týsdagur 11. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 11. august 2009
11
tíðindi
undan gýtingini í ár, men
longu komandi vár fæst
vitan um hetta, tá Magnus
Heinason fer at gera reglu
ligu yvirlitstrolingarnar.
Onnur fiskasløg
Sæð burtur frá metárinum
ár 2000, tá sera nógv varð
fingið av stórum sildayngli,
ið vísti seg at vera summar/
heyst
gýtandi
sild
frá
árinum fyri, hava bert
einstøk sildayngul verið at
fingið á yngulkanningunum.
Í 20072008 var tó ein lítil
vøkstur, men lítið varð
fingið í ár. Eftir støddini at
døma kundi sildin verið
gýtt í vár.
Teir báðir vísa í síni frá
greiðing á, at eitt fiskaslag,
sum er vaksið nógv seinastu
árini, er hvítingur. 2008 var
tað besta árið nakrantíð,
men í ár var munandi minni
at fáa.
Vanligt er at fáa nakað
av vaksnum hvítingi í
yngultrolið, og hetta er eftir
magainnihaldinum at døma
fiskur, sum ferðast uppí
sjógvin eftir føði. Lut
falsliga lítið varð fingið í ár
í mun til onnur ár.
Jákup Reinert og Eilif
Gaard siga um vistfrøðina á
landgrunninum, at sjógvur
in við Føroyar hevur verið
rættiliga heitur og saltur
seinastu árini, og hendan
gongdin heldur fram í ár.
Inni á landgrunninum var
hitin millum 9,1 og 9,2° C,
og uttan fyri landgruns
frontin var hann heitari.
Sum vant var sjógvurin
eitt vet kaldari eystanfyri
enn vestanfyri. Undir landi
vestanfyri var sjógvurin
sum heild rættiliga saltur,
meðan tann feskasti sjógv
urin var eystanfyri. Sam
stundis var sjógvurin heit
astur heilt inn móti landi í
Vágahavinum, meðan hann
var kaldari inn móti landi
eystanfyri. Hetta bendir á,
at sjógvurin nýliga er komin
inn á landgrunnin í Vága
havinum, leggja teir aftrat.
Æti í sjónum
Tríggjar dagar, áðrenn túr
urin hjá Magnusi Heinason
byrjaði, vístu mátingar í
Skopunarfirði stórar nøgdir
av plantuæti, men kann
ingarnar vístu, at plantuætið
minkaði rættiliga ógvusliga
í døgunum, meðan túrurin
vardi.
Vit byrjaðu mátingarnar
eystanfyri Sandoynna, fóru
síðan í Suðuroyarfjørð og
hildu eftir tað norðureftir
eystanfyri og síðan runt
landgrunnin.
Teir siga, at samanumtikið
er árið 2009 eitt gott ár til
gróður á landgrunninum.
Gróðurin kom tíðliga í
ár, og gróður var í alt vár.
Sum heild hevur væl verið
av plantuæti, heilt frá tíðliga
í vár og til miðjan juni
hóast lítið av plantuæti varð
mátað á túrinum, siga teir.
Jákup Reinert og Eilif
Gaard vísa á, at undir landi
eystanfyri og norðanfyri var
sera lítið av djóraæti, tó at
føðiviðurskiftini hava verið
góð í vár og í summar.
Sannlíkt tykist vera, at
djóraætið verður etið. Úti á
var væl av reyðæti alla
staðni, og undir landi øktust
nøgdirnar av reyðæti, tá vit
komu vestur móti Mýlings
grunninum, og nøgdirnar
vuksu enn meira í Vága
havinum, Sandshavinum og
vestanfyri Suðuroynna.
Úti á var væl av reyðæti
Hetta ljóðar sera áhuga
vert, tá Jákup og Eilif sam
stundis siga í síni frágreið
ing, at reyðæti var høvuðs
føðin hjá toska og hýsu
ynglinum.
Sum heild át fiskurin
nógv. Sjálvt á støðum, har
heilt lítið var av djóraæti í
sjónum, hevði fiskayngulin
hampuliga nógv í magunum,
og bert fáir magar vóru
tómir. Møguliga hava stødd
irnar á fiskinum týdning, tí
stórur yngul svimur skjótari
og er tí helst betri førur fyri
at leita meira víða eftir føði
enn smærri fiskur, siga
Jákup Reinert og Eilif
Gaard í frágreiðing síni.
Jákup Reinert og Eilif Gaard kunnu vísa
á tað gleðiliga, at nøgdin av toskayngli
í ár er nærum tvífalt so stór sum í fjør,
sum annars var eitt yvir miðal ár. -
Hetta er sera áhugavert.. Kortini eiga vit
at hava í huga, at hesin yngul fyrst skal
svimja inn undir land, har hann veksur
upp í 1-2 ár, áðrenn hann leitar út í
tann vaksna stovnin, siga teir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Magnus Heinason gjørdi yngul-og ætikanningar í seinnu helvt av juni,
og mangt bendir á, at náttúruviðurskiftini á føroyska landgrunninum
eru munandi betri, enn tey hava verið seinastu árini. Tí verður væntað,
at eitt nú toskurin fer at koma aftur, áðrenn langt um líður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leita eftir flogfari
Í Papua Ný Guinea leita bjargingarlið eftir einum leiguflogfari og teimum 13, sum vóru við tí.
Myndugleikarnir siga, at flogfarið gjørdi seg til reiðar at seta seg, tá tað brádliga hvarv av
radaraskíggjanum. Ein talsmaður hjá flogfelagnum sigur við Sky News, at tól eru umborð á
flogfarinum, sum skulu siga, hvar tað er statt, men at tólið eftir øllum at døma ikki virkar. Sky
News sigur, at økið, har flogfarið hvarv, er sera illgongt, og harafturat hevur veðrið darvað
leitingini. Millum teirra, sum vóru umborð á flogfarinum, vóru níggju avstralsk ferðafólk.