Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 150 - 11. august 2009 Fyri fyrstu ferð í 23 ár verður ein lista­­fra­­m­sýning við m­álningum­ hjá Steffa­­ni Da­­nielsen. 17 m­álninga­­r verða­­ sýndir fra­­m­ á ova­­­ stevnu í ba­­rna­­ga­­rð­ inum­ Látrinum­ OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Seytjanda árið á rað halda nólsoyingar ovastevnu komandi vikuskifti. Stevnan hevur voksið seg stóra og umfatandi, og telist nú millum føstu stevnurnar í Føroyum. Og í ár verður gjørt nakað serligt burtur úr, eisini í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hátíðarheldur 100 árið sum fólkavald kommuna. Og í tí sambandi er eitt samstarv fingið í lag millum kommununa og ovastevnunevndina. - Vit hava í felag stálpað eina framsýning av máln- ingum hjá Steffan Danielsen upp á beinini. Tað er Kinna Poulsen, sum hevur valt 17 málningarnar út millum fleiri tíggjutals málningar, sum Emil Juul Thomsen eigur, sigur Guðrun Hansen, sum stendur fyri fram- sýningini. Framsýningin verður í hølunum hjá barnagarðinum Látrinum, sum eru sera væl egnað til endamálið. - Tað verður ein filmur av Steffan Danielsen vístur non- stop, meðan framsýningin er opin, frá 15 til 20 leygardagin og sunnudagin. Og leygar- dagin klokkan 16 fer Kinna Poulsen at hava eina framløgu av nýggju bókini, sum hon hevur skrivað um Steffan Danielsen og hansara máln- ingalist, og sum kemur út einaferð í september, sigur Guðrun Hansen. Meðan framsýningin er opin ber eisini til at keypa kaffi ella te, umframt køkur. Atgongumerki kosta 50 krónur fyri vaksin, meðan børn sleppa inn ókeypis. Gera nógv burtur úr Sum vanligt verður stevnan sett klokkan 14 undir Mikkjalsveggi, og í ár verður tað Anfinn Brekk- stein, býráðslimur, sum setur stevnuna. Nógv av tiltøkunum eru afturvendandi, so sum svimjingin um Nólsoyar- fjørð. Hendan byrjar klokk- an 12 yviri við Strond. Men tað ber eisini til at svimja ein styttri tein, túsund metrar, hjá teimum, sum ikki hætta sær alla fjørðin. Dansur verður í ár bert leygarkvøld, og tá verða tað Jens Marni Hansen og Terji Rasmussen, ið skipa fyri. Royndarhúsið verður annars karmur um tiltiknu kabarettina, sum nú á 16. ári verður framførd í sam- bandi við ovastevnu. Eisini verðður dansur í Royndar- húsinum leygarkvøldið við Anfinn & Co. Felagssangurin verður sum vant undir Mikkjals- veggi klokkan 23, og tað verður endað við fýrverki eins og undanfarin ár. Fríggjakvøldið verður tjaldið á keiini opið, har matur og drekka verður til keyps. Eitt harmonikulið fer at spæla hugnatónleik. Annars verður tivoli sum vanligt við tombola, fiski- brunni og skjótibanum. - Eitt annað tiltak, sum vísir seg at vera ógvuliga væl dámt, er loppumarkn- aðurin. Hann verður í Av- haldshúsinum, og vit hava upplivað undanfarin ár, at fólk hava staðið í bíðirøð, til hann letur upp, sigur Unn Perdomo, forkvinna í ovastevnunevndini. Hon er eisini systurdóttir Ova Joensen, sála. Okkurt nýtt Men tað verður ikki bara tað sama gamla á ovastevnu í ár. Talan verður eisini um nýggj tiltøk. - Vit hava fingið ein risa- stóran bólt, sum fólk kunnu fara inn í og síðani verða tey rulla aftur og fram. Tað verður sagt at vera ómeta- liga stuttligt, sigur Unn Perdomo. Nakað annað, sum eisini er nýtt á stevnuni hesaferð, er klintring. - Vit hava gjørt okkum út við trygdargóðkendari út- gerð. Lína verður bundin í einar selar, sum klintrararnir verða lætnir í, og hendan gongur um eina talju í erva, og so halda vit eftir. Línan er av serligum slag sum absorberar rykkið, sum verð- ur í, skuldi onkur klintrari snávað, sigur Jógvan Thom- sen, sum saman Ámundi Nolsø standa fyri hesum partinum av ovastevnuni. Klintringin er ætlað børnum, og dentur verður lagdur á trygdina. Eitt nú verða luttakarar lætnir í hjálm, tá teir fara at klintra. Eisini er ætlanin at spenna upp ein rennistrong av Eiðinum og yvir móti Royndarhúsinum, men tað er eitt sindur óvist enn, hvussu tað verður við tí. - Rennistrongurin er keyptur, men hann liggur í løtuni á havnarlagnum í Scrabster. So tað er eitt sindur óvist, um vit náa at fáa hann heim áðrenn stevn- una, sigur Unn Perdomo. Trygdin í hásæti Sum øllum kunnugt endar stóra regattasiglingin hjá Hósvíkar Róðrarfelag í Nólsoy leygardag á ova- stevnu. Tí eru serliga nógv fólk við havnarlagið í bygd- ini um kvøldið og náttina. - Tað er eitt krav, at bátar- nir hava trygdarnet. Men hartil hava vit eisini fingið vaktir frá H71 at ganga á keiøkinum og har, tiltøkini eru. Vaktir verða sjálvandi eisini í tjaldinum á keiini og í dansinum leygarkvøldið, sigur Unn Perdomo. Nevndin hevur eisini ver- ið í samband við løgregluna og Brandstøðina, so har verður bæði løgregla og brandmenn til staðar í Nólsoy um vikuskiftið. - Samarittar verða eisini til staðar á stevnuni, og øll fara at hava basis støð á gamla flakavirkinum. Vit fara eisini at býta út kort við øllum týðandi telefon- nummørum hjá ábyrgdar- persónum til øll trygdar- fólkini, so tey eisini vita, hvar tey skulu venda sær, um okkurt er áfatt, sigur Unn Perdomo. Afrat øllum hesum trygd- artiltøkunum fer bjargingar- báturin LÍV at liggja úti í Nólsoy leygardagin og – náttina. So tað verður ikki bert nógv hjá fólki at fara til á ovastevnu, tey kunnu eisini kenna seg rættiliga trygg í Nólsoy komandi vikuskifti. Lýst verður í bløðunum, nær ymsu tiltøkini eru opin. Steffan Danielsen á ovastevnu Tað verður gjørt eyka nógv burtur úr ovastevnu í ár – eisini í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hátíðarheldur 100 árið sum fólkavald kommuna Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldið á keiini verður karmur um hugnakvøld við harmonikutónleiki Mynd: Álvur Haraldsen Aung San Suu Kyi dømd Ein dómstólur í Myanmar hevur dømt andstøðuleiðaran, Aung San Suu Kyi, húsavarðhald í 18 mÁnaðir. Ein embætismaður sigur, at Aung San Suu Kyi er revsað fyri at hava brotið landsins lógir við at loyva einum amerikonskum manni at vitja seg, hóast hon var í húsavarðhaldi. Politiskir eygleiðarar siga, at grundgevingin er meiningsleys, og at dómurin bara hevur til endamáls at forða fyri, at tann væl umtókti andstøðuleiðarin skal stilla upp til valið næsta ár. Amerikanarin, sum ónboðin fór at vitja Aung San Suu Kyi, hevur fingið sjey ára fongsul. Jarðskjálvti í Japan Ein jarðskjálvti, sum var 6,5 á Richterstiganum, fekk í nátt fleiri háhús í japanska høvuðsstaðnum Tokyo at sveiggja, og rivur komu í fleiri vegir. Myndugleikarnir siga, at umleið 80 fólk fingu skaða. Miðdepilin í skjálvtanum var undir havbotninum úti í Kyrrahavinum, og eitt skifti bóru myndugleikarnir ótta fyri flóðaldu. Men hon kom ikki. Jarðskjálvtin var so mikið harður, at myndugleikarnir gjørdu av steingja tvey kjarnorkuverk, tí teir stúrdu fyri, at geiðslavirknum leka. Men ein kanning seinni vísti, at alt var, sum tað átti at vera, skrivar Reuters.