Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 150 - 11. august 2009 Í dag fer Hallstein Sig urðs­ son í Havn um tey fimmti árini. Hallstein er ættaður úr Klaksvík, men seinastu mongu árini hevur hann verið búsettur í Havn. Árini 1981­2000 var Hallstein ein sonn býarmynd, tá hann var postmaður í tí nú farna almenna stovninum, sum tá nevndist ”Postverk Før­ oya”. Í 19 ár tænti Hallstein Postverkinum á postrutum í Havn, Hoyvík og í Norður­ Streymoy. Hallstein greiddi sín arbeiðssetning til lítar, um enn sosiala muran vann ov ofta á honum, og kaffi­ steðgirnir tíðum kundu ger­ ast í drúgvara lagi. Men tað er eisini mong á rutunum, sum vóru glað fyri at fáa eitt gott prát við Hallstein, har bæði verðinsproblemini og teir heimligu trupul­ leikarnir vóru loystir. Í tí drúgvu postverkstíðini vísti Hallstein eisini stórt samhaldsfestni, og var hann ógvuliga aktivur í ”Føroya Postfelag”, sum eisini er farið í søguna. Hallstein var postmonnunum í Suður­ Streymoy ein góður álitis­ maður, altíð væl funderaður og sakligur, og kundu leiðsla eins væl og starvs­ felagar altíð taka í hondina á Hallstein, tá eitthvørt stríð var farið afturum. Soleiðis broytist so mangt á mansins ævi. Og er tað rørandi – og skelkandi ­ fyri ein fyrr ver­ andi postmann at lesa grein­ ina sum Høgni Mohr, orða­ snillingur skrivaði um Hallstein, tá hann gekk sína seinastu postrutu fyri 9 árum síðani. Hetta var í teim um døgum, tá post­ boðið kendi viðskiftafólkini, og viðskiftafólkini kendu postboðið. Men so komu boð frá…………og nú er alt bert minnir. FUR og norðurlond Í samband við sín aktiva leiklut í Føroya Postfelag var Hallstein á nógvum skeiðum, sum fakfelagið skipaði fyri, bæði í Føroyum og í Danmark. Hesi skeið vóru við til at menna Hall­ stein til at gerast tann leið­ ara og undangongumann hann er í dag. Politiskt hevur Hallstein frá tíðarinnar morgni verið javnaðarmaður, men ikki ein fundamentalistiskur, for stokkaður javnaðar mað­ ur, men ein javnaðarmaður, sum kann samskifta væl við øll. Hallstein gjørdist for­ mað ur í Føroya Ung dóms­ ráði, sum hann stýrdi við hepnari hond í 1980­árunum. Tann størsti varðin sum stendur um formanstíðina hjá Hallsteini í FUR, er plátan ”Ung 85” sum kom út í 1985, har ymiskir tón­ leikabólkar sum vóru frammi í tíðini tá sungu og spældu. Hallstein royndi seg eisini eitt tíðarskeið, sum manag­ ari hjá bólkinum ”Frænd­ ur”, sum hevur verið næstan hvørsmans ogn í Føroyum seinastu fjórðingsøldina. Hallstein hevur eisini stillað upp til bæði løgtingsval og býráðsval fyri Javnaðar­ flokkin, og hevur hann tikið nøkur tørn í býráðnum, sum varamaður. Tíðin í FUR elvdi til at Hallstein eisini kom at vera ógvuliga virkin í norður­ lendskum ungdóms sam­ starvi. Eitt tíðarskeið sum skapti grundarlag fyri, at Hallstein seinni gjørdist virkin í Norrøna Felagnum, har hann hevur verið bæði formaður og nevndarlimur. Hallstein hevur havt sam­ band við nógvar norður­ lendskar politikkarar, og er tað næstan so, at hann nevnir teir flestu við for­ navni, so ein má spyrja hvønn Hallstein hvønn norðurlendskan politikk ara hann meinar við, tá hann sigur ”Jens”, ”Torbjørn”, ”Sif ” o.s.fr.. Prentmiðstøðin Á heysti í 2000 valdi Hal l­ stein at saðla um og skifta hest. Hann var settur til at skipa fyri blað­ og reklamu­ útberingini á Prent mið­ støðini. Prentmiðstøðin hevur nú 9 ár á baki, og hevur Hallstein saman við øðrum góðum fólkum bygt hesa útberingina upp frá scratch. Royndirnar frá sam skipan í FUR o.ø fe ­ lags skapum, og royndirnar frá skeiðum, og lívsroyndir í síni heild hava roynst Hall steini góðar á Prent­ miðstøðini. Ein útbering við fleiri hundrað fólkum, harav fleiri eru ”blað”ung verður væl ongantíð lýtaleys, men Hallstein og hansara fólk hava hingið væl í, fyri at fáa greitt setningin frá degi til dags. Prentmiðstøðin hevur eisini lagt góðar krón ur í kassan hjá Sosial­ inum og Dimmalætting. Sum Hallstein sjálvur sigur: ”Prentmiðstøðin hevur verið góð fyri demokrati´ið í Føroyum.” Tí demokratur og nordistur er Hallstein um ein háls, og hann hevur ein sterkan rættvísissans. Hallstein eigur sonin, Trónd Sigurðsson, sum hann ikki er so lítið stoltur av. Vit sum hava havt Hallstein, sum ein góðan vin og starvs­ felaga, kunnu ikki annað enn ynska honum hjartaliga tillukku við tí hálvu øldini, og eina góða og stuttliga veitslu fríggjakvøldið. Heri Simonsen Undangongumaður, ungdómsleiðari og nordistur 50 ár Seinastu níggju árini hevur Hallstein Sigurðsson staðið fyri útberingini av Sosialinum, Dimmalætting og reklamum hjá Prentmiðstøðini. Men fyri ta tíð var hann í 19 ár postboð í Havn og í Norðurstreymoy. Á myndini sæst hann »in action« í Kvívík Mynd: Jens Kristian Vang nøvn Tøkk Av hjarta takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá elskaði pápi, abbi, beiggi og verpápi Tróndur F. Olsen andaðist og varð jarðaður. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávu. Takk fyri alla hjálp til jarðarferðina, ervið og tey, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Eisini ein tøkk til starvsfólkini á B6, B7 og til heima- sjúkrasystrarnar fyri at vera so nógv um hann. Ein serlig tøkk til Øssur, sum var so trúfastur vinur. Eigil, Nadja, Dan Helgi, Ørvur, Paula, Niclas, Finnur, Hjarnar og Brian Sunnudagin andaðist Árni Joensen Klaksvík á Landssjúkrahúsinum, 58 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Rannvá og børnini Tey, ið ynskja at minnast Árna, kunnu lata eina peningagávu til Føroya Krabbameinsfelag.