týsdagur 11. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 150 - 11. august 2009
Eftir at toskaveiðan
í føroyskum sjógvi
hevur verið sera
lítil seinastu árini,
samstundis sum
gýtingarstovnurin
hevur verið søguliga
lítil, bendir nú mangt
á, at náttúruviður
skiftini aftur eru
við okkum. Eftir at
Havstovan hevur
gjørt sínar yngul
og ætikanningar,
er niðurstøðan, at
gróðurin á land
grunninum í ár
er væl yvir miðal,
og fiskayngulin er
yvirhøvur væl vaksin
og hevur nógva føði
í maganum. Sera
nógv varð fingið av
hvítingsbróðuryngli,
eins og væl varð
fingið av nebbasilda,
toskaog hýsuyngli
Náttúra
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í seinnu helvt av juni var
Magnus Heinason úti og
gjørdi yngul-og ætikann-
ingar fyri Havstovuna. Á
túrinum, sum byrjaði 19.
juni og varð liðugur 29.
juni, var Jákup Reinert tokt-
leiðari. Onnur, sum umboð-
aðu Havstovuna við hav-
rannsóknarskipinum, vóru
Eilif Gaard, Sólvá Jacobsen,
Lis
Larsen
og
Rógvi
Mouritsen.
Endamálið við yngul-og
ætikanningunum er, sum
Havstovan sigur, at fáa eitt
mát fyri árgangsstyrkini hjá
toski á landgrunninum og á
Føroyabanka.
Málið
er
eisini at fáa ábendingar um
árgangsstyrkina
eins
og
útbreiðslu og støddir hjá
øðrum fiskasløgum, eitt nú
hýsu, hvítingsbróðuri og
nebbasild.
Tað er yngul, sum dentur
verður lagdur á at kanna í
hesum føri.
Hugt verður eisini at
pelagisku vistfrøðini á land-
grunninum og á Føroya-
banka, umframt at ”front-
urin” kring landgrunnin
eisini verður kannaður.
Í sínari niðurstøðu eftir
kanningarnar, sigur Hav-
stovan, at gróðurin á land-
grunninum í ár er væl yvir
miðal, og at fiskayngulin
yvirhøvur er væl vaksin og
hevur nógva føði í magan-
um. Sera nógv varð fingið
av hvítingsbróðuryngli, eins
og væl varð fingið av nebba-
silda-, toska-og hýsuyngli.
Tað er niðurstøðan hjá
Havstovuni í stuttum.
Sambært frágreiðingini,
sum er skrivað um túrin,
gekk alt væl á ferðini, og
allar tær ætlaðu støðirnar
vórðu tiknar. Onkur av
manningini noyddist í land
til fundar, men kom umborð
aftur seinni á túrinum. Sum
dagarnir gingu, og allar
støðirnar vórðu tiknar, var
Magnus Heinason aftur á
Havnini einar 10 dagar efti-
r, at túrurin var byrjaður.
Jákup Reinert og Eilif
Gaard, sum hava skrivað
frágreiðingina um yngul-og
ætikanningarnar, siga, at
Føroyabanki vanliga er við
í hesum kanningum, men í
ár varð bert landgrunnurin
kannaður.
- Í staðin fyri at kanna Før-
oyabanka, vórðu tveir dagar
heldur brúktir til at kanna
nebbasild á landgrunninum
og kemur ein serstøk frá-
greiðing um hesar kanningar
seinni, siga teir.
23 fiskasløg
Á einum øki vórðu 37
støðir tiknar, 34 í einum
øðrum og 19 í einum triðja
øki. Soleiðis vórðu tilsam-
ans 90 støðir tiknar á hesum
túrinum hjá Magnusi Heina-
syni.
Djóraæti varð kannað á
somu støðum, umframt at
toska-og hýsuyngul eisini
varð tikið til magakanningar.
Yngulhál og royndir til
kanning av umhvørvinum
vórðu tikin og kannað
samsvarandi túraætlan og
sýnishandbókum.
Fyribilsúrslitini hjá Hav-
stovuni vísa, at 23 ymisk
sløg av fiskayngli vórðu
fingið í mun til 25 sløg
seinasta ár.
