Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 149 - 10. august 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikudagin 12. august fyllir Hensar Ellingsgaard fyrr­ verandi landsskúlastjóri og deildarleiðari 75 ár. Hensar er føddur á Eiði í 1934. Foreldur hansara vóru Hans J. Ellingsgaard, trúðboðari av Eiði og Kathrina f. Davidsen úr Tjørnuvík. Hensar er giftur við Gretu Ellingsgaard f. Sørensen, fyrrverandi lær­ ara, og eiga tey tríggjar døtur. Kirstin, ið býr í Kaldbak, Birgittu, ið býr í Keypmannahavn og Helgu, ið býr í Sveis. Aftan á barnaskúlan á Eiði fór Hensar til skips og arbeiddi annars fyrifallandi arbeiði í heimbygdini. Í 1952­1953 var hann næm­ ingur á Føroya Fólka­ háskúla. Í 1954 fór Hensar á Føroya Læraraskúla og tók prógv sum lærari í 1958. Hensar fekk sama ár starv sum einalærari á Viðareiði. Har starvaðist hann í 6 ár, til hann í 1964 flutti vestur til Sørvágs, har hann í 1965 varð settur sum fyrstilærari og seinni sum skúlastjóri. Hetta starv røkti hann til 1981, tá hann flutti til Havn ar at arbeiða sum náms fulltrúi á Lands skúla­ fyrisitingini. Sum lærari og skúlastjóri í Sørvágs skúla røkti Hensar mong onnur álitisstørv í Vágum. Her skulu bert nevn ast nøkur. Í 16 ár var hann urguleikari í Sørvágs kirkju, orkesturleiðari hjá Sørvágs Tónleikarfelag í mong ár, barnaverndarlimur og náttúrufriðingarlimur, skótaleiðari í Sørvági og eitt skifti skótaovasti fyri allar Føroyar.Hensar var saman við øðrum við til at leggja til rættis roknibóka­ røð fyri 1.–7.skúlaár. Har­ aftrat hevur Hensar eisini roynt seg sum týðari av bók um, ið nýttar verða í føroyska fólkaskúlanum. Fyrstu ferð, eg hitti Hensar, var, tá eg sum lær­ araskúlanæmingur í 1970 var í starvspraktikk í Sør­ vágs skúla. Eg hevði bæði Gretu og Hensar sum praktikklærarar, og væl havi eg allarhelst trivist, tí árið eftir, í 1971 og fram til 1981, í góð 10 ár komu vit at starvast saman . Hann sum skúlastjóri og eg sum lærari og varaskúlastjóri. Grannar vóru vit eisini, so vit hittust ikki bert í skúl­ anum, men eisini í frítíðini saman við konum og børn­ um. Hetta vóru góð og lærurík ár, sum vit minnast við gleði og takksemi. Fyri mær og mongum øðrum ung um lærarum, sum starv­ aðust saman við Hensari, var hann mangan góður í ráðum. Góðsliga sinnalagið, lætta og skemtiliga lyndið og ikki minst hjálpsemið og vinarlagið var eitt eyðkenni fyri Hensar. Men hann var held ur ikki bangin fyri at tosa við stórum bókstavum, tá á stóð. Tí var eisini stórur saknur í honum, tá hann valdi nýggjar avbjóðingar í Havn. Hensar fekk, sum áður sagt, starv sum undir vís­ ingarleiðari á Lands skúla­ fyrisitingini. Fimm ár seinni, í 1986, varð hann settur sum Landsskúlastjóri á sama stovni. Tá hesin stovnur í 1998 varð um ­ skipaður til tað, vit í dag kalla Mentamálaráðið, varð Hensar settur sum deild­ arleiðari fyri fólkaskúlan í hesum ráði. Hetta starv røkti hann til 2001, ta hann vegna aldur segði starvið frá sær. Sum sæst hevur Hensar staðið á odda í føroyska skúlaverkinum í eini so stórari broytingartíð sum ongantíð áður. Hetta hevur eisini kravt sín mann. Onki er at ivast í, at Hensar, sum ovasti leiðari fyri føroyska fólkaskúlan, hevur verið við til at tikið avgerðir,sum koma at hava avleiðingar og seta sín dám á ger and­ isdagin í tí føroyska fólka­ skúlanum langt fram í tíð­ ina, og kenni eg Hensar rætt, so hava hesar avgerðir ikki verið tiknar eftir einum degi, men aftaná einari væl gjøgnumarbeiddari arbeiðs­ ætlan, sum hevur vart bæði dagar og nætur. Ikki altíð populerar avgerðir, men av ­ gerðir, sum skuldu takast. Hetta slítur upp á øll menniskju, og mong vóru vit, sum ynsktu tær títt væl uppiborna otium, tá tú á samkomu í 2001 valdi at leggja frá tær vegna aldur. Men tiverri vardi tað alt ov stutt. Tú varð raktur av herviligari sjúku, sum tú enn stríðist við, men við góðari hjálp frá Gretu, hev­ ur tú megnað at lært teg at liva við sjúkuni. Hjartaliga til lukku á 75 ára degnum við bestu ynskj­ um um blíðan byr í komandi árum. tr Føðingardagin er Hensar staddur á Tjarnagarði, har dagurin verður hildin mill­ u m kl. 15.00­17.30 fyri familju, vinum og kenn­ ing um. Hensar Ellingsgaard 75 ár Í ár eru 60 ár liðin, síðani teir fyrstu matematisku studentarnir blivu lidnir á Studentaskeiði Føroya Løgtings. Sunnudagin tann 2. august í ár var borðhald á Hotel Føroyum fyri teimum studentunum, sum blivu lidnir í 1949. Tað blivu 19 pisur klæktar í 1949, 9 málsligir og 10 matematiskir. Við á borðhaldinum vóru átta av hesum studentunum, sjey vóru uttanlands ella fingu ikki komið. Fýra eru ikki á lívi longur. Á myndini síggjast í aftasta rað frá vinstru: Hans Nolsøe (málsligur), Haldor Christiansen (matematiskur), Ólavur Hátún (málsligur), Kristoffur Thomassen (málsligur), Páll Mikkelsen (matematiskur), Ditlev Hammer (málsligur). Í fremra rað frá vinstru: Ásla Weihe, fødd Arge, (matematiskur) og Hanne­Lisa Falk, fødd Jensen, (matematiskur). Tey sum ikki vóru við eru: Gunnvør Garred, fødd Hansen, (matematiskur), Linjon Jacobsen (matematiskur), Arne Jacobsen (matematiskur), Karin Lützen (málsligur), Elisabeth Eriksen, fødd Danielsen, (málsligur), Hella Arge (málsligur), Kirstin Olsen (málsligur). Hesi eru ikki á lívi longur: Per Mohr (matematiskur), Olávus Danielsen (matematiskur), Fritjof úr Skúvoy (matematiskur), Jørgrim Joensen Næs (Chips) (málsligur). Studentar hittust eftir seksti ár