Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149 Við einum sigri í kvøld kunnu sandoyingar yvirtaka oddasessin, eftir at VB/Sumba tapti um vikuskiftið FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Vinnur B71 í kvøld, gerast teir ájavnir í stigum við VB/Sumba. Sandoyingar hava tó eina betri málúrtøku enn suðuroyingar, sum taptu fyri B68 um vikuskiftið. Oddaliðið snávaði Næstbesta liðið hjá B68 vann nevniliga 4-3 á oddaliðnum VB/ Sumba, tá André Olsen tryggjaði toftamonnum stigini í seinastu løtu. B68 legði sera bragdliga fyri, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var heimaliðið á odda við tveimum málum. Men gestirnir stríddust væl, og avgerðin fall ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Tískil hava nærmastu kappingar- neytarnir aftur fingið samband við oddaliðið. B68 er nú sjey stig frá fyrsta plássinum. TB er við aftur TB vann sær týdningarmikil stig í oddastríðnum. Á heimavøllinum vunnu tvørámenn við tveimum málum móti einum á Skála. Gestirnir løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men stutt eftir javnaði Gilli Sørensen. Gunleif Olsen sendi TB á sigurskós á tímanum. Fleiri mál komu ikki. Skálamenn royndu at trýsta seinastu løtuna og miðsnýttu millum annað úr ellivu metrum. TB stóð ímóti og fekk øll stigini, tá avtornaði. TB er nú trý stig frá oddanum, meðan Skála framvegis hevur seks stig til bjargingina í næstbestu deildini. HB heldur tørn Eisini HB heldur tørn í oddinum í 1. deild, har Jákup Slættalíð var einasti málskjúttin, tá næstbestu liðini hjá HB og Víkingi hittust á ovara vølli í Gundadali. Verjuleikarin var fyrstur á bóltin- um eftir hornaspark, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Svenn Fuglø Jacobsen úr HB gjørdi uppgávuna hjá liðfeløgunum væl torførari, tá hann varð útvístur miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ein Víkingur sá eisini reytt í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Við sigrinum er HB nú tvey stig aftanfyri oddaliðið. Víkingur er á áttanda plássinum við 21 stigum. FC Hoyvík rennur aftaná FC tryggjaði sær eisini trý stig um vikuskiftið. Á heimavølli vunnu hoyvíkingar 4-2 á MB. Heimaliðið legði bragdliga fyri og hevði fult tamarhald á dystinum undan hvíldini. Tummas Hans Rubeksen, Sigurð Carlsson, Heini í Skorini og Jóhan V. Gunnarsson vóru á blettinum fyri FC Hoyvík, og lunnar vóru lagdar undir stórsigur. Men støðan broyttist í seinna hálvleiki. MB skoraði tvær ferðir, men hóttu ongantíð leiðsluna hjá heima- liðnum. Eisini hóast, at Jón Brekku, leikandi venjari hjá hoyvíkingum, varð útvístur. FC Hoyvík rennur framvegis aftaná oddaliðunum, meðan MB líkist meira og meira einum niðurflytara. B71 kann toga seg fremst B68 – VB/Sumba 4-3 (2-2) 1-0: Jonleif Højgaard 2-0: Jonleif Højgaard 2-1: Pól Thorsteinsson 2-2: Nenad Zivanovic 3-2: Jónreid Dalheim 3-3: Nenad Zivanovic 4-3: André Olsen TB – Skála 2-1 (1-1) 0-1: 1-1: Gilli Sørensen 2-1: Gunleif Olsen HB – Víkingur 1-0 (0-0) 1-0: Jákup Slættalíð FC Hoyvík – MB 4-2 (4-0) 1-0: Tummas Hans Rubeksen 2-0: Sigurð Carlsson 3-0: Heini í Skorini, brotsspark 4-0: Jóhan V. Gunnarsson 4-1: 4-2: Jack Johansen, brotsspark B71 kann leggja seg ájavnt í stigum við VB/Sumba á fremsta plássinum, um teir vinna á NSÍ í kvøld Savnsmynd Chelsea tók fyrsta steypið Tað gjørdist ein bæði spennandi og undirhaldandi dystur, tá meistararnir frá Manchester United og steypavinnararnir úr Chelsea hittust í Community Shield-dystinum á Wembley í gár. Manchester United byrjaði best og hevði stóra yvirvág fyrstu 20 minuttirnar. Teir komu eisini á odda við máli, sum portugisiski Nani skoraði frá 20 metra fjarstøðu. Cech sá kortini ikki heilt lítaleysur út í støðuni. Í seinna hálvleiki var Chelsea nógv betri við, og í 52. minutti eydnaðist at javna, tá Carvalho tveitti seg fram og stútaði bóltin í netið. 2-1 leiðslan til Chelsea var rættiliga kontroversiel. Ballack gjørdi eitt týðiligt fríspark móti Evra, men dómarin lat fyrimunsregluna galda. Manchester misti tó bóltin sum varð skotin fram til Drogba, sum dróg seg frá verjuni og spældi Lampard púra frían. Skotið rakti stongina og endaði innan fyri strikuna, áðrenn bólturin snúraði út aftur. Í eykatíðini fekk Rooney tó javnað frá tí, sum tóktist einari off-side støðu. Brotssparkskappingina vann Chelsea sannførandi. Lampard, Ballack, Drogba og Kalou skoraðu fyri Chelsea, meðan Carrick skoraði einasta brotssparkið hjá meistarunum. Giggs og Evra skutu elendig brotsspørk, sum Cech lættliga tók.