Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 150 - 11. august 2009 Fólk eru ov sein at bunkra rúsdrekka upp til høgtíðirnar. – Høvdu fólk komið í betri tíð, kundu vit bjóða eina betri tænastu, parkering og meiri pláss til einstaka kundan, sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rús­ drekkasølu Land   Brúkarin Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Síðsta  dagin  áðrenn  jól,  nýggjár og ólavsøku koma  fólk  kropp  á  kroppi  at  bunkra rúsdrekka. Stjórin á  Rúsini kundi hugsað sær, at  fólk komu at keypa í nógv  betri tíð. - So høvdu vit havt betri  møguleika  fyri  at  bjóða  kundunum  eina  góða  tæn- astu,  sigur  Elsa  Maria  Olsen,  stjóri  í  Rúsdrekka- sølu Landsins.  Sum  myndin  vísir,  stóð  røðin  uttan  fyri  Rúsuna  í  Havn  langt  oman  á  vegin  dagin fyri ólavsøku hin 27.  juli. Hetta var einasti yrka- dagurin millum G!festivalin  og  ólavsøku  har  til  bar  at  fylla  goymslurnar  heima  við hús og hjá loyvishavar- um,  sum  sjálvandi  eisini  hava úr at gera á ólavsøku.  Elsa  Maria  Olsen  sigur,  at  tað vóru fleiri orsøkir til, at  tey  valdu  at  beina  longu  bíðirøðina út um handlin.   - Vit  gjørdu  tað  partvíst  av trygdarávum, og partvíst  fyri  at  kundarnir  inni  í  handlinum skuldu fáa betri  pláss.  Men  eisini  fyri,  at  starvsfólkini skuldu sleppa  framat  at  arbeiða,  sigur  Elsa Maria Olsen.  Hon greiðir frá, at tá trýst- ið  er  so  stórt,  tømast  hill- arnar eisini skjótt og skulu  alla tíðina fyllast upp.  -  Starvsfólkini  fáa  ikki  fylt upp, tá so nógv fólk er  inni. Sum heild verður tæn- astan  betri,  tá  tað  handilin  er  ikki  á  tremur  av  fólki,  sigur Elsa Maria Olsen. Miðalhampasøla At  so  nógv  fólk  vóru  í  Rúsuni hendan síðsta dagin  áðrenn  ólavsøku  merkir  kortini ikki, at talan var um  ein metsøludag.  Dagurin, har mest var selt  í  krónum,  var  hin  21.  desember 2007, tá selt var  fyri uml. 2,9 milliónir krón- ur  áðrenn  mvg  í  øllum  landinum. Til samanbering- ar var sølan hin 27. juli í ár  2,7 milliónir krónur í øllum  landinum. Sum heild liggur  sølan í Havn rættiliga jøvn  síðsta  dagin  upp  til  ólav- søkuna,  við  umleið  1,3  milliónum krónum á hvørj- um ári. Ein stóran dag, sum hann  uppundir ólavsøku, er sølan  rættiliga  jøvn  allan  dagin.  Tó  koma  flest  fólk  beint  eftir  døgurðá  og  aftan  á  arbeiðstíð um fýratíðina, og  tilsamans  avgreiða  tey  í  miðal  360  fólk  um  tíman.  Fólk  keypa  í  miðal  5,5  vørur í part og fyri í miðal  500 kr.  Tálma við at upplýsa Tað, sum fólk keypa mest av  í  litrum  er  sjálvandi  øl  frá  einasta  føroyska  bryggj- aríinum, Føroya Bjór. Veðra- ølið  á  fremstaplássi  og  síðani  Classic.  Sommersby  Apple Cider er sera vælum- tókt,  hóast  tað  er  rættiliga  dýrt.  Tað  kemst  av,  at  tað  verður skattað sum vín. Av  brennivíni er tað framvegis  Smirnoff  Vodka  og  Taffel  Akvavit, sum liggja á odda.  