týsdagur 11. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 150 - 11. august 2009
64 ára gamli Johan
Thomsen úr Hvalba
hitti í fjør á fyrsta
sinni mammu sína
Katrinu, sum nú býr
í USA. – Vit tóku um
hálsin á hvør øðrum,
og tárini bara runnu,
sigur krígsbarnið
Johan Thomsen
Lagnusøga
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Vit kenna øll donsku sjón
varpssendingina
Sporløs,
sum hjálptir fólki til at
finna næstafólk ella upp
runa sín.
Johan Thomsen, sum er
ættaður úr Hvalba, royndi
at fáa Sporløs at hjálpa sær
við at finna mammuna,
men har var eingin hjálp at
heint. Men tað eydnaðist
Johan at finna mammuna.
Johan Thomsen úr Hvalba
betur kendur sum Johan hjá
Olinu, vaks upp hjá góðum
fólkum í Hvalba, Dánjali
og Olinu Thomsen. Hann
hevði tað gott hjá teimum
og visti ikki betur enn, at
hesi bæði fólkini, sum ikki
áttu onnur børn, vóru for
eldur hansara.
Eina ferð, eg var tólv
ára gamal, var eg inni hjá
einum vinmanni, sum búði
hjá ommu síni. Tá spurdi
tann gamla konan meg, um
eg frætti nakað frá mammu
míni í Amerika, sigur Jo
han.
Hetta goymdi hann inni í
sær og segði einki heima í
langa tíð.
Ein dag kom fostur
mamm an og segði við hann,
at hann átti eina aðra
mammu.
Eg segði bara, at tað
visti eg.
Fosturmamman
segði
hon um eisini, at mamman
tá búði í Íslandi, og Johan
minnist, at hann fór at gráta,
tá ið hann hetta fekk at
vita.
Krígsbarn
Johan fekk at vita, at
mamm an, sum æt Katrina,
var dóttir Edvard og Jolinu
Berg, fødd Ellefsen. Av tí at
Katrina hevði familju í
Mið vági, fór hon vestur
hagar at arbeiða og var har
undir krígnum.
Har kom hon saman við
einum enskum hermanni,
sum arbeiddi á flogvøllinum,
og hon gjørdist við barn.
Hermaðurin
segði
við
mammu Johan, at hann
kundi einki hava við hana
at gera, tí hann var giftur og
átti børn.
Mamman vildi burtur
Mamma fór so aftur til
Hvalbiar og føddi meg.
Men hon vildi sleppa burt
ur, til Íslands og gav meg tí
til skyldfólk. Tí er tað, at eg
havi Thomsen og ikki Berg
sum eftirnavn. Presturin
kann hava gjørt eitt mistak,
ella hann væntaði, at tey
fóru at ættleiða hann. Ein
triði møguleiki kann hava
verið, at forsturforeldrini
vildu verja dreingin og
góvu honum tí teirra eftir
navn.
Mamma Johan fór til
Íslands, búði har í fleiri ár,
giftst einum amerikumanni
og fekk tvey børn við hon
um.
Minnist ikki vitjanina
Johan hevur fingið at vita,
at mamman eina ferð var
heima aftur og vitjaði, með
an hann var smádrong ur.
Men hann minnist tað ikki
og hevur tí tá neyvan fingið
at vita, hvør hon var.
Í
60árunum
flutti
mamm an við familju til
Amerika.
Tá ið Johan var vaksin,
fór hann til Grønlands, har
hann fann sær gentu. Tey
fóru til Føroya og giftust. Í
70árunum fluttu tey aftur
til Grønlands, men í 1982
doyði konan, og hann kom
aftur til Føroya sum einkju
maður við trimum smá
børnum.
– Tað var eitt rimmar tak,
sum fosturmamman gjørdi,
tá ið hon tók øll trý børn
okk ara til sín, sigur Johan.
Í 1993 giftist hann upp
aftur, hesa ferð við eini
polskari kvinnu.
Droymdi um
mammuna
Hann hevði í nógv ár ein
dreym um at koma í sam
band við mammu sína.
Onkrar gamlar adressur
hevði hann, men svar kom
einki. Eisini vendi hann sær
til Reyða Kross í Føroyum,
men tað hjálpti líka lítið.
Fyri 13 árum síðan fluttu
Johan og konan til Dan
mark ar at búgva, og har
royndi hann at sleppa við í
sjónvarpssendingina Spor
løs, sum hjálpir fólki við at
finna ættarfólk, men tað
bar ikki til. Tá hevði hann
ætlað at leitað bæði eftir
mammuni og pápanum, tí
hann hevði navnið á páp an
um. Meðan Johan fyri reik
aði seg til Sporløs, kom
hann eftir, at hann hevði
tvær ymiskar dápsváttarnir.
Á aðrari stóðu fostur for
eldur hansara at vera hans
ara foreldur, og tí fekk hann
eftirnavnið Thomsen. Á
hinar stóð navnið á veruligu
mammuni og enska her
manninum sum pápi.
Familja hjálpti
Johan gavst ikki so. Hann
setti seg í samband við eitt
systkinabarn, hvørs mamma
var mostur Johan. Hesin
bað hann gloyma alt um
Sporløs, tí hann visti onnur
ráð. Mamma hansara hevði
nevniliga havt brævsam
band við familjuna í Íslandi,
og familjan hevði eisini
havt samband við tey, eftir
at
tey
vóru
flutt
til
Amerika.
Hann fekk adressuna og
fekk hjálp til at skriva til
hennara á enskum. Men
framvegis kom einki svar.
Oh, my God
– So tíðliga ein morgun tók
eg dik á meg og ringdi.
Ein kona svaraði í hinum
endanum.
– Yes, tað var Katrina.
Tá ið hann so fekk for
klárað, hvør hann var, svar
aði hon bara:
– Oh, my God!
Fann umsíðir mammu
Grannar ósamdir
Russland leggur grannalandið Ukraina
undir at royna at beina fyri tí tætta
búskaparliga samstarvinum landanna
millum. Tað stendur í einum brævi, sum
russiski forsetin hevur sent starvsfelaga
sínum í Kiev. Hann skrivar, at tað er
serliga á orkuøkinum, at Ukraina er farið
at ganga egnar leiðir, og at tað vantandi samstarvið er ein vandi fyri gassflutningin úr Russlandi til
hin partin av Evropa. Russiska gassið fer ígjøgnum leiðingar ígjøgnum Ukraina. Ukraina keypir
eisini russiskt gass, men sum hevur ilt við at gjalda tað, og tað hevur fleiri ferðir fingið russar at
skrúva fyri.
Hjálparfólk myrd
Russisku myndugleikarnir váttaðu í morgun, at teir høvdu funnið líkini
av tveimum hjálparfólkum, sum vórðu burturflutt í Kekenia í gjár.
Sarema Sadulajeva og maður hennara, Alik Dsjabrailov, vóru á
skrivstovuni hjá einum teirra hjálparfelagsskapi, tá ókendir menn
komu inn á skrivstvuna og tóku tey við sær. Í morgun vórðu tey funnin
myrd í viðførisrúminum á einum bili, sum stóð í útjaðaranum á
kekenska høvuðsstaðnum Grosnij. Aðrir hjálparfelagsskapir siga
morðini vera púra meiningsleys, tí tey myrdu hjúnini løgdu seg eftir at
hjálpa neyðstøddum børnum.
Johan og Katrina vóru alla tíðina saman, meðan hann var og vitjaði