mánadagur 10. august 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149
Real Madrid stórsigur
í venjingardysti
Ikki færri enn fýra debutantar vóru millum leikararnar, tá Real
Madrid vann 5-1 á Toronto fríggjakvøldið. Kaká, Xabi Alonso,
Alvaro Arbeloa og Raul Bravo vóru allir á vøllinum í
stórsigrinum, tá uttan at teljast millum málskjúttarnar. Raul við
tveimum málum og so ein annar nógv umrøddur leikari,
Ronaldo, syrgdu fyri, at hálvleiksstøðan var 3-0. Eftir steðgin
skoraði eisini ein nýggjur leikari, tá Benzema fekk bóltin í netið.
Arjen Robben var seinasti leikarin, sum skoraði fyri Real Madrid.
Alonso stýrdi miðvøllinum
Venjingarlegan hjá Real Madrid í USA heldur áfram, og
sunnudagin spældi venjingardyst í móti DC United. Í hesum
dysti var tað Xabi Alonso, sum stýrdi miðvøllinum fyrsta góða
tíman av dystinum, áðrenn hann varð skiftur út. Málunum tók
ein landsmaðurin hansara av, tí áleyparin Higuain gjørdi tvey
mál. Tað triðja málið gjørdi Robben, sum eisini skoraði, tá Real
Madrid spældi í móti Toronto fríggjakvøldið.
B36 tapti aftur og er
nú undir trýsti í niður
flytingarstríðnum. Finnur
Justinussen fekk tvey
mál leygardagin og er
nú greiður toppskjútti í
Vodafonedeildini
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
B36 er nú av álvara partur av niður-
flytingarstríðnum. Leygardagin
noyddust hvítklæddu havnar menn-
inir aftur av vøllinum uttan stig.
Triðju ferð upp í slag tapti høvuðs-
staðarfelagið, og tað eru í løtuni
lítið sum bendir á, at støðan verður
betri í bræði.
Eingin stuðul
Festivalur var í Klaksvík um viku-
skiftið. Tað er helst ein orsøk til, at
fáir B36-fjepparar vóru til dyst
leygardagin. Men tað er neyvan øll
frágreiðingin.
Stuðulin til liðið er ikki serliga
stórur í hesum døgum. Nógv meira
enn helmingurin av sitiplássunum í
B36-húsinum vóru ikki nýtt til
leygar dagin. Tað var sjáldan, at
áskoðararnir eggjaðu sínum
leikarum við herðaklappum og
øðrum. Tað er víst, at felagið er í
óvandari støðu.
Aftur um vikuskiftið kundi B36
við eitt sindur av hepni og neyv-
leika fingið stig. Men soleiðis er
hvørjaferð. Hóast liðið er við í
dystinum leikliga, sæst tað ikki á
stigatalvuni.
Venjarin
Fjeppararnir fegnaðust, tá tað var
kunngjørt, at Mikkjal K. Thomassen
hevði tikið á seg uppgávuna at
standa á odda fyri besta mans lið-
num hjá B36 í 2009. Fyrrverandi
miðvallarkempan er høgt í metum
millum áskoðararnar, og tí varð
vónað, at hann fór at standa seg
væl. Tað hevur hann ikki higartil.
Thomassen hevur ikki havt lættar
umstøður. Fleiri yngru leikarar
royna seg á fyrsta sinni í bestu
deildini, og skaðar hava givið hon-
um trupulleikar. Men leikaratilfarið
er betri enn at stríðast um niður-
flyting. Við Brima Koroma, Odmari
Færø, Jákupi á Borg, Klæminti
Matras, Herberti í Lon Jacobsen og
Dennis Holmberg á liðnum eigur
B36 at vera í miðbólkinum á
stigatalvuni. Men eftir eina frálíka
byrjan, hevur B36 bara vunnið eina
ferð síðan 19. apríl. Tað var í 11.
umfari á heimavølli móti 07 Vestur.
Venjarin er kroystur. Spurning-
urin er, hvussu tryggur hann situr í
venjarasessinum nú. Hann skal
syrgja fyri, at liðið er til reiðar at
bjóða av í gullstríðnum í 2010. Men
í løtuni ræður fyrst og fremst um at
varðveita sætið í deildini.
Men tað er ikki verri enn so, at trý
stig næstuferð kann geva liðnum
luft aftur.
Fann aftur málið
Finnur Justinussen finnur altíð
málið. Tað gjørdi hann aftur
leygardagin. Í tveimum reisum.