Sum  øllum  kunnugt,  er  ein  av  uppgávunum  hjá  Rúsuni  at  tálma  nýtsluni  við  at  vegleiða  fólki  til  góðar  rúsdrekkavanar.  Hetta sæst eisini aftur á tí,  sum  fólk  keypa.  Hóast  umsetningurin veksur, batn- ar góðskan av tí, sum verður  selt. Hetta merkir, at meiri  verður selt av veikaru sløg- unum, so sum vín og góð- skuøl  í  dag,  í  mun  til  fyri  nøkrum árum síðani. Hetta  kemst millum annað eisini  av, at úrvalið er hækkað úr  umleið 300 upp í 800 sløg  seinastu fáu árini.  - Eg havi valt at økja um  útboðið,  fyri  at  fólk  skulu  kunna velja meiri av góðsku  fram  um  mongd,  tí  alka- holpolitiskt er tað at fegnast  um, at fólk keypa vørur við  minni alkoholi í, sigur Elsa  Maria  Olsen,  sum  leggur  afturat,  at  tálmingin  eisini  liggur  í  ráðgevingini  frá  starvsfólkunum,  sum  mill- um  annað  kunnu  vegleiða  um,  hvussu  til  ber  at  nýta  vørurnar saman við mati.  - Tí  hevur  tað  so  stóran  týdning, at fólk hava pláss  og  tíð  at  fáa  eina  góða  tænastu frá starvsfólkunum,  sum  alla  tíðina  verða  lærd  at  ráðgeva  kundunum  um  vørur  okkara,  sigur  Elsa  Maria Olsen. So, um tú vilt hava góða  tænasta, ráðgeving og pláss,  skalt  tú  fara  at  bunkra  nakrar  dagar  áðrenn  høg- tíðina og ikki í síðstu løtu.  Rúsdrekkabunkring til tíðina Hóast umsetningurin hjá Rúsuni veksur, batnar góðskan av tí, sum verður selt. Hetta merkir, at meiri verður selt av veikaru sløgunum, so sum vín og góðskuøl í dag, í mun til fyri nøkrum árum síðani. Mynd: Jens Kristian Vang Røðin uttan fyri Rúsuna í Havn rakk langt oman á vegin dagin fyri ólavsøku hin 27. juli. Fólk fáa munandi betri tænastu um tey koma í góðari tíð Mynd: Rólant W. Dam Skuldu myrða forsetan Løgreglan í Meksiko sigur, at eitt rúsevnaharkalið, sum eitur  Sinaloa, hevði lagt ætlan um at myrða landsins forseta,  Felipe Calderon. Men ætlanin bleiv avdúkað, og ein maður  er handtikin og skuldsettur fyri at hava lagt ætlanina til rætt- is. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at rúsevnaharkaliðið  ætlaði at beina fyri forsetanum sum hevnd fyri, at herurin  hevði søkt at teirra leiðara. Felipe Calderon fór undir bardag- an við rúsevnaharkaliðini í desember í 2006, og síðani hevur  bardagin millum myndugleikarnar og harkaliðini kravt  umleið 13.000 mannalív, skrivar AP.   Lindø ikki søluvøra A.P. Møller Mærsk kunngjørdi í gjár, at fyritøkan hevði gjørt av  at gevast við at byggja skip á teirri stóru Lindø-skipasmiðjuni, tí  skipasmiðjan klárar seg ikki í kappingini við eysturasiatiskar  skipasmiðjur. Danskir vinnuserfrøðingar vænta, at tað verður sera  torført hjá eigarunum at selja skipasmiðjuna, um teir ætla tað.  Sagt verður, at tað er bara vindmylluídnaðurin, sum kann hava  áhuga í at keypa, eins og Vestas á sinni keypti skipasmiðjuna í  Nakskov. Men Peter Karnøe, vindmylluserfrøðingur á CBS,  væntar ikki, at nøkur vindmyllufyritøka fer at keypa Lindø Værft.  Tíðin er ikki tann rætta, sigur hann.