týsdagur 11. august 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 11. august 2009
5
tíðindi
Tað gekk eitt sindur tungt
at tosa, tí Jóhan dugdi so
lítið av enskum, men hon
dugdi framvegis íslendskt,
og tað dugdi Johan eisini, tí
hann hevði verið nógv í Ís
landi.
Tað vísti seg, at mamman
fyri nøkrum árum síðan var
flutt til sonin at búgva og
seinni aftur flutt í eina eldra
íbúð í býnum Leba non.
Tosaðu saman
á íslendskum
Johan tosaði eisini við hálv
beiggja sín í USA, og teir
samskiftu somuleiðis á ís
lendskum. Beiggin var feg
in um, at tey høvdu fingið
samband.
Hann spurdi mammuna,
um til bara at koma at vitja,
men hon hevði ikki um
støður at hýsa fólki í síni
lítlu íbúð, men amerikanski
hálvbeiggin bað hann endi
liga koma yvir at vitja, tí
hann kundi gista hjá teim
um.
Tað gingu tvey ár, og
Johan tosaði við konuna,
um tey ikki skuldu fara yvir
at hitta mammu hansara.
Konan legði honum eina
við, at fóru tey, mátti hann
ikki bera agg til mammuna,
tí mamman hevði í sínari
tíð heilt vist gjørt tað besta
fyri hann.
– Nei, eg var ikki beiskur
inn á mammu.
Mamma!
15. juli í fjør fóru Jóhan og
konan til USA.
– Vit flugu tann seinasta
teinin við einum lítlum
flog fari og komu fram um
náttina. Og tá ið vit komu
hagar, sat mamma har. Har
vóru bara hon, hálvbeiggi
mín og kona hansara, sigur
Johan.
– Tá ið eg kom inn, rópti
eg
hart
á
føroyskum:
Mamma. Vit tóku um
hálsin á hvør øðrum, fingu
ikki tos að, tárini bara
runnu. Har sat eg sum 63
ára gamal og slapp fyri
fyrstu ferð at halda um
mammu mín, sum tá var
87 ár, sigur Johan, sum er
ógvuliga rørdur, tá ið hann
sigur frá.
Tey sótu bæði leingi og
hildu um hvørt annað. Sam
stundis tosaðu tey um øll
hesi árini, og hvat var hent.
Hann greiddi frá royndum
síni við at finna hana, og at
hann hevði ætlað at funnið
pápan eisini.
– Hon bað meg um ikki
at seta meg í samband við
pápa, sum hevi gjørt so ljótt
móti
okkum.
Haraftrat
kundu vit ikki vita, hvussu
børn hansara fóru at taka
tað.
Einki agg
– Mamma spurdi meg næst
an hvønn dag, um eg var
ondur við hana, og eg svar
aði, at tað var eg ikki. Eg
hevði havt tað gott hjá
fosturforeldrunum.
Hon
hevði hinvegin havt tað
øgiligt ringt av at vera farin
frá mær, sigur Johan, sum
so seint í lívinum slapp at
kenna móðurkærleikan frá
veruligu mammu síni.
Meðan Johan var og vitj
aði mammuna og hálv
beiggjan, vóru hann og
mamman altíð fyrst á fótum
um morgunin, og tey sótu
tá altíð hesa løtuna og hildu
í hondina á hvør øðrum og
tosaðu um alt, sum var hent.
Bæði fingu høvi at fáa svar
upp á spurningar.
Mamman visti eisini at
siga honum, at hann atti
skyldfólk bæði í Íslandi og
í USA.
– Nú ætli eg mær yvir
aftur hvørt ár, tí mamma er
komin so langt upp í árini,
sigur Johan.
Mamman hevði fingið
tveir synir við amerikanska
manninum,
men
annar
doyði í ferðsluvanlukku.
Ein lívlig mamma
Tað er futtur í mammuni,
hóast hon er komin so væl
til árs. Sonurin er púra vill
ur við Harley Davidsen
motorsúkklum, eigur tvær,
og mamman koyrir av og á
á aðrari.
87 ára gamla Katrina úr
Hvalba heldur tað framvegis
vera stuttligt, tá ið nakað
hendir.
Johan Thomsen kundi
ikki fáa hjálp frá sendingini
Dsporløs at finna mammu
sína, men hann takkar trim
um fólkum stórliga fyri
hjálp ina. Tey trý eru systk
inabarn mammu hansara
Selma Skaalum í Hvalba,
systkinabarn
hansara
Tumm as Zachariassen í
Vest manna
og
konuni
Mariu, sum stuðlaði honum
í leitingini.
sína
Hillary gav ilt av sær
At amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevur
bein í nøsini er alment kent, og tað fekk ein studentur í
Kenya eisini at vita, tá hann og hansara floksfelagar fingu
høvi til at seta Hillary Clinton spurningar, nú hon er í Kenya
á vitjan. Studenturin, sum er úr Kongo, vildi hava at vita,
hvat maður uttanríkisráðharran heldur um, at kinverjar gera
íløgur í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Svarið kom
beinanvegin: Maður mín er ikki uttanríkisráðharri. Tað eri
eg, svaraði Hillary Clinton og sendi tí unga studentinum
erina sigandi heilsan við eygunum.
Ov nógvir kamelar
Í Avstralia ætlar stjórnin at senda tyrlur við byrsumonnum inn í
óbygd øki at skjóta fleiri hundraðtúsund kamelar, tí teir eru vorðnir
ov nógvir í tali. Teljingar vísa, at tað eru umleið ein millión
kamelar í Avstralia, men serfrøðingar siga, at stovnurin er tríggjar
ferðir ov stórur. Teir hava tí mælt myndugleikunum til at lata menn
skjóta meiri enn 600.000 kamelar, men tað vilja
djóraverndarfelagsskapir ikki hoyra talan um. Teir fyrstu
kamelarnir vórðu fluttir til Avstralia umleið 1840, og teir vístu seg
at vera væl egnaðir, tá fólk skuldu ferðast tvørtur um
oyðimerkurnar.
Katrina sum ung kvinna
Johan Thomsen flutti fyri 13 árum síðan til Danmarkar
Mynd: Álvur Haraldsen
Johan vaks upp hjá Dánjali og Olinu Thomsen, sum
vóru sera góð við hann
Meðan Johan var og vitjaði, var motorsúkklutreff, og Katrina var mitt í rokanum
Katrina og nøkur ár yngri systkinabarn hennara Selma