19 ára gamli Justinussen er í
løtuni toppskjútti í Vodafone-
deildini. Hann roynir seg í bestu
deildini á fyrsta sinni, og framherjin
hevur av álvara gjørt vart við seg.
Hann luttekur ikki serliga nógv í
framrættaða spælinum. Soleiðis var
heldur ikki leygardagin, tá hann
sjáldan bjóðaði av og setti mót-
støðuverjuna undir trýst. Men hann
er altíð á rætta staðnum. Og tað er
ein eginleiki, sum tey eru sera fegin
um í Víkingi.
Málini:
0-1: Gestirnir hava lætt spæl í høgru, tá bólturin brádliga
endaði fyri føturnar á Zoltán Bukszegi, sum var tryggur.
1-1: Jákup á Borg finnur hegnisliga Berg Midjord, sum hevur
funnið sær pláss í brotsteiginum. Midjord er knappur og
smekkar til. Umvegis tvørtræið javnar hann fyri B36.
1-2: Bólturin støkkur upp í loft inni í brotsteiginum. B36-
verjuleikararnir meta, at bólturin fór av vøllinum, tá
leðurkúlan brádliga dalar beint niður til Finn Justinussen.
Tætt frá málinum setur framherjin høvdið á.
1-3: Víkingur fer í skjótálop, tá Tróndur Vatnhamar brádliga
stendur í ongamannalandi millum málið og bóltin. Finnur
Justinussen hevur bæði tíð og pláss, áðrenn hann sendir
framvið málverjanum.
Botnstríðið
er gevandi
- Ja, sjálvsagt eru vit vónbrotnir.
Jákup á Borg og B36 eru í
óvandari støðu í hesum døgum.
Tað er fyrstu ferð, at landsliðs-
leikarin hevur tikið lut í niður-
flytingarstríðnum.
- Tað er løgið. Men eg vil siga,
at tað somuleiðis er gevandi. Vit
vistu undan kappingarárinum,
at tað fór at verða trupult. Vit
læra í løtuni, hvussu vit skulu
takkla ógvusliga mótgongd. Og
tað er serliga gevandi, um eg
einaferð verði venjari. Men vit
vóna og vænta, at tað fer at
venda, sigur Jákup á Borg.
Hvat tosa tit um í hálvleik-
inum, tá tit eru aftanfyri 2-1?
- Vit ætlaðu at leggja meira
fyri í framrættaða spælinum,
men megna ongantíð at leggja
Víking undir trýst. Vit tosa ikki
við stórum orðum í hesum
døgum. Vit stríðast framvegis
og tað fer at bragda hjá okkum
fyrr ella seinni, sigur landsliðs-
leikarin, sum var bilsin um, at
tað ikki vóru fleiri fólk og stuðl-
aðu liðnum leygardagin. Men
hann leggur dent á, at liðið
fegnast um tey, sum stuðlaðu.
- uni
Als ikki
undir
haldandi
- Eg segði við Niclas Niclasen
undir dystinum, at eg var
glaður fyri, at eg ikki hevði
goldið 100 krónur fyri at sæð
hendan dystin.
Soleiðis sigur Atli Gregersen,
verjuleikari hjá Víkingi, sum
sjálvsagt var fegin um stigini,
sum liðið vann í Gundadali
leygardagin.
- Odmar Færø spældi bóltin
til Róald Jacobsen, og síðan
fekk Odmar Færø hann aftur.
Ímeðan stóðu vit og hugdu.
Soleiðis var tað í stórum løtum.
Men vit hava fult tamarhald á
og sigurin var uppiborin. B36 er
ein “sleeping giant”, sum ong-
lend ingar siga, og vit høvdu
væntað okkum ein torføran
dyst. Tað royndu teir eisini, men
vit stóðu ímóti, sigur Atli Greg-
er sen, sum er fegin um mongu
rennitúrarnar við venj aranum í
vetur.
- Jógvan Martin Olsen legði
stóran dent á kropsligu venj-
ing ina í vetur. Tað kemur okk-
um av álvara til góðar nú, tá vit
hava fleiri dystir eftir fáum
døgum, sigur Atli Gregersen.
- uni
B36 – Víkingur 13 (12):
Nú sansar at hjá B36
Víkingur
B36
Eftir eina frálíka byrjan, hevur B36 bara vunnið eina ferð síðan 19. apríl. Tað var í 11. umfari á
heimavølli móti 07 Vestur
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir