Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 11. august 2009 13 Ein heilsan til tín, Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann Hugur mín at heilsa tær kemst av einum orði, tú sum politikari (sigi ikki løgtingsmaður, men politikari), herfyri segði í sambandi við ríkisstuðulin. Orðið var »skomm«. Ein verulig politisk útsøgn – ein topp ten – hesi fyrstu 10 árini av hesi øldini, ið mun til annað, ið nú dúgliga hevur verið hildið fram um sama evni. Politikkur og logikkur krevja ikki sama mansevni. Eiði Jógvan K. MørKøre Á kinesiskum hevur orðið “kreppa” 2 tekin – tað eina teknið merkir vandi, hitt teknið merkir møguleikar Tað eru serliga tvær krepp­ ur, ið herja kring heimin í dag, tann eina er ein bú­ skaparkreppa, ið er farin sum ein farsót kring allan heimin, og hin kreppan er veðurlagsbroytingarnar. Vit kunnu velja tað kinverska vandatekni, sum í politisk­ um høpi vildi verið ein rættiliga restriktivur og lokaður politikkur, ella vit kunnu velja kinverska teknið, ið merkir møgu­ leikar og traðka fram og vísa dirvi til at royna nakað nýtt og øðrvísi, sum kann førka okkara samfelag yvir í ein reinorkubúskap. Munurin millum búskap­ arkreppuna og veðurlags­ kreppuna er, at veðurlags­ kreppan ikki er ein farsót, ið fyrr ella seinni hasar av, veðurlagskreppan kann, um hon ikki verður hand­ farin við skynsemi og djørvum politiskum av­ gerðum, vísa seg at vera hin ringasta farsóttin, har ongin heilivágur ella vaks­ ina finst fyri at lekja hana. Vit hava tíverri havt ein heldur skeivan hugburð, tá ið tað kemur til at taka altjóða skyldur á okkum. Vit hava verið heimsmeist­ arar í umberingum við, at vit eru ov smá, og tað, sum vit gera á veðurlagsøkinum als ikki ger nakran mun. Tað er fyrst og fremst hend­ an hugburðin, ið vit skulu leggja afturum okkum, tí hesin hugburður er sam­ stundis orsøkin til, at vit als ikki hava førka okkum eitt vet í umhvørvis­ og orkupolitikkinum heldur enn á øðrum økjum. Tað eru glottar at síggja, og gleðiligt er tað at hoyra okkara ungdóm tosa um CO2 útlat, og hvussu nógv hetta ella hitt viðførir av CO 2 útláti. Eisini er tað at fegnast um, at fleiri og fleiri føroyingar eru farnir at menna nýggja grøna orku, ið byggir á varandi orkukeldur, og at føroying­ ar sum heild eru farnir at hugsa um at leggja um frá fossilum brennievni til grøna orku. Tíðin er komin til at taka annað skinn um bak og taka møguleikarnar við at førka okkara samfelag yvir í ein reinorkubúskap, ið bæði tænir umhvørvinum, vinnuni, fiskivinnuni og búskapinum sum heild. Vit hava verið í einari olju­ kreppu, og alt bendir á, at nýggj oljukreppa er ávegis. Tað er ongin ivi um, at tey samfeløg, ið megna at leggja sín orkutørv um frá fossilsum brennievni til reina orku, eru tey sam­ feløg, sum fara at standa seg vinnuliga og búskapar­ liga ímillum heimsins tjóðir. Vit skulu ikki verða eftirbátur, men taka førara­ troyggjuna uppá. Vit hava allar náttúrugivnar fortreyt­ ir fyri at menna okkara orku við vindi, vatni, sjóv­ arfalli, alduorku, vind­ og vatn pumuskipanum og sólarorku, og er tað tískil onki meiri nátúrligt enn, at vit brúka hesar møguleikar. Vinnumálaráðharrin, ið umsitur elveitingarlógina hevur stórar ætlanir á hesum øki. Uppskot til samtyktar í heyst Landsstýrið viðger í løtuni, hvussu stórur niðurskurð­ urin skal verða í CO2 útlát­ inum, sum verður grundar­ lag fyri einum uppskoti til samtyktar í heyst. Hetta uppskotið skal somuleiðis vera okkara íkast til nýggju veðurlagsavtaluna í Keyp­ mannahavn í desembur. Tað hevur stóran týdning, at vit seta okkum høg, men realistisk mál. Landsstýrið ynskir, at veðurlagsspurn­ ingurin verður kjølfestur í vinnuni, fiskivinnuni, mill­ um brúkarar, elveitarar v. m., sum somuleiðis kann slóða fyri einari breiðari politiskari semju á Løgtingi. Nýggj byggilóg skal minka um oljunýtlsuna Sum landsstýriskvinna í veðurlagsmálum havi eg saman við LV sett í verk arbeiði at smíða eina byggi­ lóg, ið m.a. inniheldur regl­ ur um bjálving og tætting av bygningum, tí útrokning­ ar vísa, at vit skjótt og lætt kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum við at bjálva, tetta og umvæla sethús og bygningar. Vert er at hava í huga, at sethús, stovnar og bygningar ann­ ars standa fyri 17% av samlaða útlátinum. Krøv skulu setast til nýtslu av hitapumpum, ketlum og eftirlit av sama. Ketlarnir í dag hava í mongum føri bert 60 % virknað, og tískil er hetta ein “skjótt syftur seiður”, ið kann minka um orku­ nýtsluna og harvið CO 2 útlátið hjá vanliga sethúsar­ haldinum. Ætlanin er, at stuðulslánini úr umskipaða húsalánsgrunninum eisini skulu umfata stuðul til hitapumpur og nýggjari oljufýrar. Útskifting av gomlum óvirknum ketlum kann viðføra 3% minking í samlaða CO2 útlátinum umframt at einstaka húsar­ haldið kann fáa eina spar­ ing í orkunýtsluni ímillum 20­30%, sum svarar til umleið 8.000 kr um árið. Tað almenna rindar 21 mió. kr í oljuútreiðslum. Her skulu krøv setast til eina skynsama og skila­ góða orku og umhvørvis­ stýring, sum umframt at tæna umhvørvinum eisini er skilagott fyri fíggjarliga raksturin. Pendlaraportalar og fleiri fjarhitaskipanir Sum landsstýriskvinna í samferðslumálum fari eg at mæla til at gera fleiri pendlaraportalar kring landið fyri at styrkja um kollektivu samferðsluna, sum harvið minkar um vanligu bilaferðsluna. Nú farið verður undir Skála­ fjarðartunnulin, skulu møguleikarnir kannast fyri at leggja ein fjarhitakaðal frá Streymoynni inn í Eysturoynna, soleiðis at vit alsamt fáa fleiri húsarhald og stovnar knýttir at einum fjarhitakervi. Tá farið verður undir ytra ringveg í Havn skulu atlit takast til ein fjarhitakaðal, ið um­ framt kann hita privat set­ hús, eisini kann hita stóru skúlaætlanina á Markna­ gili, Landssjúkrahúsið v.m. Føroyar sum royndarland SEV og Dong hava gjørt samstarvsavtalu um, at Føroyar kunnu gerast royndarøki fyri menning av nýggjari grønari tøkni m.a. elbilar. Hetta er eitt stórt framstig, sum er kærkom­ ið. Sum eitt lítið land við stuttari frástøðu millum bygdir, er Føroyar eitt upplagt øki til at nýta nýggjar skipanir við eitt nú elbilum. El­bilar kunnu í dag koyra umleið 150 km pr løðing, og er tað tískil ikki nøkur landafrøðilig forðing fyri, at vit skjótt kunnu menna eitt elbila­ kervið í Føroyum. Longu nú eru elrikin akfør undan­ tikin skrásetingargjaldi. Itøkiligt uppskot er komið frá javnartingmanninum John Johannesen um at hava ein el­/vetnis bus, ið skal røkja flogrutana mill­ um Vágar og Tórshavn, eitt kærkomið uppskot, ið skal fáa politiska vælvild. Tílík­ ar skipanir koma avgjørt at seta eina positiva ljósvørpu á Føroyar sum eina um­ hvørvisvinarliga tjóð. At hugsa um umhvørvi gevur okkum peningin fleirfaldað aftur í jaligari umtalu úti í heimi, sum tænir okkara útflutningsvinnu, umframt at vit gera okkum óheft av oljuni og svingandi olju­ prísum, ið er ein hóttan ímóti okkara búskapi. Landsstýrið setur orku av til orku Landsstýriskvinna í innlendismálum anniKa Olsen Hvørja ferð nýggja abc samgongan hevur stungið sosialpolitiskar ætlanir út í kortið, hevur tað verið neiligar broytingar, ið framdar hava verið. Broyt­ ingar, ið gera, at munurin verður størri millum rík og fátæk, broytingar, ið gera, at tey sum hava mest tørv á sosialu skipanum landsins vera svikin. Ólavsøkupakkin er einki undantak í so máta – tvørt­ urímóti. Tað undrar tó, at tað ongin í landsstýrinum er, sum kann tala søkina hjá teimum veikaru bólkunum í samfelagnum. At síggja til er parlagið millum lands­ stýrismannin við fíggjar­ málum og landsstýris­ kvinnuna við almanna­ málum hættislig fyri tey, ið hava tørv á, at tað er eitt trygdarnet í Føroyum. Hugsjónin handan broyt­ ingarnar tykist vera, at tey sum hava, tey skulu hava meir, og tey sum einki hava, tey skulu missa tað tey hava. Við slíkum sosialpoli­ tikki verður ikki leingi til sosiala lóggávan, Føroyar hóast alt hava, verður full­ komiliga avlagað. Spurn­ ingurin er so, um tað er nakar í løgtinginum, ið kann støðga sosialu ørvitis­ verkætlanunum, ið lands­ stýrið arbeiðir við. Fyritíðar- og fólkapensjón Fyritíðarpensjónistar verða raktir, tí mótroknast skal í pensjónini frá fyrstu krónu, hóast pensjónin er eitt end­ urgjald fyri mistan arbeiðs­ førleika. Í dag kann ein fyritíðarpensjónistur for­ vinna uml 85.000 kr áðrenn tað verður mótrokn­ að í fyritíðarpensjónini. Verður ætlaða broyting framd, fer fyritíðarpensjón­ isturin við inntøku á 85.000 kr at gerast einar 20.000 kr fátækari komandi ár. Viðvíkjandi ætlanunum í fólkapensjónini, so er eis­ ini ætlanin at mótrokna frá fyrstu krónu, ið pensjón­ istar hava í inntøku við síðuna av. Henda inntøka kann antin verða uppspard pensjón ella vanligt arbeiði. Í dag er tað so, at ein pensjónistur kann hava upp til uml. 60.000 kr í inntøku ella pensjón við síðuna av áðrenn mótrokn­ að verður í pensjónini frá tí almenna. Í framtíðini verður tað so, at fyri hvørja krónu tú leggur til síðis til pensjón, so fert tú at missa 25 oyru í pensjónini. Uppskotið fer tí at gera, at tey sum ikki hava spart nakað serligt upp, ella tey sum bert kunna arbeiða eitt sindur verða harðast rakt. Við øðrum orðum, tey sum hava lítið skulu missa lutfalsliga nógv. Við nýggju pensjóns­ lóggávuni ber til at javna út tann stóra mun tað er millum fólk í arbeiðs­ lívinum. Landsstýrismað­ urin við fíggjarmálum ætlar ikki bert at varðveita tann stóra mun tað er millum fólk í arbeiðslívin­ um, men at forstyrkja munin, soleiðis at tey sum eru illa fyri í arbeiðslívin­ um vera lutfalsliga verri fyri í pensjónsárum. Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur fleiri aðrar neiligar sosialpolit­ iskar ætlanir, eitt nú at avtaka skipanina við sjúkra­ dagpening fyri pensjónistar umframt at skerja stuðulin til tey, sum fáa frá almanna­ stovuni vegna arbeiðsloysi. Hetta er sosialpolitikkur, tá ið hann er ringastur. Tey sum eru illa fyri í dag verða við núverandi almanna­ og fíggjarpoli­ tikki munandi verri fyri, um ætlanir landsstýrisins vera framdar. Samtak Sosiala kumpassin má rættast viðmerkingar