mánadagur 10. august 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
Við kvikum kantum, einum
øgiligum áleypara og
einum liðavriki av teimum
heilt góðu, eydnaðist
tað fuglfirðingum at
spæla meistararnar út
av vøllinum. Eisini hóast
teir vóru ein maður færri í
meiri enn trý korter
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
ÍF hevur ikki breiðasta hópin í
landinum. Men tá allir mans eru
tøkir, er talan um sterkt lið í hevur
fleiri streingir at spæla uppá.
Leygardagin vóru tveir mans úti
við skaða. Hanus Eliasen og
Aleksandar Jovevic. Annars vóru
allir mans tøkir. Eisini Rógvi
Jacobsen. Við tveimum málum setti
hann sín dám á dystin.
Tað sama gjørdi ungi Dánjal á
Lakjuni. Maðurin við talinum 14 á
bakinum voldi ferð eftir ferð EB/
Streymi trupulleikar við sínum
øgiliga skjótleika, og tað sama
gjørdi Andy Olsen í hinum
borðinum.
Í verjupartinum royndust Bartal
Eliasen og ikki minst Høgni
Zachariassen væl.
Tvey reyð kort
Eisini miðvøllurin var stinnur eftir at
Poul Ennigarð varð vístur av
vøllinum. Seinna gula kort hansara
var ógvusligt, men óheppið, tí
neyvan hevði gøtumaðurin ætlað
tað so meint, sum tað gjørdist, tá
hann kom ov seint við taklingini á
Pætur Dam Jacobsen.
Hóast tað var tíðliga í dystinum,
kom útvísingin ikki óvæntað.
Fuglfirðingar høvdu tá spælt
rímiliga harðligt eina løtu, og Poul
Ennigarð hevði sjálvur staðið fyri
fleiri fríspørkum.
Útvísingin av Poul Ennigarð var
ikki tann einasta, tí stutt fyri leiklok
kókaði yvir hjá Alex Jose dos
Santos. Eitt ógvusligt fríspark var
framt í móti honum. Hesin ÍF’arin
átti at fingið gult kort, men Eiler
Rasmussen, sum ikki hevði sín allar
besta dag, valdi ikki at geva kort fyri
hetta.
Hetta fekk sinnið í kók hjá
brasiliumanninum, og Eiler
Rasmussen fekk eisini at vita, hvat
Alex Jose dos Santos helt um hetta.
Tískil var hann revsaður fyri sítt
ófantaliga orðaval og atburð.
Vinstri vongverjin hjá EB/Streymi
gavst tó ikki so, men helt áfram og
Eiler Rasmussen hevði ikki annað
val, enn at vísa mannin av vøllinum.
Ein beinleiðis tápilig útvísing fyri
tápiligan atburð.
Effektivir fuglfirðingar
Útvísingin var ein staðfesting av, at
einki riggar hjá EB/Streymi í løtuni.
Kjansirnir, teir høvdu, vóru ikki
nógvir, men tá vandi var á ferð, var
heldur talan um stong út enn stong
inn.
Hjá ÍF lá hinvegin væl fyri. Øgiliga
effektivir vóru teir. Fyrsti veruligi
kjansir teirra var bara hálvur, men
Frank Poulsen høgdi til úti frá eftir
uppspæl í vinstru, og bólturin sang
í meskunum. Hetta var, tá 20
minuttir vóru spældir og fýra
minuttir seinni var aftur galið.
Hornaspark varð sent móti
fremru stong, har Rógvi Jacobsen
stútaði og so var 2-0.
Triðja málið stóð Rógvi Jacobsen
eisini fyri, tá hann við einum fínum
fluktara staðfesti sigurin. Hetta var
stutt inn í seinna hálvleik, og hóast
yvirtal var einki at gera hjá EB/
Streymi.
Og teir gjørdu heldur ikki tað
stóra. Eingin vilji og einki hugflog.
Púra óinpirerað! Liðið hevur nú tapt
tveir dystir á rað. Báðar ferðir eru trý
mál farin í gjøgnum.
