. Trýstu til fánýtis Mitt í seinna hálvleiki fekk B68 stein oman á byrðu, tá liðformaðurin, Jóhan Dávur Højgaard, fekk seinna gula kortið, og tí máttu toftamenn stríðast í minniluta ímóti yvirvald- inum. Men sum so ofta, tá so er, tóktust hinir finna styrki til ein síðsta offensiv, og serliga ímóti endanum á dystinum royndi B68 at trýsta og skapa møguleikar, men uttan at fáa avgerandi gjøgnumbrotið. Sjálvandi telur mest hjá vágafólki, at lið teirra leygardagin aftur megnaði at vinna sær trý stig, men helst er tað minst líka hugaligt hjá teimum at síggja, at verjan eisini megnar at standa ímóti, sum hon gjørdi tað síðstu løtuna av dystinum, tá B68 legði nógv fyri. Megnar 07 Vestur líka væl at halda tætt í komandi dystum, kunnu skjótt vinnast fleiri kærkomin »breiddarstig«. Lítið man vera at ivast í, at B68 veruliga merkti saknin av Jóan Símuni Edmundsson, ið hevði karantenu, og Øssuri Hansen, ið var skaddur, men tað átti ikki at gjørt allan munin, tá nummar tvey spælir ímóti nummar 10. Hetta var annars fyrsta tapið hjá B68 síðani fjórða umfar, og samstundis gjørdist greitt, at ársins B68-lið ikki megnaði at taka metið hjá 1985-liðnum, ið eisini spældi 13 dystir á rað uttan tap. Reisast aftur Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68, ásannaði leygardagin, at lið hansara hevði tapt ímóti einum liði, sum er nógv betri enn tað botnplássið, tað hevur á stigatalvuni: – Vit vistu av, at teir hava eitt fínt lið, og tað høvdu vit eisini fyrireikað okkum uppá, men 07 Vestur legði trýst á okkum beinanvegin, segði B68-venj- arin, ið eisini helt vágamenn vera meira úthvíldar og kropsliga betur fyri leygardagin. – Hetta var okkara triði dystur í eina viku, og serliga dysturin ímóti Víkingi sat enn í beinunum. Men vit fara at reisa okkum aftur, og nú hava vit tað luskus, at heilir átta dagar eru, til vit spæla aftur. Hil Mugu bara vinna – Vit vita væl av, at vit standa við rygginum ímóti múrinum, og vit mugu bara syrgja fyri at fáa nakrar sigrar. Men við hesum sigrinum eru vit nú bara trý stig frá KÍ og seks frá B36, segði Birgir Joensen, sum enn eina ferð mátti síggja lið sítt, 07 Vestur, frá síðulinjuni, tí illa hevur ligið fyri hjá honum at komið fyri seg eftir skaða. Hann helt, at tað síðstu tríggjar dystirnar hevði ligið í luftini, at ein sigur var í nánd – serliga, eftir at liðið hevði spælt væl ímóti bæði KÍ og HB. – Eg haldi, at vit gjøgnum- gangandi vóru betra liðið í dag. B68 hevði sínar kjansir ímóti endanum, sum serliga stóðust av deyðbóltum, men hinvegin høvdu vit tveir fríar kjansir í fyrra hálvleiki, so tað saktans kundi verið 3-0 til okkara í hálvleikinum, segði Birgir Joensen. hil 07 Vestur-B68 1-0 (1-0) Kærkomin breiddarstig B68 07 Vestur Milan Pejcic, ið skoraði sigursmálið hjá 07 Vestur, sleppur her fram við liðformanninum hjá B68, Jóhan Dáva Højgaard, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk seinna gula kortið og mátti av vølli Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir