Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 10. august 2009 43 Tað er altíð hart at hoyra tá vinir frá ungdóms­ árunum doyggja. Tá minnast vit tað gamla orðið, at einki er so vist sum deyðin, men einki so óvist sum deyða stund­ in. Svend Auken og eg komu at kennast tey árini vit lósu á universi tet inum í Århus. Hann kom nakað seinni enn eg, men vit vóru so fá, sum tá lósu stjórnmála frøði, at vit øll komu saman. Samstarvið okkara millum beginti tó ikki so væl. Vit lesandi høvdu gjørt okkara egna felag, har eg var komin í nevnd­ ina og var blivin skrivari. Vit skipaðu fyri einari ferð til Berlin, og vit fingu avtalu um ein fund við yvirborg meistaran. Hann æt Willy Brandt, og hevði beint verið í Amerika og har havt fund við forsetan John F. Kennedy. Svend kom ikki til Århus fyrr enn ein mánað eftir at lestrar­ árið beginti. Hann hoyrdi um hesa ferð og vildi eisini koma við, men tá var longu gjørt av hvørji 25 skuldu sleppa, so hóast hann bønaði og bað meg um at taka seg við eisini, bar tað ikki til. Hann kom so at heilsa fleiri ferðir seinni upp á Willy Brandt, so skaðin var ikki so stórur, men tað kundi hvørki hann ella eg vita tá. Hann var eitt flogvit, og var ein altíð góður at vera saman við. Einaferð fekk eg høvi til at heilsa upp á familju hansara, og tað var ein løgin søga. Eins og í dag vóru pengar ikki nógvir millum studentar tá í tíðini. Ein dagin lænti hann 10 krónur frá mær, og hvørja ferð eg spurdi eftir teimum, lovaði hann at geva mær tær aftur. Einaferð vit vóru staddir í Keyp manna­ havn bað hann meg koma heim til sín eftir pengunum. Tey vóru øll bæði blíð og týð. Mamma hansara var tó ikki heima. Hon hevði verið nógv frammi í fjøl­ miðlunum, tí hon var eins og faðirin lækni og hevði skrivað ritgerð um seksuella atburðin hjá ungum kvinnum. Tey vóru mikið blíð, bæði faðir hansara og tey fýra systkini. Eg fekk tó onga tíggjukrónuna har, men hann bað meg koma við sær til eini onn ur hús, har ein vin­ kona hans ara búði. Hetta var onkra staðni á Carls­ berg verk smiðjuni, og hann bað hana geva mær peng arnar, og tað eru so fyrstu peng ar, eg fekk frá Carls berggrunninum, alt Svend fyri at takka. Tá eg seinni ferðaðist um Keypmannahavn, ringdi eg viðhvørt til hans ara, og eina ferð møtt ust vit á Christians­ borg og fóru á Skarv aftaná. Hann var sera bils in av at uppliva eitt slíkt vertshús í Keyp­ manna havn. Hann visti um italsk og griksk verts hús í býnum, men at tað eisini var eitt før­ oyskt, hevði hann als einki hoyrt um. Hann var ikki av før­ oyskari ætt, men við giftu hevði familja hans­ ara eitt sindur við Niels Finsen at gera, og mor­ bróðir hans ara hevði verið lækni í Føroyum og skrivað eina doktararitgerð um psoriasis út frá før oyskum tilfari. Hann vónaði at koma til Føroya at vitja sum politikari, men tað gekk illa. Tá hann so endiliga kom higar var tað sum fylgisneyti hjá konu síni Bettinu Helt berg. Mamma hennara kendi William Heinesen, og tá hann fylti níti, sendi Politiken Bettinu til Føroyar at skriva um føðingardagin, og tey vóru bæði við í kyndlagonguni Williami til heiðurs. Hann var avbera glaður fyri at vera her, sjálvt um januar ikki er besta ferða manna tíðin. Síðani hava okkara leiðir ikki borið saman, men vit hava skift brøv, og eg hoyrdi eina samrøðu við hann á Rás 2. Tá tóktist hann birgur, sjálvt um hann hevði viðurkent alment, at hann hevði fingið krabbamein í bløðruhálskertilin, og at eingin vón var um bata. Hann leit deyðan beint í eyguni og ræddist ikki. Slíkir menn hava virðing uppiborna. Zakarias Wang Svend Auken Minningarorð um Petur Paula Petersen 06.08.69 – 29.04.2009 Hin 29. apríl komu tey feigdarboð, at javnaldurin og fróðarmaðurin, Petur Pauli Petersen, hevði verið fyri tí vanlagnu at doyggja í einari arbeiðsvanlukku í Dan mark. Tá ið ein fær slík boð, stendur heimurin stillur, og øll meining hvørvur. Lívsins lýti nema ein innast í sálina, og ein tungur tankaburður tekur við. Minnini verða sett í gongd, og fram trína allar tær góðu løtur nar saman við Peturi. Tankarnar fara til teirra, ið eftir sita. Tey, ið hvønn dag skulu merkja longsulin, tregan og pínuna, ið stendst av slíkum hóttafalli. Petur var altíð eitt lívsstykki. Ein fróðarmaður, ið altíð visti frá onkrum stuttligum at siga frá. Har, sum Petur var, var lívligt og stuttligt at vera. Sum piltur hevði hann eina smittandi framferð, ið ikki var til at koma uttanum. Hann var ágrýtin, raskur og altíð í góðum lag. Henda eginleikan bar Petur við sær alt lívið. Hóast vit nú eru í árinum, har vit øll fylla 40 ár, og hóast dagar her millum okkum ikki gjørdust so drúgvir, so høvdu teir ein ovurstóran týdning fyri, at vit hava ment okkum til tey, vit eru í dag. Vit verða uppald á trimum pallum. Ein uppaling fer fram heima. Har fekk Petur nógv gott. Pápin er fród ligur maður, og mamman rólig. Teir tríggir beiggjarnir og systirin og Petur vóru sum systkin eiga at vera; viðhvørt klandraðust tey og viðhvørt ikki, men alt endaði tó altíð í sátt og semju. Altíð var hann fúsur at taka ein hond við í arbeiðinum fyri at lætta um hjá foreldrunum. Saman við Beintu fekk Petur fitta sonin Bóga, sum hann elskaði yvir alt her á jørð. Hann kendi seg heilan saman við Boga. Onnur uppalingin fer fram millum floksfelagar. Petur var ikki lættur at vera óvinur við. Hann hevði tað í sær, sum so fá hava, at hann ikki læt nakran ganga leingi og bera agg til nakran. Hann var eitt so sinnisliga opið og lívligt menniskja, at hann kundi tosa við øll, sama um hann kendi tey ella ikki. Hann segði tað, sum hann meinti, og væl dámdi honum at kjakast um alt millum himmal og jørð. Oftani gekk kjakið hart fyri seg. Tá ið vit plagdu at kjakast í Meginskúlanum um, hvørjir sjómenn vóru teir betru: sandingar, skopuningar, skálavíkingar, húsavíkingar ella dalbingar, visti hann altíð eina góða søgu um onkran raskan sjómann antin úr Skopun, haðani mamm an er ættað, ella av Sandi, haðani pápin er ætt aður. Triði pallurin, har uppalingin fer fram, er millum vinir. Petur hevði nógvar vinir. Teir vinirnir, sum hann hevði, vóru vinir hansara fyri lívið. Hann visti altíð, hvar ið øll vóru stødd, og hann gav sær altíð stundir at práta og spyrja um hvussu og hvat. Hesir tríggir pallarnir, har vit verða uppald, er tað, sum ger okkum til tann, ið vit eru. Petur hevur havt sín stóra leiklut á hesum pallum, og eru vit serstakliga takksom fyri at hava kent Petur sum okkara kæra skúlafelaga og vin. Petur legði doyðin á, at bera hesar tríggjar pallarnar við sær og føra teir víðari til sonin. Sorg og gleði saman fylgjast søtt og beiskt er bland mær lutast, blandað mær í lívsins skál, slíkt er alt mítt ævimál. Kingo J. Dahl týddi Friður og fríðir tankar fylgi minninum um okkara kæra vin Petur Paula Petersen. Floksfelagarnir í Sandoyar Meginskúla Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Mourits A. Joensen andaðist og varð fylgdur til sín seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á B6, Nærverkinum og til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Familjunnar vegna Helena, Jens Pauli, Hannemia og Solina 01020 ferðaseðil frá Atlantsflog 01155 ferðaseðil frá Atlantsflog 01217 vikuskifti fyri tvey og døgurði á Hotel Tórshavn Lutaseðil hjá Miðlahúsinum á ólavsøku