týsdagur 11. august 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 150 - 11. august 2009
Kanningarnar fyri
CTD verða eftir øllum
at døma skotnar í
gongd um einar tvær
vikur. Tað metir
Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður,
sum á fundi í morgun
legði uppskotið fyri
landsstýrið. Øll,
sum ynskja tað, fáa
møguleika at verða
kannað
CTD
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
- Málið hevur verið fyri á
landstýrisfundi í morgun,
og har var tann leisturin,
sum eg, saman við Heilsu-
málaráðnum og avvarandi
stovnum og læknum, havi
lagt, samtyktur av øllum,
sigur Aksel V. Johannesen.
PKU og familja
PKU kortini hjá øllum
føroyingum fødd eftir 1986
eru skrásett hjá Statens
Serums Institut. Og tey
verða nú kannað. Øll, sum
hava sjúkueyðkenni ella
ættarbond út í 3. lið hjá
onkrum, sum er sjúkur,
verða
eisini
kannað
ókeypis.
Øll onnur fáa eisini tilboð
um kanning, men hetta
verður møguliga gjørt við
einum brúkaragjaldi.
Ætlanin er eisini at gera
eina klinisk-genetiska veg-
leiðing her í Føroyum. Um-
framt
skal
eisini
ein
kanningarskrivstova gerast
til at umsita tær kanningar,
sum verða gjørdar.
- Landsstýrið hevur tikið
avgerð um, at eg og Heilsu-
málaráðið skulu venda okk-
um beinleiðis til Fíggjar-
málaráðið og har fáa teir
pengarnar til vega, sum tað
fer at kosta. Tað framgongur
av tí uppritinum, sum er
lagt fyri landsstýrið í dag,
hvat tað kemur at kosta á
leið.
Aksel V. Johannesen metir,
at á núverandi og komandi
fíggjarári fer hetta helst at
kosta beint yvir 4 milliónir.
Læknavísundin
mælir til
- Tað hevur stóran týdning
at vit gera tað, sum lækna-
vísundin mælir til. Og mælt
verður til, at man fyrst ger
eina kanning av hvussu
innihaldið er av carnetini í
blóðinum.
Tað
er
ein
blóðroynd og ikki ein gen-
kanning. Hesar blóðkann-
ingarnar kunnu ikki gerast í
Føroyum, tí verða tær gjørd-
ar uttanlands, helst í Dan-
mark, møguliga í Týsklandi.
Nú arbeiðir Landssjúkra-
húsið við at kanna prísir og
kvalitet uttanlands sigur
Aksel V. Johannesen.
Men tey, sum verða
funnin, og sum verða mett
at hava ov lágt karnetin
innihald í blóðinum, verða
send
víðari
til
gen-
kanningar. Hvar hesar verða
gjørdar er ikki endalig støða
tikin til. Møguliga á Heilsu-
frøðiligu
Starvsstovuni,
møguliga á Landssjúkra-
húsinum og møguliga hjá
føroyska felagnum Amplexa
í Odense. Men enn er ikki
endalig støða tikin til tað.
Støða verður helst tikin til
hetta seinni í vikuni.
Aksel
V.
Johannesen
sigur, at um kanningin kann
gerast í Føroyum til ein
rímiligan penga, so er tað
sjálvandi tað skilabesta.
Kanningar um
fáar vikur
Àðrenn kanningarnar byrja,
ery nøkur ting, sum mugu
koma upp á pláss. Fyri-
reikingarnar til kanning-
arnar eru í gongd, og
avvarandi
myndugleikar
mugu leggja eina strategi
um, hvussu hetta skal fara
fram.
- Vit mugu eisini gera eitt
átak, har vit kunna fólk um
hvar tey kunnu kanna seg,
og fáa tey at fara at kanna
seg. So tað vera kanska
einar tvær vikur inntil
kanningarnar byrja. Tað
hevur tó týdning at vit nú
ikki handla í panikki, men
at vit nú gera tað ordligt, tá
vit fara í gongd, sigur Aksel
V. Johannesen, og leggur
afturat, at tí byrja kann-
ingarnar ikki fyrr enn tað er
púra klárt at fara undir
hetta.
Tað verður ein klinsik-
genetisk vegleiðing, sum
kemur at stýra kanningun-
um, og tað verður helst út
frá landssjúkrahúsinum at
tað verður gjørt.
Tingið ger av
- Vit miðja eftir í dag -ella í
seinasta lagið í morgin- at
fáa eina umbøn um játtan
út í fíggjarmálaráðið, og eg
veit ikki hvussu skjótt teir
klára at viðgera ta umbønina
og fáa hana niðan í tingið,
sigur Aksel V. Johannesen.
- Men í síðsta enda er tað
so løgtingið, sum skal játta
tað, og man veit sjávlandi
ikki hvat løgtingið fer at
siga. Men eg vænti, at teir
fara at vera positivir og játta
neyðuga
peningin,
so
kanningarnar kunnu setast í
verk, heldur landsstýris-
maðurin við Heilsumálum.
CTD kanningar um tvær vikur
Nye danske pengesedler
Snart får Danmark nye pengesedler. Den
første seddel i serien - 50-kronesedlen -
udsendes 11. august. Sedlerne udkommer
løbende frem til 2011. De nye sedler har
motiver af broer og oldtidsfund og inde-
holder nye sikkerhedselementer.
Læs mere i folderen, som fås på posthuse
og i pengeinstitutter, eller på
www.nationalbanken.dk.
Ny 50-kroneseddel
11. august 2009
DANMARKS
NATIONALBANK
Nye danske pengesedler
Ny 50-kroneseddel
11. august 2009
DANMARKS
NATIONALBANK
Nye danske pengesedler
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21
Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður, væntar,
at tað fara at ganga einar
tvær vikur inntil CTD
kanningarnar kunnu fara
í gongd. PKU kortini verða
kannað, eins og øll við
sjúkueyðkennum, og fólk,
sum eru í familju við CTD
sjúklingar verða kannað
ókeypis. Øll onnur kunnu
eisini kannast, men tað fer at
kosta eitt brúkaragjald