- Samanborið við 2008
fekk Magnus Heinason á
hesum túrinum meira av
átta fiskasløgum, nevniliga
toski, hvítingsbróðir, sands-
prøku, lállu, tungu, horna-
brosmu og stubba, meðan
minni varð fingið av øllum
hinum 15 fiskasløgunum.
Jákup Reinert og Eilif
Gaard siga, at við onkrum
undantaki var yngulin í ár
væl fyri.
- Á landgrunninum verður
vanliga nógv mest fingið av
hvítingsbróðuri, og soleiðis
var eisini í ár. Eftir trý
fylgjandi vánalig ár, var
nøgdin av hvítingsbróðir sera
stór í fjør, og í ár var nøgdin
ájavnt henni í ár 2000, sum
tá var metár, siga teir.
Sera áhugavert
Eitt annað áhugavert, sum
kanningarnar hjá Havstov-
uni vísa, er, at nú bragdar
ordiliga aftur við nebbasild,
sum eitt nú er grundarlagið
undir føðini hjá fiski og
fugli.
- Sera lítið hevur verið av
nebbasild á landgrunninum
árini 2005-2007, men í fjør
var aftur so nógv nebbasild,
sum ikki hevur verið at
fingið áður síðan heilt aftur
til 1974. Hóast væl minni
vísir seg at vera av nebbasild
í ár, er nøgdin kortini ájavnt
við tey bestu árini í fleiri ár.
Jákup og Eilif halda, at
nógv føði skuldi verið til
steðar, bæði hjá fugli og
fiski, og tað ger støðuna
uppaftur betri, at nógv eis-
ini er til av hvítingsbróðuri.
Havstovan hevur eisini
gjørt upp nøgdina av toska-
yngli
á
landgrunninum
síðan 1974.
- Eftir at nøgdin av
toskayngli í fleiri ár hevur
verið minkandi niður á eitt
sera lágt støði árini 2005-
2007, vaks hon aftur í 2008
til at vera beint omanfyri
eitt
miðal
ár
fyri
alt
tíðarskeiðið síðan 1974.
Jákup Reinert og Eilif
Gaard kunnu vísa á tað
gleðiliga, at nøgdin av
toskayngli í ár er nærum
tvífalt so stór sum í fjør, ið
sum nevnt var yvir miðal.
- Hetta er sera áhugavert,
tá framtíðartilgongdin til
toskastovnin verður havd í
huga. Kortini eiga vit at
hava í huga, at hesin yngul
fyrst skal svimja inn undir
land, har hann veksur upp í
1-2 ár, áðrenn hann leitar út
í tann vaksna stovnin.
Teir vísa á, at í hesum
tíðarskeiði
kann
nógv
henda, og vanlig verður
roknað við, at endaliga boð-
ið upp á, hvussu gýtingin
hjá toski hevur hildnast,
ikki fæst fyrr enn í endanum
á uppvakstrartíðini.
Sum nevnt í byrjanini,
hava kanningarnar hjá Hav-
stovuni eisini til endamáls
at kanna hýsuyngul, og fyri
hýsu gjørdist úrslitið gott,
hóast tað er nakað minni
enn í fjør.
- Vert er at leggja til
merkis, at í fjør varð mest
veitt á tí djúpa økinum (II),
men í ár varð mest veitt í
teimum grynru økjunum
(IN og IS).
Jákup og Eilif halda, at
enn er ov tíðliga at siga nak-
að um, hvussu nógv kemur
Tekin um
stórar batar
í havinum
Madeleine sagt ja
Teir, sum hava droymt um at fáa svensku prinsessuna Madeleine, kunnu nú fara at leita eftir
onkrari aðrari, tí í morgun kunngjørdi kongshúsið í Stockholm, at Madeleine er vorðin trúlovað
løgfrøðinginum Jonas Bergström. Tey bæði hava hildið saman í sjey ár. Í tíðindaskrivi frá
kongshúsinum stendur, at Carl Gustav kongur hevur góðkent, at tann 27 ára gamla prinsessa
verður trúlovað tí 30 ára gamla løgfrøðinginum, og at stjórnin hevur staðfest avgerð kongs.
Hetta er annað trúlovilsi í svenska kongshúsinum í ár. Í februar varð Victoria, krúnprinsessa,
trúlovað unnusta sínum Daniel Westling. Brúdleypið verður næsta summar.