mánadagur 10. august 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
Jakobsen var sjúkur
Tróndur Vatnhamar vardi málið hjá B36 í heimadystinum móti
Víkingi leygardagin. Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum hevur verið
málverji seinastu tíðina, var sjúkur í farnu viku, og tí hevði
málverjin og Mikkjal Thomassen, venjari, tikið støðu til, at
Tróndur Vatnhamar skuldi fáa møguleikan. Sostatt endaði
Tróndur Vatnhamar aftur í málinum hjá B36, eftir at tað hevur
ljóðað fleiri ferðir í summar, at onnur feløg ynsktu at knýta hann
at hópi sínum.
Eitt stig til Julian
Julian Johnsson og liðfelagarnir úr Svendborg, sum spæla
í triðbestu donsku deildini, fingu eitt stig í fyrstu royndini
á nýggja kappingarárinum, sum byrjaði leygardagin. Liðið
vitjaði hjá eykaliðnum hjá AGF. Úrslitið varð 0-0. 34 ára
gamli Julian Johnsson var á miðvøllinum hjá Svendborg
allan dystin. AGF hevði fimm leikarar við frá SAS-liga
hópinum, og tí verður málleysi javnleikur mettur sum eitt
nøktandi úrslit í Svendborg.
AB kontraði
okkum
niður
Høgri bakkur hjá NSÍ, Jónhard
Frederiksberg, ásannaði eftir
dystin á Argjum leygardagin, at
AB hevði sigurin uppibornan:
– Vit ætlaðu okkum trý stig í
dag, men argjamenn vóru
grammari og vunnu uppiborið.
Teir vildu meira enn vit,
samstundis sum vit fingu ikki
spælið hjá okkum at koyra í
dag, segði Jónhard.
– Teir lógu teir afturi og
bíðaðu, meðan tað enn var 1-1,
men dugdu væl at fáa burturúr,
tá teir komu fram. Vit mugu
bara ásanna, at teir kontraðu
okkum niður.
Hil
Vit hyggja
enn aftur-
eftir
Hóast AB nú hevur vunnið tveir
dystir á rað ímóti liðum, sum á
pappírinum skuldu verið betri,
hevur annar av venjarunum á
Argjum, John Petersen, ikki hug
at kanna sær bitan, fyrr enn
hann er svølgdur.
– Um vit eru nummar fimm
ella seks, er næstan líkamikið.
Vit hyggja framvegis aftur um
okkum, tí enn eru níggju dystir
eftir, so nógv kann henda, segði
John, sum helt, at AB-liðið var
ikki so galið, og at góðu úrslitini
byggja á hart arbeiði, sum lønar
seg.
– Tá tað framvegis var 1-1, var
dysturin púra opin og bæði
liðini løgdu nógv fyri. Men við
nýggja norðmanninum hava vit
fingið eina aðra dimensjón í
spælið hjá okkum, og tað ger
eisini mótstøðuverjurnar
ótryggar. Stig-Roar spældi ein
fantastiska góðan dyst í dag.
hil
Nýggi norski framherjin
hjá AB, Stig-Roar Søbstad,
vísti seg at hava avgerandi
týdning, tá AB fyri aðru
ferð í ár tók øll trý stigini
ímóti NSÍ. Søbstad ger
ikki einsamallur munin,
men hann gevur restini av
AB-liðnum stórt sjálvsálit
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Samstundis sum vespur eru til-
tiknar at stinga dúgliga, er eisini
tiltikið, hvussu ringt tað er at stinga
frens. Og tá AB og NSÍ møttust inni
í Vika á Argjum seinnapartin leygar-
dagin, gekk sjón fyri søgn, at tað í
øllum førum ikki eydnaðist vesp-
unum at stinga frensin.
Tvørturímóti kundi heimaliðið fyri
aðru ferð í ár fegnast um, at trý stig
komu á kontuna eftir dyst ímóti NSÍ.
Tá AB síðst í mai mánaði vann 1-0 í
Runavík, var tað ein sens a tión, men
tað var tað ikki hesa ferð!
Í fyrra hálvleik royndu báðir
partar at spæla álopsfótbólt, hevði
AB munin eftir steðgin, har verjan
fekk vart seg fyri øllum vespu álop-
um og annars megnaði serstakliga
væl at stinga aftur.