Arnbjørn Hansen pyntaði um
úrslitið móti dystarenda í Fuglafirði,
so samlaða málúrtøkan hjá EB/
Streymi teir báðar seinastu
dystirnar er 1-6.
Útvísingin fær eftirspæl
Alex Jose dos Santos hjá EB/Streymi var ógvuliga ófantaligur
í sínum atburði, tá hann varð vístur av vøllinum í dystinum
móti ÍF í Fuglafirði leygardagin. Tá Eiler Rasmussen gav
honum seinna gula kortið, bæði rópti Alex Jose dos Santos
og sló út við armunum. Harumframt skumpaði hann undir
Eiler Rasmussen við bringuni, og var ófantaligur móti
liðleiðara sínum, tá hesin royndi at toga hann av vøllinum.
Eiler Rasmussen sigur við Sosialin, at hann hevur skrivað eina
frágreiðing um atburðin hjá Alex Jose dos Santos, sum er
latin Fótbóltssambandinum til viðgerar.
Høgni Zachariassen á landsliðið
Fuglfirðingurin er úttikin fyri Andreas Lava Olsen hjá Víkingi, sum hevur givið
avboð vegna vøddaskaða. Høgni Zachariassen hjá ÍF hevur ongantíð áður
spælt á landsliðnum, so kemur hann á vøllin í móti Fraklandi, verður hetta
hansara fyrsti landsdystur. Høgni Zachariassen er ikki tann einasti, sum
stendur til at fáa debut mikukvøldið, tí tað sama er galdandi fyri Jóan Símun
Edmundsson hjá B68.
Útvísing gav
10 prosent
eyka
Rógvi Jacobsen segði eftir
dystin í móti EB/Streymi, at
útvísingin av Poul Ennigarð
fekk ÍF at kýta seg tíggju
prosent aftrat.
– Tað søgdu vit við hvønn
annan í steðginum. At 3-0
málið kom so tíðliga hjálpti
eisini okkum væl, ásannaði
Rógvi Jacobsen. Tískil helt hann
seg eisini kunnað siga, at teir
vóru einki aftanfyri EB/Streym,
hóast teir spældu við tíggju
monnum í ein heilan hálvleik.
Sigurin og stigini koma
annars væl við hjá ÍF.
– Botnliðini hava ligið og
andað okkum i nakkan, og tá er
vandin stórur fyri, at vit enda
longur niðri á stigatalvuni. Júst
tí var ein sigur sum hesin, ið
hálar okkum longur upp á
stigatalvuni, ógvuliga umráð-
andi, segði Rógvi Jacobsen eftir
dystin.
EB/Streymur
var ongantíð
á lívi
Hans Pauli Samuelsen var
ógvuliga fáorðaður, men kortini
beinrakin, tá Rás2 tosaði við
hann eftir dystin í gjár. Spurdur,
um tað var málið til 3-0, sum
tók lívið av teimum, svaraði
víkamaðurin, at hann helt ikki,
at EB/Streymur nakrantíð var á
lívi leygardagin.
– Har var eingin futtur í
monnunum og eingin geistur,
so hetta var als ikki nóg gott,
segði hann.
Hans Pauli Samuelsen vísti á,
at ÍF stóð ógvuliga væl á
vøllinum og at EB/Streymur
einki pláss fekk. Hans Pauli
Samuelsen segði somuleiðis, at
EB/Streymur nú má arbeiða við
bæði verjupartinum og
álopspartinum og sipaði hann
til, at liðið hevur tapti tilsamans
6-1 í móti AB og ÍF.
ÍF – EB/Streymur 3- (2-0)
Meistararnar eyð-
mýktir í Fuglafirði
EB/Streymur
ÍF
Poul Ennigarð
spældi bara fyrra
hálvleik fyri ÍF, tí
beint fyri steðgin
varð hann vístur
av vøllinum
Mynd: Sofus D.
Johannesen