Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 150 - 11. august 2009 Tað er mangt sum bendir á, at stóra afturgongdin í búskap­ inum kring heimin er um at venda til framgongd. Tøl, kunngjørd í vikuni eru rættiliga positiv BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Størsta hendingin í seinastu viku var, tá arbeiðsmarkn­ aðartølini úr Amerika vórðu kunngjørd. Ein lækking á 325.000 arbeiðspláss var væntað, men kunngjørdu tølini vístu eina afturgongd á 247.000 arbeiðspláss, tá landbúnaðurin ikki er íroknaður. Samstundis lækkaði arbeiðsloysið úr 9,5% niður í 9,4%, og hetta er fyrstu ferð, at arbeiðsloysið í USA lækkar síðani apríl 2008. Men hóast arbeiðsloysið lækkaði í juli verður vænt­ að, at arbeiðsloysið fram­ haldandi fer at vaksa. Kunngjørdu tølini við­ førdu, at partabrøvini hækk­ aðu fríggjadagin, samstund­ is sum marknaðarrentan hækkaði, nú útlitini eru vorðin bjartari. Seinasta vikan byrjaði eis­ ini við positivum tíðindum úr USA. ISM vísitalið fyri framleiðslugeiran varð kunn­ gjørt, og her var væntað ein hækking úr 44,8 upp í 46,5, men hækkingin gjørdist heilt upp í 49,9 fyri juli. Talið er tó framvegis und­ ir 50 og tað merkir, at talan enn er um afturgongd í USA. Væntað verður tó, at vísitalið fyri framleiðslu­ geiran fer at kvinka upp um 50 einaferð seinni í summar, og tað verður tá eitt tekin um, at búskapurin vendir frá afturgongd til fram­ gongd. Eisini PMI vísitølini fyri fleiri europeisk lond vístu framgongd, samstundis sum positiv tíðindi eru at frætta fyri bilasølu og byggivirksemi. Rentufundir Tøl fyri, hvussu nógv sethús eru í gongd við at verða seld, tað sonevnda Pending Home Sales, vórðu kunngjørd seinasta týsdag. Tey vístu eina framgongd á 3,6% frá mai til juni. Hetta stuðlar sjálvandi undir postivu gongdina á ameri­ kanska sethúsamarknaðin­ um, sum hevur verið sein­ astu tíðina. Nýggjastu tølini frá dan­ ska tjóðbankannum vísa, at gjaldoyragoymslan fram­ haldandi hækkar. Gjald­ oyragoymslan var í juli 336,4 milliardir krónur, og av tí, at goymslan er so høg eru útlit fyri, at leiðandi danska rentan fer at lækka enn meira, hóast ein tíð kan ganga, áðrenn tað hendir. Sum væntað broyttist leiðandi rentan hjá ECB ikki hósdagin eftir rentufundin hjá europeiska miðbank­ anum. REFI, sum er heitið á leiðandi stýringsrentuni í evrulondum, er framvegis 1%, meðan leiðandi danska útlánsrentan, REPO, fram­ vegis er 1,55%. Eisini Bank of England hevði rentufund hósdagin. Her tók enski tjóðbankin øll á bóli, ikki við at broyta rentuna, men við at kunn­ gera, at bankin fer at víðka keypiætlanina av virðis­ brøvum við 50 milliardum pundum til íalt 175 milli­ ardir pund. Hetta gjørdi, at renturnar á bretskum statslánsbrøvum fullu, samstundis sum bret­ ska gjaldoyrað viknaði. Kelda: Føroya Banki Afturgongdin steðgað PMI: Spyrjirunda, har mett veðrur um útlitini hjá stórum fyritøkum í Europa. Er vísitalið størri enn 50 væntast búskaparlig framgongd, er tað undir, væntast afturgongd. ISM: Spyrjirunda, har mett verður um útlitini hjá stórum fyritøkum í USA. Er vísitalið størri enn 50 væntast búskap­ arlig framgongd, er tað undir, væntast afturgongd. FAKTA Sethúsasølan í USA hækkaði 3,6% frá mai til juni í ár og tað ber boð um, at komið er á botn í kreppuni, sum spakuliga er við at venda Húsa­ eigarar stríðast við skuld Fallandi húsaprísir fara at føra milliónir av amerikanskum húsaeigarum út í tekniskan insolvens áðrenn 2011 BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fallandi húsaprísir fara at føra milliónir av amerikanskum húsa­ eigarum út í tekniskan insolvens áðrenn 2011. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Deutsche Bank hevur gjørt. Sambært frágreið­ ingini vórðu umleið 14 milliónir húsaeigarar skuldarbundnir fyrsta ársfjórðing í 2009, um teir høvdu selt húsini til marknaðarprís. Tað talið fer at økjast til 25 milliónir áðrenn fyrsta ársfjórðing 2011, og tað svarar til útvið helmingin av øllum húsaeigarum í USA, skrivar húsaheimasíð­ an, propertywire.com. Støðið av tekniskum insolvensi er tengt at hvat slag av láni, við­ komandi hevur, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Deutsche Bank. Tað eru serliga so­ nevndu subprime­lán­ ini, ið vórðu nógv nýtt beint undan fíggjar­ kreppan byrjaði, ið gevur húsaeigarunum reyð tøl á botnlinjuni, skrivar boersen.dk. Uppsagnir hjá Danske Bank Danske Bank hevur gjørt av at skerja rakstrarýtreiðslurnar við at miðsavna ráðgevingarvirksemið. Tað merkir, at bankin fær ikki brúk fyri øllum sínum ráðgevum longur, og tí verða 175 starvsfólk í bankanum verða søgd úr starvi. Harafturat verða 48 færri starvsfólk í Realkredit Danmark. Annars hevur Danske Bank júst almannakunngjørt úrslitið fyri fyrra hálvár í ár. Tað vísti knappar 2,4 milliardir krónur í avlopi fyri skatt. Tað var minni, enn marknaðurin hevði væntað. Metingin var góðar 2,7 milliardir krónur. Bjarnir á flogi Í síðstu viku vóru tvey russisk bumbuflogfør inni í íslend­ skum loftøki. Talan var um tvey flogfør av slagnum TU­95 ella tvær sokallaðar Bjarnir. Morgunblaðið skrivar, at flog­ førini komu inn í íslendskt øki í landnyrðing úr landinum. Haðáni flugu tey suður við Eysturlandinum, áðrenn tey settu kós frá landi ímóti føroyskum øki. Tá flogførini vóru næst Íslandi, vóru tey 50 fjórðingar úr landi. Sambært Morgun­ blaðnum gjørdu tey russisku flogførini ikki vart við seg, men íslendsku flogferðslumyndugleikarnir kunnaðu ta sivilu flogferðuna um tey, og hvar tey vóru stødd.