NSÍ hevði annars sæð út til at
hava fingið fótin fyri seg síðstu
dystirnar, men leygardagin vísti
liðið ongantíð nóg samanhangandi
spæl til at hótta avgerandi. Hin-
vegin vísti AB tryggleika kring allan
vøllin og skapti við jøvnum millum-
bili kjansirnar, ið at enda gjørdu
munin og góvu sigurin.
Ikki minst vísti tað seg, at nýggi
norðmaðurin á liðnum, Stig-Roar
Søbstad, er ein framúr góður spæl ari,
ið er kvikur og hevur gott eyga fyri
spælinum, umframt at hann er trygg-
ur á bóltinum. At AB hevur fing ið
henda styrkin, sær út til at lyfta restina
av liðnum, ið strálar av sjálvsáliti.
Raktu træverkið
Tað var annars NSÍ, ið kom á odda
eitt gott korter inn í dystin. Károly
Potemkin royndi seg við góðum
skoti úr vinstru síðu, sum Tórður
Thomsen í AB-málinum akkurát
fekk sligið út um stongina til
hornaspark. Tað sendi Bogi Løkin
innfyri, og eftir at Jóhan Troest
Davidsen fyrst hevði fingið høvdið
á, boksaði Tórður bóltin longur út.
Men har stóð Christian Høgni
Jacobsen og tók ímóti, og hann
tamdi skjótt og sendi bóltin í einum
bleytum boga í tóma málið til 1-0.
Leiðslan helt sær bara í fýra
minuttir, so hevði AB javnað.
Bólturin kom innfyri úr vinstru síðu,
og Meinhardt Joensen fekk toygt
seg upp um allar og boksað burtur
í fyrstu atløgu. Vandin var tó ikki av
enn, tí bólturin endaði hjá Dion
Splidt, sum á brotsteigarmarkinum
tók ímóti, tamdi og sendi trygt í
tóma NSÍ-málið til 1-1.
Eftir hetta vóru fleiri smærri og
størri kjansir til liðini fyri steðgin, og
eisini eftir steðgin vóru næskar
royndir. Nikolaj Eriksen skjeyt fyrst á
stongina og løtu seinni eisini á
yvirliggjaran hjá NSÍ, og í hinum
endanum hevði Klæmint Olsen
eisini eitt skot á yvirliggjaran hjá
AB.
Tvey kontramál
Eitt gott korter inn í seinna hálvleik
fall so málið, ið broytti fortreytirnar
hjá báðum pørtum og fekk avger-
andi týdning fyri úrslitið. Károly
Potemkin fekk fatur á bóltinum,
men var troðkaður aftur um
miðjuna, har hann síðani misti
bóltin. Tróndur Sigurðsson, sum var
komin inn beint áðrenn, fekk fatur í
bóltinum og spældi Stig-Roar
Søbstad púra leysan, so hesin trygt
kundi skora til 2-1.
Nú lá alt trýstið á gestunum úr
Runavík, sum máttu og skuldu fram
á vøllin fyri at fáa javnleik. Men
partvíst rakk hugflogið ikki til at
skapa neyðugu kjansirnar, og
partvíst var verjan hjá AB so mikið
stinn, at illa lá fyri at sleppa ígjøg-
num hana. Tolið var heldur ikki til
staðar, og NSÍ legði so nógv fyri, at
mestsum eingin verja var eftir til
síðst.
Tað megnaði AB so at revsa enn
eina ferð, tá bara fimm minuttir
vóru eftir. Aftur var tað Stig-Roar,
sum brúkti skjótleikan, tá hann fekk
fatur í bóltinum í vinstru síðu, og
við ferð rak av egnari hálvu og fram
ímóti brotsteiginum hjá NSÍ, áðrenn
hann ósjálvsøkið spældi tvørturum
til Kenneth Jacobsen, ið var púra
leysur og fekk sent bóltin í málið til
3-1.
NSÍ royndi at trýsta síðstu løtuna,
men kom ikki nærri. Sostatt hevur
AB fyribils meldað seg úr botnstríð-
num og kann so smátt byrja at
hyggja uppeftir, meðan NSÍ tilsvar-
andi er heilt úti í útjaðaranum av
oddastríðnum.
AB-NSÍ 3-1 (1-1)
Stungu ikki frensin
NSÍ
AB
Nýggi norðmaðurin á AB-liðnum, Stig-Roar Søbstad, er ein sannur
fongur, tí hann er kvikur og hevur gott eyga fyri spælinum,
umframt at hann sær út til at lyfta restina av liðnum, ið nú strálar
av sjálvsáliti
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir