Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 37 Talan var um stórsigur til føroyska Sambandsflokkin, tá fótbóltsdystur var millum Sambandsflokkin og danska systurflokkin, Venstre, leygardagin FÓTBÓLTUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Myndir: Ólavur Fredriksen At tveir fyrrverandi landsliðsleikarar vóru á føroyska sambandsliðnum gjørdi kanska munin, tá Sam bands­ flokkurin í gjár hølvaði Venstre av. Dysturin endaði 5­2 til Sam­ bands flokkin. Kaj Leo Johannesen, løgmaður og fyrrverandi lands­ liðsmálmaður, skeyt tvey av málunum. Millum leikararnar hjá Sam­ bandsflokkinum var eisini Gunnar Mohr, fyrrverandi landsliðsleikari og HB´ari. Forsætisráðharrin sjálvur, Lars Løkke Rasmussen, var við á liðnum hjá Venstre har hann eisini var liðformaður. Sambandið hølv­ aði Venstre av Kaj Leo Johannesen, núverandi løgmaður og fyrrverandi landsliðsleikari, gjørdi tvey mál í móti Venstre leygardagin Apoel Nicosia møtir FCK Eftir at hava vitjað í Føroyum og sent EB/Streym úr Champions League undankappingini, skal Apoel Nicosia aftur til danska kongaríki, tí 18. ella 19. august skal liðið spæla í móti danska liðnum FCK. FC Keypmannahavn kundi annars møta bæði Olympiakos og Levski Sofia, men fekk í staðin kypriotisku meistararnar, sum ikki høvdu nakran trupulleika við at basa EB/ Streymi, tí tilsamans gjørdist úrslitið í teimum báðum dystunum 5­0. Beckham skal til Europa So greiður er boðskapurin frá landsliðsvenjaranum Fabio Capello, um David Beckham ynskir at vera partur av enska landsliðnum í HM­endaspælinum næsta ár. – Beckham veit væl, at um hann ikki kemur aftur til Europa og eina størri deild í desember, so hevur hann ongan kjans at koma við til HM, sigur Capello við Reuters.